Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Nei, vit hava ikki slept ætl­ an­ini um at seta bann fyri at ganga í burka í Føroyum. Tað staðfestur Jógvan Skor­heim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, og formaður floks­ins. Í oktober kunngjørdi hann, at hann fór at leggja upp­skot fyri Løgtingið um at banna kvinnum at ganga í burka og niqab í Føroyum. Burka og niqab eru mus­ lim­s­k­ar klædnadraktir til kvinn­ur, sum fjala andlitið. Men so hendi ikki meiri; og tá ið vit fregnaðust eftir ætl­anini fyrst í november, gjørdi Jógvan Skorheim greitt, at tað fór at verða lagt fyri Løg­tingið fyrsta dagin. Nú eru so aftur tríggir mán­að­ir farnir og enn er onki uppskot lagt fyri Løg­ ting­ið um at banna burka í Før­oyum. Ikki slept ætlanini Men Jógvan Skorheim vissar um, at hann hevur ikki slept ætl­anini at leggja uppskotið fram, Hann sigur, at uppskotið verð­ur lagt fram í næstum. Tað skal fyrst umrøðast inn­ an­floks í Sjálvstýri, og so verð­ur tað lagt fram. Hann sig­ur, at annars er uppskotið klárt at leggja fram, tí løg­ tings­skriv­stov­an hevur vátt­ að, at tað kann leggjast fram. Hann sigur víðari, at ein orsøk til til at uppskotið ikki er lagt fram enn, er alt tað pol­it­iska rumblið, sum hevur ver­ið seinastu mánaðirnar, men endamálið er avgjørt at fáa tað lagt fram í næstum, men áleið nær tað verður, vil hann ikki siga, uttan tað at tað verður »rímiliga skjótt« Hann vil ikki útgreina, hvat uppskotið ber í sær, tí tað fer hann at greiða frá, tá ið tað verður lagt fram. Ólógligt at spæla grýlu Í Danmark er eisini talan um at leggja eitt uppskot fram um at bera burka og niqab, men har hevur málið eisini drig­ið út, tí tað hevur av álv­ ara volt til høvuðbrýggj. Tað vísir seg nevniliga at vera alt annað enn ein­falt at banna kvinnum at ganga í burka ella niqab. Í eini kjaksending í DR í gjár­kvøld­ið varð víst á, at grund­lógin tryggjar okk­um trúarfrælsi, og at løg­frøð­ ing­ar í løgmálaráðnum eru komn­ir til ta niðurstøðu, at tað er brot á grundlógina at banna kvinnum at ganga í burka og niqab. Tí eru danir farnir at kalla tað eitt klædnaforboð, har tað stend­ur at tað er banna at fjala and­litið á alfaravegi, eis­ini við hettu, húgvu, skorti, turriklæði, hjálmi og hand­ils­skeggi. Kortini eru nøkur und­an­ tøk, har tað kann tæna ein­ um ávísum endamáli. Naser Khader, fólka­tings­ mað­ur fyri tey Konservativu tek­ur undir við einum slík­ um forboði, hóast hann er full­greið­ur yvir, at gjøldur fer at verða gjørt burtur úr hes­um, og at tey kunnu kom í nógv­ar láturligar støður. Tey, sum luttóku í kjak­i­ num vístu á, at nú vóru jóla­ menn í vanda fyri at verða hand­tiknir, eisini tey sum spæla grýlu og tey, sum eru maskottar hjá einum fót­ bólts­liði. Tey nevndu eisini eina lát­urliga støðu, tey nýliga eru kom­in í í Eysturríki, har ein mað­ur á súkklu hevði fing­ið sær turriklæði fyri and­litið í kuldanum, og so varð hann handtikin fyri at hava fjalt andlitið. Løgreglan helt, at tað var ikki nóg kalt til at tað var neyð­ugt hjá honum at fáa sær turr­iklæði upp fyri and­ litið, men síðani hev­ur ein talsmaður fyri inn­lend­is­mál­ a­ráðið í Eysturríki víst á, at lóg­in sigur einki um, hvussu kalt tað skal vera fyri at tað skal vera neyðugt at draga turri­klæðið upp fyri andlitið. Men Naser Khader hevur fult álit á, at løgreglan fer at finna ta røttu javnvágina, so at vit sleppa undan tápu­lig­ um dømum sum tað í Eyst­ur­ ríki. Men hann hevur eis­ini biðið løgmálaráðið end­ur­ skoð­að málið enn einaferð. Leggja upp fyri Jógvan Skorheim sigur, at hetta eru nettupp ein spurn­ ing­ur, sum leggjast skal upp fyri í eini føroyskari lóg, tí tað er sjálv­sagt ikki ætlanin, at tað skal vera ólógligt at spæla grýlu. Tey, sum eru ímóti burka og niq­ab tvíhalda um, at hetta tæn­ir ongum endamáli, tí av­leið­ing­in av hesum verður bara, at kvinnur, sum verða kúg­aðar at ganga í burka ella niqab, verða revs­ að­ar tví­falt, tí nú skulu tær eis­ini revsast við bót. Løgfrøðingar siga, at tað er greitt, at í Føroyum eru vit akk­urát í somu støðu sum í Dan­mark, hvat viðvíkur grund­lóg­ar­tryggj­aðum rætt­ ind­um til trúarfrælsi og al­ tjóða mannarættindini. Á løgtingsskrivstovuni verð­ur hvørki váttað ella av­ sann­að um tey hava viðgjørt eitt upp­skot um at banna burka í Føroyum, tí í so máta við­merkja tey ikki hvørji mál, tey viðgera, ella um tey við­ gera eitt mál. Tey siga, at í roynd og veru er ikki talan um nakað mál, fyrrenn tað er lagt fyri Løgtingið. Hevur ikki slept ætlanini at banna burka í Føroyum FORBOÐ ÍMÓTI BURKA Jógvan Skorheim hevur ikki slept ætlanini um at banna kvinnum at ganga í burka í Føroyum. Men einfalt er tað ikki, tí tað skal helst ikki verða kriminelt at verða jóla­mað­ur ella at spæla grýlu á føstulávint - og tað má heldur ikki verða brot á grundlógina Tað vísir seg nevniliga at vera alt annað enn einfalt at banna kvinnum at ganga í burka ella niqab Tey kunnu kom í nógvar láturligar støður Kann koma í neyð Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, arbeiðir framvegis við eini ætlan um at banna kvinnum at ganga í burka í Føroyum – tað er ein ætlan, hann skjótt kann koma í neyð av