Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR av gomlum úrslitum og hetta er byrjanin til nakað nýtt. Men vit hava eisini ein fyrimun, at spælararnir hjá okkum kenna hóast alt hvønn annan. Um teir ikki hava spælt á liði saman, so hava teir gjarna spælt móti hvørjum øðrum. Tað hava hinir spælararnir nokk eisini, men trúgvi ikki í líka stóran mun sum okkara, leggur landsliðsvenjarin dent á. Skulu tora at bjóða av Niðurstøðan undan HM-undan­ kapp­ingini í Italia er, at føroyska liðið skal tora at bjóða av. Lands­liðs­ venjarin heldur millum annað fyri, at tað er týdningarmikið føroyska liðið er við til at avgera hvussu hini liðini leypa á, og hvussu vit leypa á. - Í stóran mun er talan um vurderingsspæl, men vit royna at fáa innspælt ein ávísan stíl, har tað verður vit sum avgera hvussu vit gera í álopinum. Enda vit við at gera sum mótstøðulondini ynskja, so fáa vit tað torført. Í løtuni arbeiða vit við at finna ein føroyska spælistíl, sum er dynamiskur í álopsstøðu, sigur Sonni Larsen um álopsspælið. Í løtuni verða landsliðsavrikini sett í samband við avrikini hjá U21 landsliðnum í Algeria. Fleiri spælar­ ar ganga aftur frá tí liðnum, og tað ger venjarin eisini. Tað verður tó ikki ein menningartúrur til Italia, tí á A-landsliðnum snýr tað seg bara um at vinna, men tað krevur at okkara menn tora at bjóða av. -Tað er ikki av tilvild, at okkara dreing­ir kláraðu seg so væl í Algeria. Teir vóru til reiðar at spæla við. Við U21 landsliðnum er upp­gávan, at allir spælararnir fáa nakað burturúr og blíva betri. Á A-landsliðnum er uppgávan greið. Klára teg best møguligt. Her er ong­ in náði og spælararnir kenna eisini fortreytirnar fyri at spæla á hond­ bóltslandsliðnum. Vit fara á vøllin fyri at vinna allar dystirnar, óan­ sæð hvussu mótstøðuliðið eitur, sigur Sonni Larsen at enda. trondur@sosialurin.fo SKRÁIN Føroyar spæla fyrsta dystin móti Ukraina hósdagin klokkan 15.30. Fríggjadagin klokkan 15.30 er tað Føroyar-Rumeina, meðan dysturin móti Italia verður leygarkvøldið klokkan 19.45. Allir dystirnir verða spældir í Palaresia Bolzano, sum liggur í norðuritalia. Tað eru seks bólkar, har bólkavinnararnir spæla um at sleppa til sjálvt HM-emdaspælið. Rás2 er við á ferðini og sigur frá øllum dystunum. UKRAINA: Her kunnu vit vænta, at liðið er kropsliga væl fyri, gjarna betri enn vit hava møguleika at stilla upp við. Her verður neyðugt hjá okkum, at takla tíðliga í hvørjum álopi og savna kreftirnar í verjustøðu, so vit eisini kunnu stýra hvat teir kunnu gera. Teir fara altíð at koma til skot, men spurningurin er hvar frá. Teir hava fleiri altjóða royndir enn okkara, um tú hyggur eftir dystartali og aldri. Her er málið at verða við allan dystin og í minsta lagi arga teir. Helst eru teir hálvtíðar spælarar. RUMENIA: Her er talan um torføra mótstøðu. Teir hava spælt móti millum annað Póllandi og Serbia og vunnið báðar. Teir vinna við heili átta málum á Serbia beint fyri nýggjár. So hyggja vit eftir úrslitum, so peikar pílurin fyri Rumenia bara ein veg. Her er ein møguleika, at spæla við sjey móti seks í álopsstøðu. Rumenska liðið hevur fingið íblástur av sponskum hondbólti, og tað sæst aftur á spælinum hjá teimum. Millum annað er venjarin hjá FC Barcelona venjari hjá teimum. Hevur tú sæð FC Barcelona spæla, so hevur tú eisini eina hóming av hvussu Rumenia spælir. Í álopsstøðu koma bakkarnir fram. Tí skulu vit hava spælt strikurnar upp. Í hinum endanum er uppspælið hjá teimum tolið. ITALIA: Tað er torført at siga hvørja styrki italskur hondbóltur hevur. Fakliga kenna vit lítið til liðið hjá teimum og italskan hondbólt sum heild. Her hava vit tó tann fyrimunin, at vit spæla móti teimum seinast. Tí hava vit tveir møguleikar at síggja Italia spæla, áðrenn vit møta teimum leygarkvøldið. Vit mugu bara spæla ein dyst á gangan og síggja hvussu gongur, men nógv bendir á, at Italia hevur áleið somu styrki sum vit. Men nú fáa vit at síggja, teir eru eisini á heimavølli. Sonni um hini liðini: Niklas Simonsen, Skjern Ári Dam, H71 Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF Rókur Akralíð, Kyndil Hilmar Leon Jakobsen, H71 Sigmundur Nolsøe, H71 Kjartan Johansen, Fyllingen Jónas Djurhuus, HØJ Peter Krogh, Skive Helgi Hoydal, Odder Nicklas Selvig, TMS Ringsted Fríði Weyhe, FFI Sjúrður Olsen, VÍF Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík Tróndur Kragesteen, Neistin Høgni Klein Olsen, Kyndil Føroyski hópurin: