mánadagur 8. januar 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
Árni Gregersen
Eftir uppskotinum til broytinganar
í alilógini, so eru gredið mark sett
fyri, at útlendingar ikki fáa ræðis
rætt i alifeløgum, sum hava loyvi at
ala á føroyskum firðum.
Sama avmarking verður ikki sett
fyri aling á landi og offshore – ella
uttanfyri tey aliøki, sum longu eru
definerað millum oyggjarnar.
Hetta er ein av broytingunum í
alilógini, men har eru eisini aðrar
broytingar, sum grundleggjandi
broyta við ein av hornasteinunum
undir ghaldandi lóg.
Eftir uppskotinum, so kann nú
farast frá umsitingarregluni, sum
hevur verið brúkt seinastu árini,
sum eitur “ein alifjørður – ein alari”.
Alivinnan heldur at hetta er ein
stór broyting, sum kann ávirka ali
vinnuna í framtíðini. Saman við
strangari veterinerum eftirlitið
var reglan um “ein alifjørð – ein
alara” við til at lyfta føroyska aling
og syrgja fyri, at alingin kom í eina
sera góða legu eftir lógini, sum kom
í 2003.
Tari og kræklingur
At farið verður frá prisippinum
um “ein alifjørður – ein alari” hong
ur fyrst og fremst sman við, at
myndugleikarnir halda, at laksa og
sílaaling ikki eigur at forða fyri aðr
ari menning.
Til dømis halda myndugleikar
nir, at sjálvt um talan er um ein ali
fjørð, so skal eisini vera pláss fyri
aðrari aling – til dømis taraaling
ella kræklingaaling.
Alararnir og alifyritøkur hava
kanska ikki so nógv ímóti tí slagi
av aling, men í einum hoyringssvari
til lógina, skriva teir baáðir, Regin
Jacobsen, Bakkafrost, og Atli Greg
ersen, Luna, millum annað:
“Heldur ikki eigur onnur aling,
sum til dømis aling av skeljum og
tara at verða loyvd, uttan so , at
slíkt virksemi ikki hevur heilsuligar
ella umhvørvislisligar vansar við
sær fyri verandi aling av matfiski
á alifjørðinum.. Harumframt eigur
onnur aling bert at verða loyvd við
tí staðiligu treyt, at slíkt loyvi utt
an víðari verður tikið aftur, um tað
vísir seg, at alingin hevur heilsu
ligar ella umhvørvisligar vansar
við sær fyri aling av matfiski á ali
fjørðinum”.
Stór atlit
Í viðmerkingunum til lógina verður
sat, at tað ikki framgongur greitt
av galdandi lóg og heldur ikki í við
merkingunum til ógina um hvat at
skapa burðardyggar karmar fyri
menning av alivinnuni, vil siga.
Lívfrøðilig atlit, herundir atlit
at umhvørvinum, fiskasjúkum og
matvørutrygd, verða í útgangsstøði
reguleraði í viðkomandi lóggávu
ávikavist í djórasjúkulógini, og
umhvørvisverndarlógini og mat
vørulógini.
Tað eru myndugleikarnir eftir
teirri lóggávuni, ávikavist djóra
sjúkumyndugleikin og umhvørvis
myndugleikin, sum í útgangsstøði
taka avgerðir, sum innihalda met
ingar, har hesi atlit verða tikin við
í metingina.
Í hoyringarsvarunum hava Hav
stovan og Umhvørvisstovan víst á,
at tað er lítil vitan um vistfrøðina á
firðunum, og eisini Heilsufrøðiliga
starvsstovan hevur víst á hetta. Tað
er tí týdningarmikið, verður sagt í
hoyringssvarunum, at vistfrøðin og
tann ávirkan, alingin hevur, verður
kannað og lýst.
Havstovan hevur skotið upp, at
tað í alilógini verður ásett, at ein
ávísur partur av útflutningsvirð
inum av alifiskinum verður settur í
ein aligrunn, ið fíggjar 8 gransking
arverkætlanir við tilknýti til aling,
m.a. innan umhvørvi og djórasjúk
ur.
Umhvørvisstovan sigur, at krav
um árinsmetingar eigur at vera í
alilóggávuni. Tær kanningar, sum
Umhvørvisstovan ger í sambandi
við umhvørvisgóðkenningar, eru
botnkanningar undir og nærindis
aliringunum, men eru ikki meira
umfatandi
botnkanningar
av,
hvørja ávirkan alibrúkið hevur á
umhvørvið uttan fyri økið undir
og nærindis aliringunum.
Í viðmerkingunum til uppskotið
stendur:
Tað er avgerandi at tryggja
alivinnuna gjøgnum krøv um m.a.
lívfrøðiliga burðardygd, bæði tá
tað snýr seg um umhvørvi og um
fyribyrging og niðurberjing av
sjúku hjá fiski og matvørutrygd.
Hesi endamál ganga ikki nóg greitt
fram av galdandi endamálsorðing í
alilógini.
Uppskoitið um broytingar í ali
lógini kemur til viðgerðar í tingin
um seint í hesum mánaðinum.
Útlendingar kunnu ala
á landi í Føroyum
Meðan uppskotið til broytingnar í alilógini forða útlendingum at ráða yvir laksa- og
sílaaling á føroyskum alifirðum, er onki mark sett fyri aling á landi ella offshore
ALING
Alingin á firðum verður ikki broytt, annað enn at nú telja bara handilsligu loyvini við - ikki onnur loyvir.
Ræðisrætturin í føroysku alivinnuni skal vera í Føroyum, men hetta hevur ikki
afturvirkandi kraft, so Marine Harvet fram, men kann ikki vaksa.