mánadagur 8. januar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útisetar í 2018:
FÓTBÓLTUR
André Olsen
Eftir at 2017 fór í árbókina sum eitt
ár, har fleiri av okkara bestu fót
bóltsútisetum vóru nógv darvaðir
av skaðum, byrjar nú eitt nýtt ár
fyri okkara fótbóltsútisetar.
Sum kappingarnar eru skrúvað
ar saman, er lættast at meta um
útlitini hjá teimum, ið spæla í
donskum fótbólti, av tí at helvtin
av kappingarárinum hjá teimum
longu er spælt, meðan útisetarnir
í Íslandi og Noregi byrja eitt heilt
nýtt kappingarár, tá tað fer at líða
móti vári. Tískil eru fyritreytirnar
eitt sindur meira ókendar í teimum
báðum londunum, samanborið við
í Danmark.
Hallur móti Jóan Símun
og Viljormur móti
Jákup Thomsen
Í Danmark eru tað serliga feløgini
hjá teimum fýra, Hallur Hansson,
Jóan Símun Edmundsson, Viljor
mur Davidsen og Jákup Thomsen,
ið hava eitt spennandi hálvár
frammanfyri sær.
Við føroyskum eygum er tað
eitt sindur tvíbýtt millum teir
fýra. Í donsku Superliguni er mál
setningurin hjá feløgunum hjá
Halli Hansson og Jóan Símun Ed
mundsson tann sami, meðan mál
setningurin í næstbestu donsku
deildini eisini er tann sami hjá
feløgunum hjá Viljormi Davidsen
og Jákupi Thomsen.
AC Horsens og OB, sum eru
feløgini hjá Halli Hansson og Jóan
Símuni Edmundsson, stríðast bæði
um at enda millum seks tey ovastu
liðini, tá kappingin hálvan mars
verður býtt upp, har seks tey ovastu
liðini koma at spæla í einum bólki
fyri seg, meðan átta tey niðastu
liðini koma at spæla í einum øðrum
bólki um niðurflytingarpláss.
Málsetningurin er
broyttur í AC Horsens
Heldur óvæntað liggur AC Horsens í
løtuni millum tey liðini, sum kunnu
tryggja sær pláss í ovara bólkinum,
tí sum støðan er beint nú, liggur
AC Horsens nummar fimm í bestu
donsku deildini. Hallur Hansson,
ið hevur sína dagligu gongd í AC
Horsens, viðurkennir eisini, at mál
setningurin hjá felagnum er broytt
ur eitt vet, nú tá gongdin hevur
verið betri enn væntað í heyst.
Eg síggi við stórum spenningi
uppá komandi hálvárið. Málið hjá
okkum yvirfyri miðlunum hevur
alla tíðina verið at yvirliva, men nú
tá gongdin hevur verið so góð sum
hon hevur verið, so droyma vit
sjálvandi um meir. Um vit kunnu
bjarga okkum við at enda í topp 6,
hevði tað verið framúr fyri okkum,
men tað er heldur eingin katastrofa
fyri okkum, um vit ikki enda í ovara
bólkinum. Har eru eini 10 lið sum
kappast um at enda millum seks
tey ovastu, so kappingin er hørð.
Men eg dugi ikki at síggja, hví vit
ikki kunnu fara avstað við einum
plássi millum tey ovaru liðini, sigur
Hallur Hansson, sum víðari sigur,
at tað bæði ítróttarligt og fíggjar
ligt vil vera ótrúliga stórt fyri eitt
felag sum AC Horsens, um tað
skuldi eydnast at enda millum tey
ovaru liðini.
Fyrstu dystirnir skilmarka
kappingarárið
Í OB í Odense, har Jóan Símun
Edmundsson hevur sína dagligu
gongd, eru væntanirnar eitt sindur
øðrvísi enn hjá Halli Hansson og AC
Horsens. Har hevur fólki eina fatan
um, at OB eigur at vera millum tey
ovaru liðini í donskum fótbólti.
Jóan Símun Edmundsson sigur,
at komandi átta dystirnir vera
avgerandi fyri, um kappingarárið
hjá OB fer at vera góðkent ella ikki.
Vit hava eitt sera spennandi
hálvár fyri framman, har átta
teir fyrstu dystirnir koma at skil
marka um kappingarárið verður
góðkent ella skuffandi. Vit hava
eina lutfalsliga harða leikskrá, har
vit hava útidystir móti FC Nord
sjælland, FC Keypmannahavn og
Brøndby, so tað skulu helst stig til
í teimum dystunum, um vit skulu
klára tað. Men vit góðar vónir, og eg
ivist ikki í at tað fer at vera stórur
spenningur til tað allar seinasta um
seks tey ovastu plássini í deildini,
sigur Jóan Símun Edmundsson.
Kundi hugsað sær at
roynt seg á hægri støðið
Persónliga er komandi hálvárið
eisini spennandi fyri Jóan Símun
Edmundsson.
Í summar gong
ur sáttmálin hjá
Jóan Símun Edmunds
son við OB út, og tofta
maðurin er longu nú byrjaður at
hugsa um sína fótbóltsframtíð.
Sum er, royni eg bara at gera
mítt besta á vøllinum, og so má
tíðin vísa, hvar eg spæli eftir kapp
ingarárið. Eg havi samskifti við OB
í løtuni um at leingja samstarvið,
ella um hetta verður mítt síðsta
hálvár. Støðan hjá mær er eitt
sindur tvíbýtt. Eg haldi tað kundi
verið spennandi at kunna at verið
við til at fingið OB upp í toppin
aftur av donskum fótbólti aftur,
men hinvegin kundi eg eisini tonkt
mær at spælt á hægri støðið enn
í Superliguni, um eg fekk møgu
leikan til tað, sigur Jóan Símun
Meðan Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson stríðast um pláss fyri at enda í ovaru
hálvu av Superliguni, stríðast Viljormur Davidsen og Jákup Thomsen um uppflytingarpláss
til Superliguna. Eisini ganga sáttmálarnir hjá fleiri av føroysku útisetunum seinni í ár út
FLEIRI
SÁTTMÁLAR
GANGA ÚT