Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 sum vaksin gloyma vit ofta, hvussu lætt tað er at skapa, sigur Joel Cole. Verkin fara víða Barakk 28 er miðdepilin fyri listar­ liga arbeiðið hjá Joel, og har kann hann bæði gera verk og gera møbl­ ar, og hann kann eisini sýna fram og taka ímóti fólki. Bæði møblar og list hjá Joel hevur støðugt spjatt seg, og nú selur hann verk á 21 støðum í fýra londum. Tað eru gallarí, handlar og onnur støð í Íslandi, Danmark, Noregi og Før­ oy­um, og í næstum kemur Skot­land eis­ini á listan. – Seinastu tvey árini er ordiliga gongd komin á. Eg kann liva av mín­um træarbeiði, men eg vil gjarna gera annað eisini. Eg vil feg­ in undirvísa, týða og gera annað aft­urat listarliga arbeiðnum, sigur hann. Joel Cole er komin langa leið, síð­ani hann fyri góðum 10 árum síð­ani var ein fátækur listamaður, sum svav í sínum atelieri í USA og livdi eitt kompromisleyst lív, sum stund­um stygdi fólk frá sær. – Øll listafólk mugu fara ígjøgn­ um eitt slíkt tíðarskeið, og listafólk mugu vera egosentrisk, tí tey skulu upp­liva heimin gjøgnum teirra eygu fyri at fáa íblástur til list, men eg havi lært at vera tað á ein posit­ iv­an hátt. Eg havi lært, at vit gera øll nakað, sum vit ikki tíma so væl, fyri at sleppa at gera tað, sum vit veru­liga brenna fyri. – Ein yngri útgáva av mær hevði sagt við meg, at eg havi selt út, men eg kundi hugsað mær at sagt við eina yngru útgávu av mær, at tað nýt­ist ikki at vera so svart-hvítt. Hevði eg møguleikan, hevði eg sagt við tann yngri Joel, at alt, sum skal til fyri at klára seg, er ikki at selja út. Eg hevði biðið hann hugt rund­ an um seg og funnið ein bleyt­ari máta at fara fram og gera tað minni destruktivt fyri bæði seg og onn­ ur, tí tað var ikki neyðugt slíta seg niður og sára onnur fólk við atburð­ in­um, sigur Joel Cole. Hann hevur nú funnið ein mill­ um­veg millum at hava til lívsins uppi­hald og at arbeiða við sínari list. – Míni skeribrettir eru sera væl um­tókt og selja væl, og tey eru við til at geva mær frælsi til at arbeiða við størri skurðmyndum og list sum heild, sigur hann. Listin og kenslurnar Nógv av listarverkunum hjá Joel Cole eru persónlig og byggja á kensl­ur, tankar og upplivingar í farn­um tíðum. – Eg havi ein innara dialog við meg sjálvan, sum kann vera um kær­leika, sakn, svik, fávitsku ella annað. Tað gevur mær okkurt hug­ skot, sum eg kann tyggja uppá í fleiri vikur ella mánaðir, og eg brúki gjarna satiru og sjálv­ironi í tilgongdini. Síðani geri eg ein skulptur, har eg ikki eri ov til­vit­að­ ur um hugskotið, men geri form­ ar­nar og samansetingarnar, so tað kann skapa eina kenslu hjá áskoð­ ar­anum – og tað má gjarna vera ein kensla, sum líkist henni, sum eg havi havt, sigur Joel Cole. – Eg fái stundum íblástur frá kensl­um og hendingum í einum ávís­um tíðarskeiði í mínum lívi, og tá royni eg at finna træ fram, sum eg veit, at eg feldi ella arbeiddi við, tá ið hevði kenslurnar. –  Stundum eru verkini reint form­ur, har eg kann fáa íblástur frá einari kvinnu, einum barni ella øðr­um. Verðin er so fýrakantað – bæði rúm og tankar – men hon átti at verið nógv rundari. Lívið skuldi verið meira runt, og eg vil gjarna skapa formar, sum ger nakað fyri okk­um menniskju og tað, sum vit liva fyri, sigur hann. Í mars mánaði er Joel Cole ein av fimm føroyskum listamonnum, sum hava framsýning í Det Nord­ at­lantiske Hus í Odense – hini eru Guðrið Poulsen, Pól Skarðenni, Ed­ ward Fuglø og Eyðun av Reyni. Kona Joel, sum er úr Klaksvík, hev­ur ættarbond til Fugloyar, og tey byggja sær nú summarhús og atelier á Kirkju. Frameftir ætla tey at vera meira í Fugloy, har tey eisini fáa virkað og arbeitt. UNDIR FÝRA EYGUM Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Eg er eitt sindur damp og eri nógv í gongd bæði í verki og tonkum, men eg slappi av, tá ið eg seti meg niður við konuni, og vit drekka ein kop av te og fáa okkurt afturvið. Hvønn føroyskan sang dámar tær væl? - Tá tú sært 10.000 fólk hoppa og syngja, so kanst tú ikki annað enn dáma ein sang sum Grøv nummar 13 hjá Dynamit ;) M – Eg havi lært, at vit gera øll nakað, sum vit ikki tíma so væl, fyri at sleppa at gera tað, sum vit veruliga brenna fyri, sigur Joel Cole, trælistamaður Mynd: Fotostudio UM Joel Cole 49 ára gamli Joel Cole er úr Shakopee í Minnesota í USA, men býr nú í Hoyvík. Í 1986 kom hann til Føroya at vera skiftisnæmingur í Klaksvík eitt skúlaár. Síðani hevur hann vitjað aftur í styttri og longri tíðarskeið á hvørjum ári, og í 2011 valdi hann at búseta seg í Føroyum. Hann er trælistamaður og fæst eisini við undirvísing, týðing og annað. Joel Cole er giftur føroysku Kristinu Cole, og tey eiga sonin Ezra, sum er 3 mánaðir gamal. Joel eigur eisini dóttrina Evu (6 ár), dóttrina Anniku (22 ár) og hevur bonussonin Jákup (36 ár).