Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagurin 3. januar var fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu Jakobsen, sum er nýggjur skúlastjóri í Tofta skúla. Vilmund Jacobsen - Føroyar undrast stórliga á støð­ una og kunningina hjá íslendsku stjórn­ini av fisikiveiði­sam­ráðing­ unum millum Føroyar og Ísland, og Føroyar mótmæla, at ein galdandi fiskiveiðiavtala er sett úr gildi. Tað verður sagt á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum - www.fisk.fo Víst verður á, at samráðingarnar millum Føroyar og Ísland, sum vóru í Havn hin 13. desember í fjør um fiskiveiðisáttmála fyri 2018, komu ikki á mál, men partarnir gjørdu av at halda fram við samskiftinum, so ein nýggj avtala kundi gerast fyri 2018. - Millum jóla og nýggjárs eru tó sera óvanlig og einsæris stig tikin frá íslendsku stjórn­ini, og kunn­ ingin frá íslendsku myndug­leik­ unum um samráðingarnar er ikki í samsvari við føroysku støð­una. Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at Ísland eitt nú hevur sett eina gjørda og galdandi avtalu um lodnu­fiskiskap fyri 2018 úr gildi. - Vit undrast stórliga á hesa fram­ferð og mótmæla hesum óheimil­aða stigi. Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnu­málum, Høgni Hoydal, hevur sambært stýrisskipanarlógini ráð­ ført seg við uttanlandsnevnd løg­ tings­ins um málið. Fiskimálaráðið metir, at í kunn­ ing­ini í Íslandi um samráðingarnar eru løgd fram viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við føroysku støðuna og sjónarmiðini. - Eitt nú verður sagt, at Føroyar hava sett økt og nýggj krøv fram í samráðingunum við Ísland. Tað er ikki rætt. Talan var um vanligar samráðingar, har ymisk ynski hjá pørtunum eru sett fram, og har tikið verður aftur í tey viðurskifti, ið eru óloyst, og sum partarnir áður hava samráðst um og avtalað árini undan. Undir samráðingunum settu Føroyar enn einaferð fram sítt sjón­ armið um ógrundaðu forð­ingarnar, sum Ísland krevur at verða í gildi fyri føroysk skip, ið fiska lodnu í íslendskum sjógvi. - Ísland krevur av føroyskum skip­um, at eftir 15. februar kunnu tey bert landa ein triðing av lodn­ uni til virkingar til matna í Før­oy­ um. Frá føroyskari síðu verður víst á, at hetta kravið ikki er heimilað sambært ásetingum í Hoyvíks­sátt­ mál­anum. Í Fiskimálaráðnum siga tey, at Føroyar í fleiri ár hava viljað havt broyt­ingar í hesum viður­skift­un­ um, tí tað verður mett óskiljandi í eini fiski­veiðiavtalu, at eitt tilfeingi ikki skal kunna virðisøkjast til bestu góðsku og prís - og stór virði fara fyri skeyti Kenslur gerast greiðari Vilmund Jacobsen Mikudagin 10. januar fer Krabba­meinsfelagið at hava opið hús. Hetta er eitt tilboð, sum er ætlað fólki, ið hava ella hava havt krabbamein. Tiltakið verður  í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn, og opið verður frá klokkan 13-15. Í Krabbameinsfelagnum siga tey, at høvi verður at støkka inn á gólvið og fáa ein drekka­munn, eitt prát við onn­ur í somu støðu - ella við starvs­fólk hjá felagnum, um tørv­ur er á tí. - At hitta onnur í líknandi støðu, sum ein sjálv/-ur, kann gera stóran mun. Okkara roynd­ir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Í Krabbameinsfelagnum siga tey, at hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á kenslum og tonkum, eins og lívsmót og lívsgóðska ger­ast størri og dagligu av­bjóð­ing­ar­ nar lættari. EL-TALVUVIRKIÐ í Norðragøtu læt í síðstu viku sínu størstu bílegging av el-talvum nakrantíð til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond í Klaksvík, ið sigst vera heimsins størsta smoltstøð. Eiga rós uppiborið - Ein slík bjarg­ing­ ar­ferð er altíð ein váða­ferð, og ein slík upp­gáva er ein stór avbjóðing hjá tyrlu­manningini, sigur MRCC Vilmund Jacobsen Vindurin var millum 20 og 25 metrar um sekundið av land­nyrðingi, og tað var myrkt og ringur sjógvur, tá sjóbjargingartyrlan hjá Atlants­ flogi seinasta fríggjakvøld tók mann av Nýborg. Skipið fekk ein sjógv seinna­ partin fríggjadagin, tá teir vóru staddir suður móti føroyska fiski­ markinum, einar 130 fjórðingar úr Suðuroynni. Rútar brotnaðu á brúnni, og ein maður fekk skaða. Læknin helt, at maðurin skuldi takast av skip­inum og flytast til lands. - Ein slík uppgáva so langt til havs - í nógvum vindi, stórari aldu og myrkri - er altíð ein váða­ferð, sigur MRCC. Tyrlumanningin, sum fór longu leiðina suður á havleiðirnar við fiskimarkið at royna at bjarga mann­inum av skipinum, rendi seg fyrsta partin av flúgvingini í nógvan turbulens í Vágafirði. MRCC sigur, at ferðin suður til Nýborg tók umleið ein tíma og soleiðis, sum sjóbjargingarstøðin hev­ur skilt, gekk tað rímiliga væl at fáa mannin av skipinum. - Men, ein slík bjargingarferð er altíð ein váðaferð, og ein slík uppgáva er ein stór avbjóðing hjá tyrlumanningini, sum eigur stórt rós uppiborið fyri avrikið í kvøld, sigur MRCC. Ísland setir Føroyum órímilig krøv Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnunálum - Ísland krevur av føroyskum skipum, at eftir 15. februar kunnu tey bert landa ein triðing av lodnuni til virkingar til matna í Føroyum. Hetta krav er ikki heimilað sambært ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum, sigur Fiskimálaráðið