Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen –  Skulu limir í fakfeløgum sleppa at draga limagjaldið til fakfelagið frá í skatti, mugu umfatandi sparingar finn­ast á fíggjarlógini. Tað staðfestur Kristina Háfoss, lands­stýriskvinna í fíggjar­málum. Sonja Jógvansdóttir, løg­ tings­kvinna, hevur lagt upp­ skot fyri Løgtingið um at fólk skulu sleppa at draga lim­a­gjaldið til fakfelagið frá í skatti. Hetta er eitt hjartamál hjá henni. Hon heldur, at vit eiga at eggja fólki til at verða lim­ur í ein­um fakfelag, tí ein vælskipaður arbeiðs­mark­ nað­ur hevur so stóran týdn­ ing fyri eitt samfelag, at tað kann ikki yvirmetast. Hon heldur eisini, at tað er rætt at javntseta løntakarar og arbeiðsgevarar, og arbeiðs­ gevarar kunnu draga lima­ gjald­ið til arbeiðs­gevara­ felag­ið frá. Tað er stór ósemja um, hvat hetta fer at kosta í mist­ um inntøkum av skatti hjá landskassanum og hjá Kom­ mununum. Eftir at hava kannað viður­skiftini hjá fakfeløgum, metir Sonja Jógvansdóttir sjálv, at tað fer at kosta 20 millión­ir um árið. Men hon við­gongur kortini, at í roynd og veru veit ongin, hvat tað fer at kosta, fyrrenn vit hava roynt eina slíka skipan í eina tíð. Hinvegin hevur Fíggjar­ mála­ráðið roknað seg fram til, at tað fer at kosta minst 40 milliónir krónur um árið. Mugu finna stórar sparingar Í Sosialinum mánadagin gjørdi bæði Ruth Vang, for­ kvinna í Fíggjarnevndini, og Pauli Trónd Petersen, lim­ur í Fíggjarnevndini, púra greitt, at sleppa fólk at draga lima­ gjaldið til fakfeløg frá í skatti, er tað eitt krav, at tilsvarandi sparingar verða funnar á fíggjar­lógini, tí hetta skal ikki føra til, at avlopið á fíggjar­lógini minkar. Tað merkir, at antin skulu um­fatandi sparingar setast í verk á onkrum økjum á fíggjar­lógini, ella skulu eyka inn­tøkur útvegast við at hækka skattir og avgjøld. Og tað er kvinnan á lands­ kassanum, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjar­ málum, samd í. – Tað stendur púra greitt í samgonguskjalinum at fígg­ ing skal vera tøk til øll átøk, sig­ur hon. Hon leggur afturat, at hetta merkir, at verða inn­ tøkur hjá landskassanum mink­aðar á einum øki, skulu nýggj­ar inntøkur finnast á ein­um øðrum øki. – Skal ein slík skipan, har fólk sleppa at draga lima­ gjaldið til fakfeløg frá í skatti, skal fíggingin til tað vera tøk, sigur Kristina Háfoss. Tað kann antin vera við sparingum, ella við at útvega nýggjar inntøkur við at hækka skattir og avgjøld. Mælir frá Annars mælir Kristina Há­ foss frá at ein skipan verð­ ur sett í verk yvirhøvur, har fólk fáa ein frádrátt í skatti­ num fyri limagjald til fak­ feløg. Skal stuðul veitast, mælir hon ístaðin til at gera tað til eina stuðulsskipanir á sama hátt sum rentustuðulin og ferða­stuðulin. –  Tað tryggjar eitt størri gjøgnumskygni, og tað tryggjar eisini at grund­ reglan um, at skatta­skipan­in skal vera ein bruttoskipan, verð­ur varðveitt. Hon sigur, at í sjeyti­ár­un­ um vórðu ymsir frá­dráttir í skattinum, eisini frá­dráttur fyri fakfelags­gjald, lagdir um til ein løntakarafrádrátt. Í 1992 var løntakara­frá­ drátturin og persóns­frá­ drátt­urin avtikin, og í staðin fingu øll ein skattafrían botn­frádrátt. Seinni í nítiárunum vórðu so ein røð av frá­drátt­um av­ tikn­ir, eisini rentu­frá­dráttin fyri húsalán. Ístaðin var rentu­frádrátturin lagdur um til rentustuðul við tí enda­ máli, at vit skuldu hava eina brutto­skattaskipanin, sum er nógv einfalda enn skipan­in, vit hava havt. – Samanumtikið er skatta­ fríi botnfrádrátturin, sum er 30.000 í kommunuskattinum og 65.000 krónur í lands­ skatti­num, partvíst ætlaður at koma í staðin fyri allar frá­ dráttir av ymsum slagi, sum fólk høvdu frammanundan, sigur Kristina Háfoss. Nóg betur lýst Í 2014 viðgjørdi Løgtingið eisini eitt uppskot um at fólk skuldi sleppa at draga fakfelagsgjaldið frá í skatti. Ta ferðina vóru tað ting­ kvinn­ur­nar fyri Javnað­ ar­flokk­in, Rigmor Dam og Eyðgun Samuelsen, sum løgdu uppskotið fyri Løg­ ting­ið. Tá vóru bæði Javnaðar­ flokkurin og Tjóðveldi í and­støðu, og tá høvdu báðir flokk­arnir nógvar góðar grund­gevingar fyri at taka undir við uppskotinum, eisini Kristina Háfoss. So spurningurin er, hvat er hent síðani, sum nú fær hana til at vera ímóti eini slíkari skipan. Kristina Háfoss sigur, at í dag er málið nógv betur lýst enn tað var í 2014. Eitt nú er tað nú komið fram í ljósið, at kostnaðurin fyri eina slíka skipan verður nógv størri enn metingarnar søgdu í 2014. Samstundis vísir ein heildar­meting, at endamálið verður nógv betri rokkið við eini gjøgnumskygdari stuðuls­skipan, akkurát sum rentu­stuðulin, heldur enn at gera eina frádráttarskipan, sum brýtur við aðalregluna um, at vit skulu hava eina brutto­skattaskipan. Mugu seta stórar sparingar í verk STÓRAR AVLEIÐINGAR Skal eitt hjartamál hjá Sonju Jógvansdóttir setast í verk, fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri onnur øki í samfelagnum FÍGGING SKAL VERA TØK – Skal ein skipan, har fólk sleppa at draga limagjaldið til fakfeløg frá í skatti, skal fíggingin til tað vera tøk, tí tað er eitt krav, vit hava sett í samgonguskjalið, sigur Kristina Háfoss Verða inntøkur hjá lands­ kassanum minkaðar á einum øki, skulu nýggjar inntøkur finnast á einum øðrum øki Annars mælir Kristina Háfoss frá at ein skipan verður sett í verk yvirhøvur TÍÐINDI