mánadagur 8. januar 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Fyrrverandi evropameistari skal vera við til at menna badminton í Føroyum. Stuttsøgdu ítróttartíðindini
hesaferð gera eisini eitt legg út í heim, har nýggja ítróttarárið so smátt er farið á rull
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Danska
ítróttarsambandið
skipaði leygarkvøldið fyri
útnevningum
av
ársins
ítróttarfólkum
og
øðrum
í donskum ítrótti, og her
vórðu eisini kosnir ársins
fótbóltsspælarar í árinum
2017. Hjá monnum var tað
ikki óvæntað Tottenham-
spælarin, Christian Eriksen,
ið varð kosin ársins leikari.
Hetta var fjórðu ferð, at
hann fekk hendan heiðurin.
Hinar ferðirnar var í 2013,
2014 og 2015. Í 2016 var tað
Leicester-málverjin, Kasper
Schmeichel, ið varð kosin
árins leikari. Hjá kvinnunum
var tað Pernille Harder, ið
varð kosin ársins leikari.
Hetta var triðja árið á rað og
fjórðu ferð tilsamans, at hon
fekk heiðurin.
BADMINTON
Badmintonsamband Føroya
skrivaði fríggjadagin undir
sáttmála við danska venjar
an, Sune Gavnholt, ið kom
andi tvey árini skal mynda
landsliðsvenjaratoymið
saman við verandi venjara
num, Aritra Nandy. Sune
Gavnholt er 34 ára gamal
og býr í Århus saman við
konuni og tveimum børn
um. Hann er fulltíðar bad
mintonvenjari í Ikast IF
Badminton.
Hann
hevur
sjálvur eisini nógvar royndir
sum yrkisbadmintonleikari.
Hann hevur verið millum
10 teir bestu í Danmark
og millum 100 teir bestu í
verðini. Harafturat hevur
hann luttikið í eini ørgrynnu
av altjóða kappingum. Sune
hevur verið danskur meistari
5
ferðir
og
evropeiskur
meistari 4 ferðir sum ung
dómsleikari.
- Vit hava arbeitt við
hesari ætlanini í nakrar mán
aðir, og eru vit sera fegin og
spent at kunngera navnið á
nýggja landsliðsvenjaranum.
Við Sune Gavnholt, sum ein
part
av
landsliðsvenjara
toyminum, fara vit at seta
ferð á menningina av før
oyskum badminton. Hetta
verður gjøgnumført við, at
landsliðið fer at hava fleiri
savningar her heima og í
Danmark, og samstundis at
gerast sterkari í kappingum,
sum luttikið verður í, sigur
formaðurin
í
BSF
Erik
Engelbrecht Thomsen.
Danska
ítróttarsam
bandið hevur saman við
Jyllandsposten
útnevnt
ársins ítróttarfólk 2017 í
Danmark. Hetta varð gjørt
á gallaveitslu í Herning
leygarkvøldið, har badmin
tonspælarin Viktor Axelsen
fekk heiðurin sum ársins
ítróttarfólk. 24 ára gamli
Axelsen gjørdist í august
í fjør heimsmeistari við at
vinna 2-0 í finaluni ímóti
kinesisku
legenduni,
Lin
Dan. Hetta var fyrstu ferð
í 20 ár og einans triðju ferð
yvirhøvur, at ein danskari
gjørdist heimsmeistari í ein
mansleiki hjá monnum.
HONDBÓLTUR
Næstbesta deildin í donsk
um hondbólti fór av bakka
stokki um vikuskiftið, har
oddaliðið,
TMS
Ringsted,
ið hevur danan á føroyska
landsliðnum, Nicklas Selvig,
við í hópinum, vann 30-25
á útivølli ímóti Skive fH.
Støðan í hálvleikssteðginum
var 14-13 til TMS Ringsted.
Nicklas Selvig skeyt tvey
mál fyri teir grønu, sum nú
eru á fyrsta plássi og heili
fimm stig frammanfyri liðið
á øðrum plássi, Randers HH.
Hetta var einasti dysturin
hetta vikuskiftið, so hinir
føroyingarnir í deildini spæla
sín fyrsta dyst í 2018 kom
andi vikuskifti.
Danska hondbóltslands
liðið hjá monnum fekk eina
góða upptakt til EM, sum
byrjar í Kroatia fríggja
dagin. Frammanfyri 12.000
áskoðarum í Golden League-
finaluni í París eydnaðist
tað nevniliga donsku monn
unum at vinna ímóti heims
meistarunum úr Fraklandi.
Tað
var
Rasmus
Lauge,
sum við einum máli í evstu
løtu tryggjaði Danmark ein
29-28-sigur eftir at støðan
í hálvleikinum annars var
javnleikur 15-15.
TENNIS
Danska
tennisdrotningin,
Caroline Wozniacki, fekk
eina góða byrjan upp á
nýggja árið, tá ið hon í WTA-
kappingini í Aucklandi í Ný
Sælandi spældi seg heilt
fram í finaluna, har hon tó
tapti ímóti Juliu Görges úr
Týsklandi. Úrslitið í finaluni
gjørdist 6-4, 7-6. 27 ára gamla
Caroline Wozniacki hevur
tað javnan trupult við at
finna finalur, og hetta var
WTA-finala nummar 51, ið
hon tapti. Eftir annað pláss
ið í Auckland, har hon annars
var styrkismett sum numm
ar eitt, klintrar hon heilt upp
á 2. plássið á heimsstyrkis
listanum. Næsta uppgáva
hennara verður í Melbourne,
har grand slam-kappingin
Australian Open byrjar um
eina viku.
Australian Open fær eftir
øllum at døma ein trupul
leika við ovurnógvum hita
í ár. Ein hitabylgja hev
ur rakt landið meint, og í
tenniskappingini
Sydney
International, sum er farin
í gongd og er upphitingar
kapping til Australian Open,
eru í ávísum støðum máld 47
hitastig. Hetta er tann mesti
hitin í landinum síðan 1939.
Á
tennisvallunum
hevur
hitin verið áleið 43 hitastig,
men tað hevur kenst sum
50 hitastig. Tað hevur eitt
nú havt við sær, at Kristina
Mladenovic í sínum fyrsta
dysti í kappingini mátti
gevast vegna hitaslag.
Roger Federer gekk á
odda, tá ið Sveis um viku
skiftið tryggjaði sær sigurin
í Hopman Cup, ið er ein
tenniskapping ímillum lond.
Liðfelagi hjá 36 ára gomlu
tennislegenduni
í
hesari
kappingini
var
Belinda
Bencic, og tey bæði vunnu
finaluna ímóti Týsklandi, har
spælararnir vóru stórtalent
ið Alexander Zverev og fyrr
verandi heimseittarin hjá
kvinnum, Angelique Kerber.
Roger Federer vann 6-7, 6-0,
6-2 ímóti Alexander Zverev,
men síðani vann Angelique
Kerber 6-4, 6-1 ímóti Belindu
Bencic og javnaði til 1-1. Í av
gerandi dystinum vunnu
Federer og Bencic tó bland
aða tvímansleikin 4-3, 4-2 og
tryggjaðu Sveis fyrsta Hop
man Cup-steypið síðani 2001,
tá ið Roger Federer eisini var
oddamaðurin.
Nýggjur landsliðsvenjari í badminton
F.v.: Sune Gavnholt, venjari, og Erik Engelbrecht Thomsen, formaður