Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hósdagin spælir føroyska A-landsliðið fyrsta dystin í innleiðandi HM-undan­kapp­ingar­ bólki­num móti Ukraina. Føroyska A-landsliðið hevur í longri tíð ikki havt støðugar uppgávur. Tað sást aftur, tá A-landsliðið í januar í fjør, stóð veikt í myndini í mun til U21- lands­liðið, sum tá vann seg til HM enda­spælið í Algeria. Nú verður arbeitt við at menna A-landsliðið og landsliðsvenjarin heldur fyri, at talan er um eina nýggj­an byrjan, men letur ongan iva verða um, at vit eru við fyri at vinna, tó so at vit skulu læra nakað á vegnum. - Sjálvandi eru vit við fyri at læra, men eins og í Algeria, so eru vit við fyri at gera alt vit kunnu og spæla móti øllum. Vit eru ikki við fyri at hugna okkum, men fyri fáa sum mest burturúr okkara spælarum, sigur Sonni Larsen, sum er venjari saman við Jeppe Borch. Ferðin er byrjað Liðið fór avstað í gjár, har tað hava verið fundir og fyrireiking á skránni í Ishøj. Í dag er ein styrki­venj­ing á skránni, umframt ein dyst­ur móti HØJ í Ølstykke høllini, sum verður klokkan 19. Í morgin er seinasta venjingin í Danmark á skránni, áðrenn farið verður til Italia. Mikudagin fáa spælararnir møgu­leika at sova leingi, áðrenn ein stutt venjing verður á skránni, har spælararnir sleppa at royna vøllin og høllina, har dystirnir verða spældir. Hósdagin er fyrsti dysturin á skránni móti Ukraina. Fríggjadagin er tað Rumenia, og seinasti dysturin verður móti Italia leygarkvøldið. -Fyrireikingarnar hava verið góðar. Tað eru nógvir spælarar, sum kunnu og vilja verða ein partur av landsliðnum. Teir hava vant væl, men samanlagt hevur talan verið um tríggjar smærri samligar, so tað er kanska í styttra lagi í mun til mótstøðuliðini, sigur lands­liðs­ ven­jarin. Ein stór avbjóðing í slíkum førum er, at dystirnir verða spældir dag um dag. Her hevur eitt føroyskt lið gjarna tann vansan, at tá spælt verður móti størri og sterkari mót­støðu, er torført at hvíla ella for­deila orkuna, tí tú mást spæla við øllum tú eigur í hvøjari løtu. -Tað er rætt, tað er torført fyri okkum, men tað er tað sami fyri hini liðini. Vit hava ein breiðan hóp, sum kann eitt sindur av hvørj­ um. Okkara vón er, at fáa for­deilt orkuna og evnini yvir allar dyst­ ir­nar, so vit standa sterkir í øllum støð­um, sigur Sonni Larsen. Her verður millum annað víst til, at føroyska U21 landsliðið til HM- enda­spælið í Algeria spældi nakrar av sínum bestu dystum seint í kappingini. Ein nýggj byrjan Føroyskur landsliðshondbóltur er í fram­gongd. Tað er tað ikki nakar ivi um, eftir at Hondbóltssambandið setti ferð á landsliðsarbeiðið aftur, men tað sæst aftur á royndunum hjá A-landsliðnum, at tað kann koma at taka nakað av tíð, áðrenn spælar­ar­nir finna hvønn annan í blindum. -Sum heild er talan um eina nýggjan byrjan fyri landsliðið. Vit skulu hava nøkur ting at rigga í verjustøðu og álopsstøðu. Vit kenna ikki neyvt styrkina á øllum mót­støðu­liðunum, men málið er at vera við í øllum dystunum. Ukraina og Rumenia er á einum hægri stigi enn vit, men vónandi kunnu vit arga tey, meðan tað er meiri javnt millum okkum og Italia, sigur Sonni Larsen. Hóast landsliðið ikki hevur spælt nógvar HM ella EM undan­ kapp­ingardystir seinastu árini, so er venjarin ikki bangin fyri, at spælararnir ikki kenna hvønn annan. -Vit hava lagt stóran dent á, at fáa landsliðið til at kenna seg sum eitt lið. Vit kunnu ikki liva Sonni Larsen um A-landsliðið: Hóast fleiri spælarar eru ungir og liðið ikki er væl samanspælt, so snýr tað seg um at vinna, tá A-landsliðið hjá monnum í hondbólti fer til Italia í vikuni. – Allir kenna treytina fyri at spæla á A-landsliðnum. Tað snýr seg um at vinna, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari VIT ERU VIÐ FYRI AT VINNA HONDBÓLTUR