mánadagur 8. januar 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. januar 2018 · Nr. 3
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
Nýggi venjarin hjá Víkingi,
Maurice Ross, hevur eftir
øllum at døma funnið sín
hjálparvenjara til komandi
kappingarár. Í øllum førum
vilja álítandi keldur hjá
Miðlahúsinum vera við, at
Víkingur hevur gjørt avtalu
við veteranin, Hans Jørgen
Djurhuus,
um,
at
hann
verður hjálparvenjari hjá
Víkingi. Sum skilst er talan
um avtalu, har Hans Jørgen
Djurhuus verður leikandi
hjálparvenjari.
Hans Jørgen Djurhuus,
sum í løtuni er burturstadd
ur, vil hvørki váttað ella av
sannað tíðindini.
Eg eri í løtuni uttanlands,
so eg havi onga viðmerking
til støðuna, sigur Hans Jør
gen Djurhuus.
Kundi enda í NSÍ
Í farnu viku ljóðaði annars,
at NSÍ var áhugað í at knýta
Hans
Jørgen
Djurhuus
at felagnum, har ætlanin
var, at hann skuldi gerast
hjálparvenjari hjá nýggja
NSÍ venjaranum, Sámal Erik
Hentze. Men tað verður av
ongum, nú tá avtala sum
skilst er gjørd millum Hans
Jørgen Djurhuus og Víking.
Fyri Hans Jørgen Djur
huus, sum fyri góðum mánað
síðani gjørdist 39 ára gamal,
verður
talan
um
fyrstu
venjara uppgávuna higartil.
Havnamaðurin, sum skifti til
Gøtu at spæla fótbólt í 2005,
er av álvara blivin ein ímynd
av fótbóltinum í Gøtu seinnu
árini. Fyrst sum spælari fyri
GÍ, og síðani sum spælari fyri
Víking, tá felagsliðið í 2008 á
fyrsta sinni gjørdist veruleiki
í føroyskum fótbólti. Í Gøtu
hevur Hans Jørgen Djurhuus
eisini verið til at vunnið
Løgmanssteypið seks ferðir
og FM-heitið tvær ferðir.
Framtíðin hjá
Fróða enn ógreið
Í
Runavík
er
framvegis
ógreitt, hvør verður hjálpar
venjari
hjá
Sámal
Erik
Hentze í NSÍ. Sum skilst er
samskifti framvegis millum
NSÍ og Fróða Benjaminsen,
sum í longri tíð hevur
verið størsti favoritturin til
hjálparvenjarastarvið
har.
Men eisini Víkingur, har
Fróði Benjaminsen spældi
farna kappingarár, ynskir
sær toftamannin at halda
fram í felagnum.
Við Sosialin hevur Fróði
Benjaminsen fyrr sagt, at
avgerðin um framtíðina hjá
sær ikki fór at vera tikin enn,
og at hann heldur ikki var
greiður, um hann yvirhøvur
fór at spæla fótbólt komandi
kappingarár. Men tó er tað
meira, ið bendir á, at Fróði
Benjaminsen fer at vera
knýttur at onkrum felagið
komandi kappingarár, enn at
hann ikki verður. Hjá Fróða
Benjaminsen, ið er vorðin 40
ára gamal, spøkir eisini eitt
triðja felag. Tað er Skála.
Fróði Benjaminsen flutti
fyri góðum ári síðani til
Strendur, har hann nú býr,
og tí er heldur ikki óhugs
andi, at Fróði Benjaminsen
kann vera at síggja á liðnum
hjá Skála hetta kappingar
árið. Men tó er tað nógv
meira, ið bendir á, at Fróði
Benjaminsen
antin
verið
knýttur at Víkingi ella NSÍ
til kappingarárið í 2018.
andre@sosialurin.fo
Hondbóltslandsliðið
spælir fyri føroyskum
hondbólti
Veteranurin á liðnum hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus, verður
nýggjur hjálparvenjari hjá Maurice Ross. Sum skilst er talan um
avtalu, har Hans Jørgen Djurhuus verður leikandi hjálparvenjari
NÝGGJUR HJÁLPAR
VENJARI Í VÍKINGI
Nú skal eg ikki fara at leggja óneyðugt
trýst á hondbóltslandliðið hjá monnum,
sum síðast í hesi vikuni skal spæla HM-
undankapping í Italia. Vit eru uppi ímóti
londum, sum á styrkilistanum eru væl
sterkari enn okkara. Serliga Ukraina og
Rumenia eru væl fyri, meðan tað helst ikki er
so stórur munur á okkum og Italia.
Orsøkin til, at eg at landsliðið spælir
fyri føroyskum hondbólti er, at
landsliðshondbóltur hevur verið í so stórari
framgongd í seinastuni, at tað brádliga
er farið at krevja nógv meir at vera ein
hondbóltsspælari. Tað merkir eisini, at tað
er eitt verður eitt val tú mást taka í lívinum,
um tú vilt brúka tína tíð upp á at spæla
hondbólt.
Mær er fortalt, at í tíðini tá landsliðsarbeiði
var óstøðugt, var tað torført at fáa spælarar
at hugsavna seg um at brúka meiri tíð upp á
hondbólt. Millum annað frítíðina, men eisini
at fáa sær frí frá arbeiði og tilrættis leggja
sítt lív eftir hondbóltinum.
Hetta er ikki ein trupulleiki í fótbóltinum,
har tað eisini eru nógvir pengar at heinta,
men vlivu eisini settir spurningar við, tá
landskappingin fór frá 18 upp í 27 umfør, um
spælarar fóru at hava tíð at spæla so nógvan
fótbólt. Tað er ikki longur nakað, sum nakar
hugar um í bestu deildini. Tíðin er eisini farin
frá, at luttøkan í Evropa á summri er ein
feria.
Fyri at onnur skulu koma aftaná, so má
onkur ganga fremst. U21 landsliðið framdi
eitt satt bragd, har fleiri spælarar eru farin
av landinum at spæla hondbólt á høgum
stigi. Eisini teir, sum lesa. Eitt sum eg
oftani møti við landsliðnum hjá fótbólti
er, at spælararnir gleða seg at koma aftur
til Føroyar at spæla landsdyst. Fyrr hevur
murran hjá yrkisspælarunum verið, at tað er
ov óseriøst, men soleiðis er ikki longur.
Nú skal hondbóltslandsliðið hjá monnum
í hondbólti ganga á odda á sama hátt.
Við hugagóðum spæli skal liðið tryggja,
at spælarar í framtíðini síggja landsliðið
sum nakað, ið øll vilja. Nakað, sum kann
hála føroyska hondbólt fram. Sum kann
fáa útisetarnar at leggja enn meiri fyri,
tá motivatiónin er í topp. Tí hvør vil ikki
uppliva løtuna umaftur, tá Føroyar vunnu
seg víðari til eitt HM-endaspæl.
Úrslitini eru ikki avgerandi, men tað er
hugurin og viljin at gera tað gott í Italia! Rás2
er við á ferðini og sigur frá øllum dystunum.
trondur@sosialurin.fo