Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Rob Cross gerst heimsmeistari í dart. Hetta er fyrstuferð, at hann luttekur í HM. Hann vinnur í finaluni 7-2 ímóti legenduni, Phil Taylor, ið samstundis takkaði fyri seg sum dartspælari. Patrik Johannesen verður seldur úr B36 til Florø, sum spælir í næstbestu norsku deildini. Tað verður hildið, at 22 ára gamli áleyparin kostaði beint undir 100.000 krónur. KÍ skrivar undir tvey ára sáttmála við serbiska verjuleikaran, Deni Pavlovic, ið er 24 ára gamal og seinast hevur spælt við Novi Pazar í næstbestu serbisku deildini. Chelsea keypir Everton- miðvallaran, Ross Barkley. Hann kostar London-felagnum áleið 150 milliónir krónur. Hann er 24 ára gamal og er eisini á enska landsliðnum. Badmintonsamband Føroya setir danska Sune Gavnholt í starv sum venjara, har hann næstu tvey árini skal vera partur av landsliðsarbeiðnum. Hann starvast dagliga sum venjari í Ikast. FC Barcelona váttar, at teir hava keypt Liverpool-stjørnuna, Philippe Coutinho, fyri í minsta lagi 900 milliónir krónur. 25 ára gamli brasilski miðvallarin fær sáttmála fram til 2023. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Phil Taylor, 16-faldaður heimsmeistari í dart, nú hann gavst Hilmar Leon Jakobsen (H71) eftir 25-13-tap ímóti Kyndli Vit skora 13 mál upp á 60 minuttir. Tað er ræðuliga, ræðuliga vánaligt. Tað havi eg ikki upplivað fyrr. Ikki uttan tað hevur verið í dreingjum 12. Eg vænti teir høvdu spælt betur enn vit í dag. Tað er farið. Eldurin er farin. Eg vil gjarna vinna, og eg havi enn eldhugin í búkinum, men míni gomlu amboð eru ikki so góð sum tey einaferð vóru Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Peter Krogh Aldur: 27 Yrki: Hondbóltsspælari (H71) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Andorra 2. Rafael Nadal 3. Maria H. Weyhe 4. Chris Froome 5. H71 6. Heidi Sevdal 7. Benjamin Gunnarstein 8. Bára Krosslá Mortensen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvat landslið vann í fjør fyrsta kappingardystin í 13 ár við 1-0-sigri ímóti Ungarn? 2 Hvør maður spældi seg í tríggjar grand slam-finalur í tennis í fjør? 3 Hvør er toppskjútti í Hvonndeildini í hondbólti hjá kvinnum? 4 Hvør vann Tour de France í fjør? 5 Hvør bleiv steypavinnari í manshondbólti í Føroyum í fjør? 6 Hvør bleiv toppskjútti í 1. deild hjá kvinnum í fótbólti í fjør? 7 Hvør bleiv føroyameistari í einmansleiki hjá monnum í badminton í fjør? 8 Hvussu eitur VB-leikarin á myndini? Myndin hesa vikuna: Hvussu er at vera aftur í Føroyum? - Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum. Tað er gott at síggja øll aftur, sum man hevur saknað hvønn dag. Hví bleiv steðgurin so stuttur í Danmark? - Vit fullu heilt einfalt ikki til sum familja. Er tað stórur munur á støðinum í donsku 1. division og so FTZ-deildini? - Tað er stórur munur á. Tað er munur á fysikkinum, og so eru tað eisini fleiri lið í Danmark, sum ein skal fyrireika seg uppá. Hvussu sær framtíðin út – er hon í H71 ella í útlandinum? - Beint nú er tað í Føroyum, at vit aftur skulu finna okkum til rættis, og eg vænti, at vit vera her í nøkur ár. Tað verður einki uttanlandaævintýr, og eg vænti, at tað er av fyri mítt viðkomandi. Hvussu metir tú møguleikarnar vera fyri at H71 vinnur FM? - Vit hava góðar møguleikar eins og hini liðini, men tað krevur harða venjing og at ein og hvør er klárur til uppgávurnar. Eg gleði meg øgiliga nógv.