mánadagur 29. januar 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12
Hæddarpunktið hetta viku
skiftið var tó leygarkvøldið,
tá
Klaksvíkar
kommuna
handaði Steintóri Rasmus
sen Listavirðisløn Nólsoyar
Páls á tiltaki í Atlantis í
Klaksvík.
Listavirðisløn
Nólsoyar
Páls er virðisløn, ið verður
latin einum ella fleiri per
sónum, sum eru virknir og
hava framt dygdargóð avrik
innan list í Norðoyggjum.
Hanus G. Johansen, Edward
Fuglø og Eyð Matras hava
áður fingið virðislønina, og í
ár varð virðislønin handað í
samband við Norðurljós.
Jógvan Skorheim, borgar
stjóri í Klaksvíkar kommunu,
handaði
virðislønina
og
segði, at Steintór Rasmussen
er fjølbroyttur listamaður,
sum ikki avmarkar seg til
eina listagrein. Hann er sera
virkin og skapandi og gongur
fegin á odda fyri verkætlan
um innan mentan.
Steintór
Rasmussen
er kendur sum sangari og
sangskrivari. Hann hevur
skrivað eitt ótal av sangum,
sum føroyingar syngja við
til. Eisini hevur hann ver
ið virkin sum fyriskipari
av øllum hugsandi tiltøk
um – eitt nú Summar Festi
valinum – og seinastu árini
hevur hann skrivað tvær
krimiskaldsøgur, tann triðja
er á veg. Saman við heiðrin
um fekk Steintór Rasmussen
peningagávu
á
75.000
krónur.
Hann greiðir frá, at hann
varð bæði rørdur og glaður,
tá hann seint týskvøldið
varð kunnaður um, at hann
fór at fáa Listavirðisløn
Nólsoyar Páls.
Heiðurin kom óvart á
hann, tí hóast hann hevur
hugsað, at hann møguliga
fór at fáa virðislønina, so eru
fleiri onnur listafólk, ið eisini
gera eitt stórt arbeiði, greiðir
hann frá.
–Tað er ein góð kensla, at
fáa ein slíka viðurkenning
og vita, at fólk seta prís uppá
tað, sum man hevur gjørt.
Hetta var ein sera vøkur,
hátíðarlig, góð og væl skipað
almenn løta, og nógv varð
gjørt burturúr. Eg kendi, at
eg varð settur í fokus á ein
góðan og jaligan hátt, sigur
Steintór Rasmussen.
–Menniskjan er ein følin
skapningur. Frá allar fyrstu
barnaárum av ynskja vit at
vera hoyrd og sædd. Hvør
einasta tekning og lítið krutl
á pappírinum skal fáa nøkur
rósandi orð á vegnum frá
mammu og babba. Tað, sum
vit halda okkum duga, og
tað, sum vit royna at skapa,
skulu onnur síggja og helst
góðtaka. Hetta kenna vit frá
skúlanum. Tað ræður um
at gerast partur av felags
skapinum. At okkara strev
gevur meining. At tað kanska
enntá kemur til heiður og
æru, sigur Steintór Rasmus
sen í takkarrøðu síni.
–Men uttanfyri er ein
langur og slítandi bardagi
millum sjálvsálitið og janti
lógina. Ein dagin stíga vit,
við okkara ivasomu førleik
um, út í tað mennandi sam
felagið. Og gerast partur av
øgiliga meldrinum, sum er.
Har uppgávurnar eru nógv
ar. Tíðin avmarkað. Dugna
semið stórt. Hugsanin ymisk.
Kappingin hørð. Millum so
ymsik fólk, har tað eisini
er týdningarmikið at siga
hvørjum øðrum, hvat er rætt
og hvat er skeivt, sigur hann
framhaldandi.
–Eg eri stoltur at búgva
á hesum staði, har Nólsoyar
Páll fyri meiri enn tvey
hundrað árum síðani, setti
síni sjónligu spor. Betri enn
gott vín er viðurkenningin í
sínum egna heimstaði, sigur
Steintór Rasmussen.
REPORTAGA
Listavirðisløn Nólasoyar Páls