mánadagur 8. januar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Djóni
Nolsøe
Joensen
Løgtings
maður
Dag og dagliga hoyra vit
politikkarar bæði úr sam
gongu og úr andstøðu siga,
at sjálvandi skulu náms
frøðingarnir fáa ta løn, ið
hesi hava uppiborið. Náms
frøðingarnir, sum taka sær
av okkara børnum, og sum
lyfta uppgávuna at hava
umsorgan
fyri
teimum
mongu í okkara samfelag,
sum ikki megna tað sjálvi,
mugu nú fáa ta viðurkenn
ing, sum tey hava uppiborið,
verður sagt.
Eisini verður sagt, at tað
er ikki annað enn rímiligt, at
hesin afturúrsigldi starvs
fólkabólkur fær sín part
av stóra vøkstrinum, sum
okkara búskapur hevur havt
seinnu árini. Men so hendir
ikki meira. Vøkur orð, men
tey muna ikki, fyrr enn tey
verða víst í verki.
Pedagogfelagið er eitt av
okkara yngstu fakfeløgum.
Felagið varð stovnað í 1982
í kjalarvørrinum av stóru
samfelagsligu
broytingu
num, sum vóru farnar fram
árini frammanundan.
Gongdin hevði eina tíð
verið, at føroyski arbeiðs
marknaðurin hevði boð eft
ir øllum góðum kreftum, og
kvinnur í hópatali gjørdust
virkin partur av arbeiðs
marknaðinum.
Hetta var neyðugt, skuldu
vit halda fast um vøkstur í
búskapinum, og skuldu vit
vera kappingarfør við okk
ara grannalond.
Í dag hava vit, hóast
nógv fleiri fólk á arbeiðs
marknaðinum, eitt arbeiðs
loysi upp á 2%, og búskap
urin er fleirfaldaður, síðani
bygnaðarligu broytingarnar
fyri hálvari øld síðani.
Og ongantíð meira enn
nú, hevur samfelagið brúk
fyri øllum, sum kunnu taka
eina hond í. Hetta ger seg
galdandi innan øll størv
í samfelagnum heilt frá
ófaklærdum til størv, ið
krevja drúgva útbúgving.
Men skulu vit halda fast
um hesa góðu gongd, og
tað ynskja vit øll, so mugu
vit geva fólki møguleikan
at vera virkin á arbeiðs
marknaðinum. Hetta setur
samfelagnum serligt krav
um, at børnini fáa tilboð
um pláss á vøggustovum,
barnagørðum,
frítíðar
skúlum og ungdómsklubb
um, har børnini umframt at
verða ansaði eisini fáa tað
neyðugu stimbranina til eina
góða og positiva menning.
Hesa nýggju uppgávuna
í samfelagnum, hava náms
frøðingarnir tikið sær av.
Umframt at námsfrøðingar
nir ansa børnunum, so hava
hesi uppgávuna at menna
og menta børnini, fylgja við
teimum og seta neyðug tiltøk
í verk, tá tað gerst neyðugt.
Her er ikki talan um
parkering av børnum í ar
beiðstímunum,
men
her
er talan um eygleiðing og
menning av besta tilfeingi,
okkara land eigur, nevniliga
komandi
ættarliði.
Hetta
krevur veruligt námsfrøði
ligt medvit.
Umsorganarmedvitið
hjá námsfrøðingum hevur
síðan ført við sær, at hesin
starvsbólkur er vorðin ein
krummtappur í okkara al
mannaverki. Boð varð eftir
námsfrøðingum til at hava
umsorgan við teimum av
okkara medborgarum, sum
hava tørv á umsorgan.
Tískil eru rættiliga nógvir
limir
í
Pedagogfelagnum
vorðnir álitið, tá tað kemur
til at reka mongu stovnarnar
og búfelagsskapirnar, har
fólk við serligum avbjóðing
um eru og búgva.
Umframt holla útbúgving,
so setur hetta eisini krøv
til serlig evni og áhuga, har
tann góði námsfrøðingurin
má geva nakað frá sær, um
arbeiðið skal eydnast.
Tað finnast ivaleyst nógv
ir hættir til tess at máta,
hvussu gott eitt samfelag
er. Men givið er, at eitt sam
felag, sum tekur sær væl av
sínum børnum og teimum
borgarum, sum hava dagliga
umsorgan fyri neyðuni, tað
er eitt gott samfelag.
Eitt slíkt samfelag hava
vit, men enn liggur á láni, at
myndugleikarnir, sum varða
av øllum hesum, seta verulig
an prís á hetta.
Eitt annað, sum fellur í
eyguni á mongum, er, at fak
feløg, har stóri meirilutin er
kvinnur, eru afturúrsigld, tá
tað kemur til løn. Hetta kom
týðiliga fram og varð mangan
havt á orðið, nú sjúkrarøkt
ararnir vóru í samráðingum,
og vit síggja tað eins týðiligt
í dag, nú námsfrøðingar eru
í sokallaðum samráðingum.
Men hvussu kann eitt
framkomið land loyva sær
at vera meira pírið við at
geva fakfeløgum við nógvum
kvinnum rímiliga løn enn
feløgum,
har
hitt
kynið
hevur stóran meiriluta.
Og hetta hendir her hjá
okkum,
samstundis
sum
grannar okkara vestan hav,
hava samtykt lóg, sum sigur,
at eingin lønarmunur skal
gerast á kvinnum og monn
um.
Lønarkravið, sum Peda
gogfelagið hevur sett fram
mótvegis
mótpartinum,
sigst vera smáar 8 mió. kr. Tá
hugsað verður um, hvussu
skjótt og snikkaleyst slíkar
upphæddir, mangan verða
avgreiddar í løgtinginum
og stóru kommununum, so
kann tað ikki annað enn tykj
ast heilt óskiljandi, at hetta
ikki skal bera til, tá talan er
um starvfólk, sum hava ein
so týðandi leiklut í nútíðar
samfelagnum.
Felagið vísti annars stóra
samfelagsábyrgd aftur í 1992,
tá limir felagsins fóru á leið
8,5% niður í løn, tá stóra bú
skaparkreppan rakti okkum.
Hetta varð gjørt, tí fel
agið kendi sína ábyrgd í
samfelagnum, men eisini tí,
at myndugleikarnir søgdu, at
hetta skuldi koma uppáftur
lønina, tá búskapurin aftur
vendi.
Men nú góða fjórðingsøld
seinni liggur hetta enn á láni,
og vit hava søguligan stóran
búskaparvøkstur.
Hendir tað ikki nú, so er
torført at ímynda sær, nær
tað so skal henda.
Skulu vit hava dygd og
góðsku í samfelagnum, so
fáa vit hana ikki ókeypis.
Tíðin er komin, har landsins
myndugleikar veruliga seta
prís á góða námsfrøðiliga
góðsku. Men hesin boð
skapur hevur eftir øllum at
døma ikki enn funnið vegin
inn til Lønardeildina í Fíggj
armálaráðnum ella inn til
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið.
Tað er ikki longur nóg
mikið, at leiðandi fólk innan
hesar stovnar siga seg skilja
støðuna og vilja tað besta.
Nú er at vísa tað í verki.
So er at vísa tað í verki
Myndir: Álvur Haraldsen