Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 REPORTAGA Annika Kunoy Im Í vikuskiftinum var stóra mentan­artiltakið Norðurljós hild­ið í Klaksvík fyri fyrstu ferð. Norðurljós snýr seg um list og mentan í breiðasta týdn­ingi, og fleiri av til­tøku­ num á skránni vóru rættiliga forvitnislig og forkunnung. Millum tiltøkini, ið hava verið um vikuskiftið kann upp­boðssølan av málningum í Posthúskjallaranum nevn­ ast, har nøkur av okkara allar­fremstu listafólkum lótu málningar til frama fyri nýggja mentanarhúsið í Posthúsinum. Vinningurin av søluni fer til nýggja mentan­ar­húsið í Klaksvík. –Norðurljós snýr seg stutt og greitt um at dyrka list­ina og geva henni pláss og virðing í býar­rúmi­num, gerandis­degnum og sam­ felag­num, og tað leggja vit alla orku í at gera hesa sein­astu vikuna í januar. Við at varpa ljós á fleiri ymisk­ar listagreinar, upp­ boðs­sølu til frama fyri mentan­ar­húsið og nýtslu av Posthúskjallaranum, kann Norðurljós eisini varpa ljós á týdningin av Mentanar­ húsi­num, sum jú í framtíðini verður ein miðdepil fyri fjøl­ broytta list í hjartanum av býnum, sigur Beinta Greger­ sen, samskipari. Eisini kann útibiografurin við Djúpumýru nevnast sum eitt væleydnað og øðr­vísi tiltak. Í stillinum fríggja­ kvøldið vóru áskoðara­ pláss­ini í skýlinum við vøll­in full av ungum sum goml­um í kavadraktum og ballaði í teppi. Øll vóru savn­ aði hetta kalda kvøldið til ein hugnaligan teknifilm á stórskýggja. Filmurin á skrán­ni var Disney-klassik­ ar­in Lion King, sum eisini er millum best umtóktu sang­ leikir­nar á Broadway. annika@sosialurin.fo NORÐURLJÓS: List í almenna rúminum