mánadagur 8. januar 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
FÝRVERK
tað eftir umleið tveimum tímum
at finna báðar tenninar aftur í kav
anum.
- So skjótt, sum tenninar vóru
funnar, kom systir mín oman á
skaðastovuna við teimum.
Væl móttikin
Men, hvussu gekst so, tá móðir og
dóttir komu oman á skaðastovuna?
- Eingin sat í bíðirúminum, tá
vit komu, og vit fóru tískil beint
inn á skaðastovuna, har vit vórðu
ógvuliga væl móttiknar. Onkur var
til viðgerðar, tá vit komu, men við
komandi varð beinanvegin flutt á
eina skaðastovu við síðuna av.
Mary Petersen sigur, at dóttirin
nú gjørdist ógvuliga bleik og vildi
svíma, men tað hjálpti, og hon kom
líka sum fyri seg aftur, tá hon fekk
sett seg niður á ein stól.
Á skaðastovuni fekk hon bein
anvegin heilivág í æðrarnar við
morfini í droppi, og hon fekk eisini
sproytur, tá læknin fór at seyma.
Sjálv minnist Anna Petra Peter
sen læknan siga, at nú fór hon at
síggja út sum ein piratur - við ong
um tonnum!
- Eg haldi, at læknin royndi at
vera eitt sindur stuttligur fyri at
lætta um stemningin, men fyri meg
var hetta ikki stuttligt at hoyra, og
eg fór at gráta. Eg hvørki tordi ella
vildi síggja meg í nøkrum spegli, og
tískil hongdu tey løk fyri speglini á
skaðastovuni og á wc’inum.
Mary Petersen sigur, at tey
mundu vera á skaðastovuni í einar
tveir til hálvan triðja tíma.
- Tá tey vóru liðug at seyma,
spurdi eg, um tey ikki skuldu seta
tenninar í aftur, tí tað var framvegis
hetta, sum fylti ógvuliga nógv hjá
dóttir míni. Gentan græt og var
ógvuliga ólukkulig um tenninar.
Men, á skaðastovuni søgdu tey seg
ikki vera før fyri at seta tenninar í
aftur, tó at tey vistu, at vit høvdu
tenninar, sum systir mín var komin
við.
Eingin tannlækni
Á skaðastovuni søgdu tey, at tey
kundu ikki skaffa Onnu Petru Pet
ersen nakran tannlækna.
- Av tí, at eg var so órógvað,
kundu tey hjálpa mær at finna
telefonnummarið hjá vakthavandi
tannlækna. Eg ringdi longu um
02.30-tíðina hesa náttina, men har
kom bara ein telefonsvarari sum
segði, at vakthavandi tannlækni
svarar leygardag og sunnudag mill
um klokkan 10 og 11.
Mary Petersen sigur, at tá tær
báðar vóru komnar heim aftur av
skaðastovuni um 03.30-tíðina og
vóru aftur á Heimasta Horni, ringdi
læknin av Landssjúkrahúsinum og
segði, at tey nú høvdu funnið út av,
at tenninar skuldu liggja í mjólk.
- Tá eg so ringdi til tannlækna
vaktina aftur klokkan 10 morgunin
eftir, fingu vit boð um at koma
beinanvegin og hava tenninar við.
Ikki fyrr enn tá fekk eg at vita, at
tenninar skuldu standa í mjólk í
einum køliskápi.
Tá móðir og dóttir komu til
vakthavandi tannlækna, høvdu
tenninar verið úr munninum á
Onnu Petru í meira enn 10 tímar, tó
at tær tá fingu at vita, at tenninar
helst skulu setast í aftur innan seks
tímar.
- Tannlæknin segði, at um tenn
inar koma í aftur innan seks tímar,
er møguleikin nokso stórur fyri, at
likamið tekur ímóti teimum aftur,
og at tær vilja festa seg. Men, í løt
uni vita vit ikki, hvussu hetta fer at
eydnast, sigur Mary Petersen, sum
eins og dóttirin er ógvuliga hørm
um, at Landssjúkrahúsið ikki kundi
veita dóttrini hesa tænastu.
Ov lítið seymað
Tannlæknin, sum setti tenninar
í aftur hjá Onnu Petru Petersen
henda
nýggjársmorgun,
gjørdi
eisini vart við, at munnurin á ungu
gentuni als ikki var seymaður nóg
væl, og hon fýltist á, at gentan
var alt ov lítið seymað frá tann
haldinum í yvirmunninum framm
an og upp á yvirvørrina. Her gapaði
sárið av fýrverkinum alt ov nógv,
og tað bleiv eisini við at bløða.
- Eg noyddist eisini at royna
at sova hesa náttina við onkrum
fyri, tí eg bleiv við at bløða. Nakað
annað er so, at eg svav einki hesa
náttina fyri pínu. Pínulinnandi,
sum eg hevði fingið heim við at
taka, megnaði ikki at doyva pínuna,
eg hevði, sigur Anna Petra.
Mary Petersen sigur, at tá tann
læknin var liðug við at festa tenn
inar, sendi hon gentuna út aftur á
skaðastovuna.
- Vit komu á skaðastovuna aftur
um 13.30-tíðina nýggjársdag, og her
noyddust vit at bíða leingi. Meðan
vit bíða, ringir tannlæknaspesialist
ur - og ikki tannlæknin, sum hevði
sett tenninar í aftur - og biðir meg
koma á tannlæknastovuna aftur
við Onnu Petru. Tá vit komu niðan,
seymaði hann alt aftur, sum hekk
leyst.
Mary Petersen sigur, at hóast
alt ov lítið varð seymað inni í
munninum og undir yvirvørrini á
skaðastovuni nýggjársnátt, rósti
tannlæknaspesialisturin
skaða
stovuni fyri tað vælaarbeiði, tey
høvdu gjørt á ytru síðuni á vørruni.
- Hann helt, at læknin á skaða
stovuni her hevði gjørt eitt dygd
ararbeiði.
Tannlæknaspesialisturin setti
fleiri pentur í aftrat, og nú sær alt
betri út hjá Onnu Petru Petersen.
Tá Sosialurin skifti orð við móðir
og dóttir á Sandi í gjárkvøldið, var
framvegis ógreitt, hvussu fer at
verða við báðum framtonnunum.
- Tilsamans kostaði fýrverks
skaðin hesa feigdarnátt dóttir míni
24 pentur, 20 inni í munninum og
fýra uppi á ytru síðu á vørruni, sig
ur Mary Petersen.
Gjørdu einki galið
Meðan vit skifta orð, sigur Anna
Petra Petersen, at hon onkusvegna
føldi á sær nýggjársaftan, at eitt
hvørt fór at henda.
- Eg havi verið rættiliga djørv,
tá ræður um fýrverk, men tað hev
ur sum oftast við pápi mín, ið líka
sum hevur havt eftirlit við støðuni.
Hesaferð var pápi burtur, og eg
helt meg ikki ordiliga til. Haldi,
at eg sjálv festi í eina rakett hetta
kvøldið. Eg stóð mest saman við
mammu og vaksnu kvinnunum um
midnáttarleitið, og tá eg varð rakt,
skuldi eg bara líka oman at hyggja
eftir einum fýrverki, sum tey áður
høvdu skotið, men sum eg ikki
hevði sæð. Eg vil tó leggja dent á,
at tað var eingin, sum gjørdi nakað
galið. Tað var fýrverkið, sum galið
var við og sum breyt seg út ígjøgn
um og rakti meg í munnin.
Anna Petra Petersen sigur, at
hetta gjørdist ein ordiligur um
gangur hjá henni, men í óhappinum
var hon kortini ómetaliga heppin.
- Hvat hevði hent, um fýrverkið
rakti eyguni - ella, um fýrverkið
hevði brostið, tá tað rakti meg í
munnin? spyr hin 16 ára gamla.
Við eitt nú at fylgja blóðslóðini eydnaðist tað eftir umleið tveimum
tímum at finna báðar tenninar aftur í kavanum
Tað var hetta fýrverkið, sum varð skotið, tá Anna
Petra Petersen fekk stóra skaðan
Myndin er tikin í gjárkvøldið, tá Sosialurin hitti móður og dóttir, sum greiddu frá fýrverksskaðanum