Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi síða 8 Frimodt og Páll árs­ins leiðarar Tíðindi síða 9 Karin gevst við Kallkyn Danski miðilin Mandagmorgen hev­ ur um vikuskiftið viðgjørt støðuna mill­um Føroyar og Dan­mark – og kem­ur til ta niðurstøðu, at londini bæði er í eini álvarsamari dip­l­omat­ iskari kreppu. Innleiðandi skrivar miðilin: »Det fær­øske folk trives i dag som en selv­stæn­dig nation med udstrakt selv­styre, eget fodboldlandshold og stor autonomi i eksempelvis hand­ els­pol­it­isk forstand. Men det er ikke nok for færingerne. De vil have mere. Det er baggrunden for, at Fær­ø­ erne og Danmark reelt befinder sig i en alv­orlig diplomatisk krise, der hid­til ikke har fået megen op­mærk­ som­hed i danske medier. »Trupulleikin« hjá danska miðli­ num er, at »selv­stænd­ig­heds­sø­g­ ende« stjórnarpolitikarar í Før­oy­ um virka fyri at fáa størri heimildir á før­oyska uttanríkispolitikkinum. Og sambært miðlinum gera før­ oy­ing­ar tað soleiðis, at Danmark kann koma illa fyri í ES. Serligan trupulleika sær miðilin í, at føroyingar virka fyri at fáa í lag eina handilsavtalu millum Russ­land og Føroyar. – Og so vóru tað valdsmiklir før­ oysk­ir loysingarmenn, sum stóðu aftan fyri vitjanina hjá katalonska loys­ing­ar­leið­aranum, Carles Pu­id­ ge­mont, í Keypmannahavn í síðstu viku, skrivar miðilin. Danmark stuðlar linjuni hjá ES í málinum um loysingina hjá Kata­ lon­ia. Tað merkir, at Danmark í ein­um og øllum stuðlar stjórnini í Madrid. Tí vildu stjórnarumboðini ikki vildi hitta katalonska loys­ ing­ar­leið­aran, tá hann var í Keyp­ manna­havn. Men tað er misskilt at halda, at ynsk­ið hjá øllum politikarum í Før­ oyum, eisini sambands- og javn­ að­ar­polit­ik­arum, um at fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir eru royndir at loysa frá Danmark. Bara vendingin »Men det er ikke nok for færingene. De vil have mere« vísir, at mið­ilin heldur hetta krav líkjast loysigarkravinum úr Kat­a­lonia. Men hetta er bara praktiskur politikkur, sum hann hevur ment seg yvir 40 ár við royndum í fiski­ vinnu­sam­ráð­ingum. Eitt avmarkað tal av føroyingum vil loysa frá Danmark. Tað pass­ ar. Men allir føroyingar vilja hava størri heim­ild­ir á utt­an­rík­is­pol­it­ iska økinum og virka fyri hand­ils­ av­tal­um við onnur lond. Tað merkir alt­so ikki, at allir før­oy­ing­ar eru seperatistar. Onkur burdi lært danir at skilt Føroyar, føroyingar og føroyskan politikk. misskilja danir við vilja? – Stig Rossen og eg vóru í nov­embermánaði í Lund­ gaard studio í Danmark og spældu inn fyrstu duet okk­ ara, Our Sweet Love. Hetta sam­ar­beiðið millum okkum er nýtt og riggar sera væl, tí hava vit avgjørt at innspæla eina EP við 4 - 5 duettum á. Tað sigur Evi Tausen. Á EP'ini verða løg frá Nashville og Før­oyum. – So hetta verður ein fløga við føroyskum Nashville soun­di. Ætlanin er at hon skal vera liðug fyrst í Juni 2018, og skal hon gevast út í Før­oyum og í Danmark, sig­ u­r Evi tausen. Tað verður Jákup Zach­ar­ i­as­sen sum fer at standa fyri upp­tøk­u­num. – Ætlanin er at hava okk­ ara útgávukonsert á country og blues festivalinum í Sør­ vági tann 15. Juni, sigur Evi Tausen. Á leinkjunum niðanfyrk ber til at brot úr sanginum – og til ber eisini at downloada hann her: https://evitausen. hearnow.com/ Og her er ein Facebook síða har ein kann fylgja við Evi og Stig www. facebook.com/EviogStig/ Evi og Stig Rossen spælt inn fyrstu duettina Øll eru samd um størri heim­ ildir í uttanríkspolitikkinum Stig Rossen og Evi Tausen Í 2017 útflutti IRF 801 tons av plast­burturkasti til end­ u­r­nýtslu. Tað eru 50 pro­s­ ent meira enn árið fyri. Talan er um aliringar, trol, garna­leivdir, inn­ball­ing­ar­ plast, plastsekkir og ein­nýt­ is­í­løt (PET-fløskur). Størsti vøksturin var í hørð­um plasti, sum í 2017 var 235 tons í mun til 78 tons í árið fyri. – Trol og nótir, sum í ár vóru 191 tons í mun til 119 tons í fjør og einnýtisíløt úr plasti (PET-fløskur), har nøgd­in í ár var 105 tons í mun til 72 tons í 2016, siga tey hjá IRF, sum fegnast um gongd­ ina og stuðulin til tí nýggju grønu leiðina hjá felagnum. Helvtina meira end­ ur­nýtsla úr plasti Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin