mánadagur 8. januar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Útisetarnir í 2018:
DANMARK:
Hallur Hansson (AC Horsens)
Jóan Símun Edmundsson (OB)
Brandur Hendriksson Olsen (Randers FC)
Teit Jacobsen (Sønderjyske)
Finnur Justinussen (Fremad Amager)
Heini Vatnsdal (Fremad Amager)
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Jákup Thomsen (Thisted)
NOREG:
Gilli Rólantsson Sørensen (Brann)
Sonni Ragnar Nattestad (Molde FK)
Rógvi Baldvinsson (Bryne FK)
Patrik Johannesen (Florø)
ÍSLAND:
Gunnar Nielsen (FH)
René Shaki Joensen (Grindavík)
Jónas Tór Næs (ÍBV)
Kaj Leo í Bartalsstovu (ÍBV)
ONGLAND:
Andrias Edmundsson (Sunderland)
Edmundsson.
Merkist bjartskygni
á fólki í Vejle
Í næstbestu donsku deildini er
komandi hálvárið eisini serstak
liga spennandi fyri føroyska lands
liðsleikaran, Viljormur Davidsen.
Viljormur Davidsen telist millum
lyklaleikararnar hjá Vejle, sum fyri
fyrstu ferð í nógv ár kappast um
at flyta upp í donsku Superliguna.
Viljormur Davidsen sigur, at tað
merkist væl á fólki í býnum, at
Vejle nú aftur kann verða partur
av bestu donsku fótbóltsdeildini.
Komandi tíðin er ógvuliga
spennandi hjá Vejle BK. Vit
hava eitt gott og spennandi lið,
og málsetningurin hjá okkum
um at flyta upp í Superliguna er
góður, nú tá vit liggja sum nummar
eitt í vetrarhálvuni. Vejle BK er eitt
søguliga stórt felag, sum í alt ov
nógv ár hevur spælt í næstbestu
donsku deildini. Tí hevur tað stóran
týdning fyri felagið at flyta upp
aftur, tí fólki heldur, at tað er har
at felagið hoyrir heima. Tað merkist
eisini eitt stórt bjartskygni á fólki í
býnum nú, sigur Viljormur David
sen.
Sáttmálin hjá Viljormi
gongur eisini út
Framtíðin hjá Viljormi Davidsen er
ógvuliga lík tí hjá Jóan Símun Ed
mundsson. Sáttmálin hjá Viljormi
gongur í summar út við Vejle, og tí
er framtíðin hjá føroyska landsliðs
leikaranum enn eitt sindur ógreið.
Eg síggi við stórum spenningi
uppá mína framtíð. Eg hugsi ikki so
nógv um enn, at sáttmálin hjá mær
í summar gongur út, tí í løtuni royni
eg bert at fáa eina góða ”preseason”,
og at koma í góðan form. Um eina
tíð má eg fara at hyggja uppá teir
møguleikarnar eg fái, og velja tann,
sum eg haldi vera best, sigur Vilj
ormur Davidsen.
Størsti kappingarneyti hjá Vilj
ormi Davidsen og Vejle BK til at
flyta upp í bestu donsku deildina
er felag, har eisini ein føroyskur
leikari spælir við. Tað er Thisted
FC, har U-21 landsliðsleikarin,
Jákup Thomsen, í løtuni er bundin
at. Jákup Thomsen er leigaður út til
Thisted FC frá FC Midtjylland.
Framtíðin hjá Gilla
eisini ógreið
Av øðrum føroyskum útisetum,
gongur sáttmálin hjá Gilla Rólants
son Sørensen við Brann eisini út
seinni í ár. Gilli Rólantsson Søren
sen hevur higartil takkað nei til
nýtt tilboð frá Brann, og tað hava
fleiri av hansara liðfeløgunum
eisini gjørt. Við in.fo fyri einum
mánað síðani segði Gilli Rólantsson
Sørensen at hann kundi hugsað
sær at roynt seg á einum hægri
støðið enn í Brann.
andre@sosialurin.fo
Eg haldi tað kundi verið spennandi
at kunna at verið við til at fingið
OB upp í toppin av donskum
fótbólti aftur, men hinvegin kundi
eg eisini tonkt mær at spælt á
hægri støðið enn í Superliguni