Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Høllin á Hálsi Seinasti spenningurin er nú kroyst­ ur úr kvinnukappingini í hondbólti. Fyri jól vóru trý lið við í kappingini um tvey bæði atgongumerkini til FM finalurnar. Serliga VÍF er sann­ førandi, meðan tað hevur verið eitt sindur av eini kapping millum Kyndil og VB um annað plássið. Fyri jól vann Kyndil lykla­upp­ gerðina móti VB, sum nú eisini má klára seg uttan Mathilde M. Peder­ sen, sum er toppskjútti við 88 mál­ um, og verið ein lyklaspælari í fyrru hálvu. Undan hesum umfarinum vóru tvey stig upp til Kyndil, sum liggur á øðrum plássi, men Kyndil hevur ein dyst til góðar. Tað sær ikki út til, at hvørki VÍF ella Kyndil smida stig móti lægru liðunum. Tí var VB trýst til at vinna á Neistanum í gjár, men stóð eftir við einum 22-19 tapi á Hálsi móti Neistanum, sum er í kreppu í ár. Alt riggaði hjá Kyndli Kyndil hevur havt ávísar trupul­ leik­ar í hesum kappingarárinum, mill­um annað í heimdystinum móti Stjørn­uni, har tær ikki vinna fyrr enn í seinastu løtu. Í heimadystinum móti H71 er tó ongin ivi. Sonni larsen, venjari hjá H71 kvinnunum, tekur tvær ferðir time-out í fyrru hálvu av fyrra hálv­leiki. Kyndil er á odda 8-0 og dyst­urin er avgjørdur. -Í dag riggar so at siga alt megin­ partin av dystinum. Vit standa væl í verjuni og kom upp á 8-0, áðr­enn tær fáa nakað mál. Vit fáa eisini skjótálopini, tí vit fáa fatur á bóltinum í verjuni, sigur Marianna G. Eystberg, sum sjálv skoraði átta mál fyri Kyndil. Tað tykist sum Kyndil hevur lært frá dystinum móti Stjørnuni, tá teir hóast greiðan yvirvág, ikki vinna fyrr enn móti endanum. -Eg haldi dysturin móti Stjørnuni var torførari enn hesin, men vit skulu prógva at vit hoyra heima í oddinum í hvørjum dysti. Tað haldi eg vit gera í dag, sigur Mari­ann G. Eystberg. Í H71-leguni iðra tey seg um, at dyst­urin verður avgjørdur longu í fyrstu minuttinum. -Um vit trekkja hasi fyrstu sjey mál­ini frá, so avrik á eini leið. Tað er nógv meiri “fight” og vilji í restina av dystinum, men tað bleiv tungt aftaná hasa byrjanina, sigur Durita Joen­sen, sum spældi tað mesta av dysti­num á strikuni. -Eg veit ikki um tað er jólaferian, sum ger tað. Kyndil hevur fleiri royndir og duga kanska betri at spæla, hóast tað ikki hevur verið vant so nógv í seinastuni, leggur Durita Joensen afturat. VÍF framvegis fremst Vestmannakvinnur liggja fram­ veg­is á odda í Hvonn-deildini. Tær lótu heldur ongan iva verða um, at tær eru frammanfyri Stjørn­uni á stigatalvuni, tá tær í gjár vunnu 32-25 í Vestmanna. Mari­anna H. Jacob­sen gekk á odda við mál­skjót­ ini. Hon skoraði níggju mál, meðan Liljan Durhuus eisini hjálpti væl til við sínum átta málum. Stjørnan er í framgongd og royndi eisini at fylgja við, men VÍF er væl fyri í løtuni. Tær hava bara sett eitt stig til í allari lands­kapp­ ingini higartil. Tað skal henda nógv, um tað ikki verða VÍF og Kyndil, sum møtast í FM finalunum. Liðini hava ein út­ settan dyst, sum verður spæld­ur hós­kvøldið. Hinvegin, so er steypa­ kapp­ingin á gáttini, so kanska onk­ ur av hinum liðunum kunnu bjóða av. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR Hvonndeildin: Tað eru nú bara VÍF og Kyndil, sum kunnu vinna FM, eftir at Neistin í gjár vann á VB, sum er eisini avbjóðari á stigatalvuni. Umframt at tapa fyri Neistanum, so má VB klára seg uttan toppskjúttan restina av kappingarárinum VB MIST TOPP­ SKJÚTTAN OG VÓNINA UM FM