mánadagur 8. januar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÝRVERK
Vilmund Jacobsen
Tað er nýggjársaftan, og tað stóra
brakið er mest sum liðugt. Kokkan
er farin væl av midnátt og nærkast
nú 00.30. Fólk, sum búgva á Heim
asta Horni í Havn og hava verið
úti og skotið fýrverk, eru so smátt
farin innaftur.
Men, ikki øll.
16 ára gamla, Anna Petra Pet
ersen, er saman við mammu síni
Mary og systkjum á Heimasta
Horni og vitjar ommu og abba, og
her halda tey nýggjár.
Familjan býr annars á Sandi,
men nú pápin er burtur, hava tey
valt at halda nýggjár í Havn.
- Mamma mín og eg eru fram
vegis úti, og tað eru nøkur onnur
eisini. Eg sigi við mammu, at eg fari
inn nú. Men, júst tá rópa nøkur ung
á meg og biðja meg koma at hyggja
eftir einum fýrverki, sum tey fara
at skjóta.
Anna Petra Petersen sigur, at
hóast hetta fýrverkið var úr einum
barnapakka, flutti hon seg rímiliga
langt burtur. Júst hetta fýrverkið
hevur bara eitt skot, og tá tað er
farið væl upp í luftina, brestir tað
sum ein rakett.
- Eg hevði hundin hjá okkum Pixi
hjá mær. Hann verður garrvillur og
fer at goyggja, tá fýrverk verður
skotið, og hann rennur aftan á fýr
verki. Tí helt eg meg einar 10 metrar
burtur við hundinum, setti meg
niður at húka og kela hundin, so
hann skuldi gerast róligur.
Og tá var tað, at Anna Petra Pet
ersen var so óheppin at verða rakt
beint í munnin av fýrverki við mikl
ari ferð.
- Eg sá, at viðkomandi, sum setti
eld í fýrverkið, kom rennandi móti
mær, og so hendi tað, sigur hon.
Uttan at hin 16 ára gamla gentan
varnaðist tað, stakk sjálv brestperl
an seg við miklari ferð út ígjøgnum
síðuna á fýrverkinum og rakti hana
beint í munnin.
Lukkutíð brast perlan ikki, fyrr
enn hon fyrst hevði brotið tvær
tenn út úr munninum á ungu gent
uni, hevði gjørt stóran skaða inni
í munninum og hevði skrætt yvir
vørrina nakrar sentimetrar upp
ímóti nøsini vinstrumegin.
Blóðið fossaði
Men, hesa løtu ánaði Anna Petra
Petersen ikki, hvønn skaða hon
hevði fingið, og hon visti heldur
ikki, at henni vantaði tvær fram
tenn í munninum.
Alt hendi so brádliga.
- Eg eri rættiliga vís í, at fýrverkið
ikki koppaði, men skeyt seg út í
gjøgnum síðuna á húsanum. Tað
søgdu eisini onnur, sum vóru har.
Seinni havi eg frætt, at eisini onnur
hava havt somu uppliving við sama
fýrverki, tó uttan at skaðin gjørdist
so ógvusligur, sigur hon.
Mamma Onnu Petru og onnur,
sum vóru har, sóu, at fýrverkið
brast longur burturi millum nakrar
bilar.
- Eg fór púrasta í sjokk, tó at
eg í fyrstu syfti ikki visti, hvussu
álvarsligur skaðin var. Tað fyrsta,
eg føldi, var ein óbehagiligan hita
undir nøsini. Eg sá eisini álvarsliga
andlitsbráið á gentu, sum var mær
nærmast í hesi løtu. Í myrkrinum
lýsti hon upp í andlitið á mær, og eg
sá, at hon síðan vendi sær burtur.
Nú kom róp í, at Anna Petra bløðir,
og onkur rópti: “Ring 112...”
Og nú fossaði blóðið úr andlit
inum á gentuni.
Fylgdu blóðslóðini
Mamman, sum hevði staðið nakrar
metrar burturi, tók nú sítt turri
klæði, so dóttirin kundi halda tað
undir bløðandi andlitinum, og hin
16 ára gamla sigur, at hon føldi,
at turriklæðið gjørdist tyngri og
tyngri av blóði.
- Gubbi mín, sum eisini var
her, fór nú eftir bilinum og koyrdi
meg og mammu á skaðastovuna á
Landssjúkrahúsinum. Tað var ikki,
fyrr enn vit sótu í bilinum, at eg
føldi við tunguni, at eitt stórt hol
var har, sum framtenninar høvdu
sitið, og nú gjørdist eg ógvuliga
ólukkulig. Tað føldist næstan, sum
um allur yvirmunnurin var burtur,
sigur Anna Petra Petersen álvar
som.
Hóast tað nú var gingið upp
fyri henni, at hon hevði fingið stór
an skaða í munn og yvirvørr, var
tankin kortini, at tað, sum kann
seymast, helst verður frískt aftur
einaferð, men verri er við tonnun
um.
Tá tað var greitt, at Onnu Petru
Petersen vantaði tvær framtenn,
ringdi mamman beinanvegin til
systir og svigarinnu, sum eisini
vóru á Heimasta Horni, og bað tær
fara út um at leita eftir tonnunum.
Úti í túninum var kavi, og tað
kann ongantíð vera lætt at finna
hvítar tenn í hvítum kava.
Mary Petersen sigur, at við eitt
nú at fylgja blóðslóðini eydnaðist
FEKK 20 PENTUR
Í MUNNIN
- Tað var ikki, fyrr enn vit sótu í bilinum á veg á skaðastovuna, at eg føldi við tunguni, at eitt
stórt hol var har, sum framtenninar høvdu sitið, og nú gjørdist eg ógvuliga ólukkulig. Tað føldist
næstan, sum um allur yvirmunnurin var burtur, sigur 16 ára gamla, Anna Petra Petersen, ið varð
rakt av álvarsomum fýrverksskaða á nýggjárinum, sum kostaði henni tilsamans 24 pentur
Ógvusligur fýrverksskaði á nýggjárinum:
Harði bresturin reiv tvær frammtenn heilar úr munninum og gjørdi so stóran
skaða, at Anna Petra Petersen fekk 20 pentur inni í munninum