mánadagur 8. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Japan, har havi eg ongantíð verið. Tey hava ein fantastiska
træsøgu, og fólk eru heilhjartað í jagstranini eftir tí fullkomna.
Hvør er besti lutur, sum tú eigur?
– Tað er mítt træ. Tað var eitt stórt arbeiði at fella trøini, turka tey, leggja tey á
goymslu, at flyta tey til Føroya og síðani flyta tey fleiri ferðir.
EG HAVI TAÐ
BEST Í FØROYUM
– Eg havi ikki so tætt samband við USA longur, og eg havi slept nógv
av mínum amerikanska lívi. Einki er heim fyri meg, men eg kenni
meg best í Føroyum, og eg og familjan hava tað best her, sigur Joel
Cole, trælistamaður, sum seinastu seks árini hevur búð í Føroyum
Eyðun Klakstein
Í Barakk 28 í Mjørkadali arbeiðir
ein amerikumaður. Hann er ikki ein
gloymd leivd frá kalda krígnum, tá
ið amerikumenn høvdu hernaðar
ligt virksemi í økinum. Hann skap
ar hugtakandi trælist við neyvum
handverki og hugsaðum hugskot
um.
Joel Cole kom til Føroya á fyrsta
sinni í 1986, tá ið hann ígjøgnum
Rotary felagsskapin var skiftis
næmingur í Klaksvík eitt skúlaár.
Síðani hevur hann vitjað aftur í
Føroyum minst eina ferð um árið,
ofta í longri tíðarskeið, og síðani
2011 hevur hann verið búsitandi í
Føroyum.
– Eg havi ikki so tætt samband
við USA longur, bert við familju og
nærmastu vinfólkini, og eg havi
slept nógv av mínum amerikanska
lívi. Einki er heim fyri meg, men eg
kenni meg best í Føroyum, og eg og
familjan hava tað best her, sigur
Joel Cole.
Hóast tað hoyrist, at hann er
amerikumaður, tosar hann gott før
oyskt, og mesta av samrøðuni verð
ur gjørd á føroyskum máli. Onkrar
løtur, tá ið hann veruliga skal for
klára okkurt, ið stingur djúpt hjá
honum, skiftir hann til enskt mál.
– Eg kenni meg meira sum før
oying, men eg havi roynt at varð
veitt tað besta úr USA. Til dømis
havi eg tikið tankagongdina um, at
alt ber til, við mær úr USA. Einki er
miseydnað, tað er bara spurningur
um, hvussu væl tað eydnast, sigur
Joel við einum smíli.
– Eg havi fingið tjúkkari húð,
eftir at eg havi búð í Føroyum. Eg
toli meira av. Amerikanarar eru
sera opnir, og tað er ofta ein styrki.
Eg eri framvegis opin, nú eg búgvi í
Føroyum, men eg eri selektivur um
nær, hvar og móti hvørjum, tí tað
kann verða misnýtt, sigur hann.
Er tað nakað, Joel saknar, nú
hann býr í Føroyum, eru tað trø og
skógir.
– Eg gleði meg at presentera
veruligan skóg, har tú kanst villast,
fyri soninum og dóttrini. Tá eg eri
uttanlands, leiti eg upp skóg, tí her í
Føroyum sakni eg kensluna at vera
millum trø í skógi, sigur hann.
Træið kom sníkjandi
49 ára gamli Joel Cole er trælista
maður. Hann arbeiðir við træi, sum
hann sjálvur hevur felt í Minnesota
í USA og flutt til Føroya. Hann ger
møblar, sum stundum ferðast á
markinum til list, og hann ger
listarligar træskurðir og verk, har
hann brúkar kenslur, tankar og
upplivingar sum óítøkiligt grund
arlag.
– Pápi mín, sum var skúlastjóri,
dámdi væl at arbeiða við træi.
Hann hevði ein garasju við øllum
hugsandi amboðum, og har var eg
vælkomin inn. Garasjuna hevði
hann málað hvíta og kallaði hana
the white house. Hann lærdi meg
teknikkir og handverk og at ar
beiða við ymsu amboðunum, og tað
gjørdi helst, at eg seinni fekk hug at
arbeiða við træi, greiðir Joel Cole.
Í fyrsta umfari var tað tó tón
leikur og sjónleikur, sum togaði
meira í tann unga mannin, og eis
ini her spældi pápin ein leiklut,
tí hann hevði eisini stóran áhuga
fyri tónleiki og ljóðførum og deildi
hendan áhuga við Joel.
– Eg spældi nógv tónleik sum
yngri, og eg var eisini við til at spæla
og skriva sjónleikir. Men í 2000, tá
eg var 32 ára gamal, og framvegis
spældi fleiri ferðir um vikuna á
barrum og kaffistovum, kom eitt
skifti. Eg tók frí í nakrar mánaðir og
byrjaði at smíða møblar. Tað gekk
so væl, at eg seldi alt eftir stuttari
tíð og fekk virðisløn fyri arbeiðið.
Tá byrjaði eg av álvara at hugsa um
at arbeiða kreativt við list og møbl
um, sum spæla við markið millum
møblar og list.
Joel arbeiðir við organiskum
tilfari, og mesta av viðinum, hann
hevur brúkt til síni verk, hevur
hann sjálvur fingið til vega.
– Mín hugsanarháttur er, at tað
skal vera so burðardygt sum gjør
ligt, og eg vil helst hava eitt per
sónligt forhold til mítt tilfar. Eg
vil helst arbeiða við trøum, sum
eg sjálvur havi felt, turkað, goymt
og gjørt klár til at virka. Tí kann eg
eisini greiða fólki frá, hvørjum træi
míni verk eru gjørd úr, hvar træið
stóð, nær eg feldi tað, og hvønn part
av trænum, eg havi brúkt. Tað haldi
eg gevur bæði møblunum og listini
eitt persónligt og sunt virði.
Tað var eitt hestaarbeiði, tá ið
Joel Cole feldi trøini, sum hann
nógvu seinastu árini hevur brúkt
tilfar frá – og kann brúka tey næstu
10 árini. Hann hevur bingju við 15
tonsum av amerikanskum viði
standandi, og hesin viður er grund
arlagið undir hansara virksemi.
– Tað kom fyri, at fólk ringdu til
mín og spurdu, um eg vildi koma at
fella eitt træ hjá teimum og kanska
brúka tað til mítt arbeiði. Tað
gjørdi eg fleiri ferðir, og tá gav eg
altíð fólkunum onkran tilgjørdan
lut afturfyri, so tey kundu hava
eitt minni um teirra træ, sigur Joel
Cole.
Barakkin
Joel Cole hevur verkstað og fram
sýningarhøli í Barakk 28 í Mjørka
dali. Hetta var hugskot, sum hann
fekk fyri nøkrum árum síðani, og
hann skuldi arbeiða hart fyri at
mýkja hugskotið so nógv, at tað
kundi lata seg gera í samstarvi við
Arrestina, Kriminalforsorgina og
Landsverk.
– Mjørkdalur hevur altíð verið
gátuførur og loyndafullur fyri
fólk, og nógv meta Mjørkadal sum
eitt ólógiligt stað. Fyrst var hernað
arstøð har, og nú fongsul, men tað
er eitt fantastiskt stað at verða og
arbeiða í, sigur Joel Cole.
Atelierið hjá Joel Cole er lutvíst
partur av virkseminum í Mjørka
dali, og hvønn hósdag hevur Joel
upp til fýra innisitarar á sínum
verkstaði og lærir teir at arbeiða
við træi og list.
– Onkuntíð halda vit, at fólk,
sum sita í fongsli, eru harðlig og
vandamikil, men tey eru í grundini
bara vanlig fólk, sum hava gjørt
okkurt skeivt. Mær dámar sera væl
at arbeiða við teimum á verkstaðn
um, og eg havi fingið nógvan íblást
ur burtur úr tí. Fólkini fara ígjøgn
um eina prosess, har tey eru dømd,
fara inn at sita, og síðani sleppa út
aftur. Eg royni at geva teimum upp
livingar og íblástur, sum tey kanska
kunnu taka við sær, sigur Joel Cole.
Innisitararnir arbeiða við træi,
og serliga væl umtókt er trædrey
ing.
– Summir innisitarar vilja bara
hava frið at arbeiða við onkrum
træi, og aðrir eru sera áhugaðir í
listarliga partinum. Eg lagi meg
bara eftir fólkunum og møti teim
um, har tey eru. Eru tey varin, ansi
eg eisini eftir, og eru tey áhugað,
tosi eg meira við tey um list og
handverk. Øll hava eina kreativa
síðu, sum kann vekjast. Børn hugsa
ikki um tað, tey skapa bara, men