Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 Í seinastu viku varð takdekk lagt á nýggja skúlabygningin í Klaks­ vík. Byggiverk­ætlanin á Skúlatrøð er størsta einstaka íløgan hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð. Veðrið tarnar skipaflotanum Hesa vikuna koma væntandi nøkur partrolarapør inn at landa, og væntandi koma garnaskipini eisini Vilmund Jacobsen Seks partrolarapør vóru til fiskiskap fríggjadagin, og helst fóru nøkur pør eisini út um vikuskiftið. Partrolararnir, sum eru til fiskiskap, koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at allir djúpvatnstrolararnir lógu við bryggju, men teir fara væntandi út aftur í næstum. Allir teir smáu trol­bát­ ar­nir lógu fríggja­ag­in, men teir fara út aftur, tá veðrið blíðk­ar. - Vit vænta, at øll garna­ skipini koma inn at landa hesa vikuna, men fiski­skap­ urin hjá garna­skipum eftir svart­kalva er sera smáligur, verður lagt aftrat. Nú verður spenn­ andi Vilmund Jacobsen Fimm línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Tvey eru á Íslandsrygginum, tvey vestan fyri, og eitt er sunnanfyri. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at meginparturin av veiðini hjá línuskipunum er toskur, brosma og longa - og so fáa línuskipini eisini nakað av svartkalva og blálongu. Møguliga kemur okkurt av hesum skipum inn at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku. Línuskip, sum liggja, fara væntandi út aftur í næstum, nú streymurin er góður.  Í gjár - sunnudagin - byrjaðu føroysku frystilinuskipini, sum eru farin yvir á Flemish Kap, at fiska. Hetta var fyrsti dagur á Flemish Kap, har skipini fingu loyvi at seta fyrstu stokkarnar. Fimm frystilínuskip eru og eru ávegis yvir á leiðirnar á Flemish Kap. Skipini eru Ågot, Klakkur, Kambur, Eivind og Stapin, og tey fiska av felagskvotu. Nú verður spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at gangast føroysku línuskipunum á fjarleiðum. Um útlitini til útróður hesa vikuna, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður, men veðrið verður eftir veðurforsagnum at døma ikki nakað serligt.  - Vit vænta kortini, at onkur løta verður hesa vikuna hjá útróðrarátunum, og hetta skuldi verið besta fiskitíð, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, samstundis sum lagt verður aftrat, at fiskaprísirnir vanliga eru góðir fyrst í árinum. Í MORGUN seldi Fiskamarknaður Føroya 45,8 tons av fiski fyri góðar 950.000 krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 20,77 krónur fyri kilo Hava mátað streym í Banka- rennuni í 20 ár Streymmátingar í Bankarennuni vekja ans uttanlands, veit Havstovan at siga í dag Vilmund Jacobsen  - Undir heitinum “Twenty- Year ADCP Time Series: Monitoring Deep Overflow in Faroe Bank Channel”, skriv­ar Teledyne Marine í ein­um bloggi á heimasíðu síni um streymmátingarnar, sum vit gera í Bankarennuni. Tað veit Havstovan at siga í dag. Lagt verður aftrat, at tað er Tele­dyne Mar­ine, sum fram­leiðir streym­mát­ar­ar­n­ ar, sum verða brúktir at máta rákið í Bankarennuni. - Vit byrjaðu so smátt í 1994 at máta rákið í Banka­ rennuni. Hetta varð gjørt við sonevndum ADCP streym­ mátarum (Acoustic Doppl­er Current Profiler), sum vórðu fram­leiddir av RD Instru­ ments í USA, nú Teledyne Marine. Á Havstovuni vita tey at siga, at henda útgerð var nýggj tá, so onkrir byrjun­ ar­trupulleikar vóru, men sam­an við framleiðaranum varð greiða fingin á trupul­ leik­unum. - Á sumri 1995 komu streym­mátingarnar í eina fasta legu, og vit hava síðan tá mátað rákið í Bankarennuni við 1-2 ADCPum frá Teledyne Marine. Lagt verður aftrat, at onk­ ur styttri tíðarskeið hava tó verið upp í fýra mátarar í Banka­rennuni í senn. - Hendan útgerð hevur verið sera álítandi og einir tveir av teimum fyrstu streym­mátarunum, sum vit keyptu, eru framvegis í brúki. Hesir hava sostatt ligið á havsins botni í meiri enn 20 ár og mátað streym - ein­ans avbrotið av árligari data lesing og battarí skifti, siga tey á Havstovuni í dag.