Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftir 30 árum við felags fer ð- a vinn u messum, fer út norðurráðið aft ur í hesi vik uni at viðgera ferða- vinnuna í útnorði Árni Gregersen Tey hava arbeitt saman í meira enn 30 ár innan ferða- vinn una, men vøksturin er nú vorðin so stórur og ógv- us ligur, at Út norð ur ráðið enn eina ferð hevur sett ferða vinnu na á dagsskrá á fund i num í hesi vikuni í Ilu- lis sat í Grønlandi. Tema á fundinum er “Av- bjóð ing ar og menn ing ar- møg u leik ar við einari burð- ar dyggari ferðavinnu”. Serliga Ísland hevur merkt ein sera stóran vøkst- ur í ferðavinnuni, men eisini í Før oy um og Grønlandi er streym urin av ferðafólki vaks in munandi. Ein partur av vøkstrinum kemst av, at tað seinnu árini hev ur verið heldur ótryggari at ferð ast í mongum av teim um heitaru londunum, so ferða fólk hava vent sær hend an vegin og hava helst lagt til merkis, at tá ið tað ikki bert ræður um at fáa sól strál ur, so hevur hesin part ur in av heiminum nógv at bjóða. Eisini eru Føroyar at síggja sum eitt gott ferðamál í út lendskum miðlum. Sein- asta er at blaðið Forbes nevnir Føroyar millum tey 15 bestu feerðamálini í heim- i num. Kári P. Højgaard er í løt- uni for mað ur í Út norð ur- ráð num. Tað verður eisini hann, sum set ir tema ráð stevn una í morg in. Í dag verður eina eyka ársfundur hild in, har ráð ið fer at við gera spur n- ing in um rús evn is nýtslu í útnorði. Talan er um eitt kjak um, hvussu Útnorðurráðið skal luttaka í arktisku verk ætl an ini Su- s t ai n able De- vel op ment Wor k ing Group. H e n - d a n verk æt l an in skal geva vit an um nýtsluna av tubakki, alko h oli og øðr um rúsevnum mill um ung í okk- ara parti av heiminum. Føroyingar við Føroyingar eru vælmannaðir á ráð stedvnuni í Grønlandi. Kári P. Højgaard er formaður í Út noð ur ráðnum. Hinbi, sum eru við eru: Jørgen Nicla sen, Fólka- flokk urin, næst for mað ur í før oysku sendi nevndi ni, Bjørt Samuel sen, Tjóð veldi, Magni Laks á foss, Sam- bands flokkurin, Joen Magn us Rasmussen, Fólk a flokk urin, og Bill Justinus sen, Mið- flokk ur in. Tað eru eisini tveir fyri- lestr ar hald arar úr Føroyum. Magni Arge, fólkatingslimur og fyrrverandi stjóri í At- lants flog, fer at tosa um fedrð a fólka strategi og annað á ráð stevnuni. Eisini fer gongumaðurin Pól Sunds skarð, sum eigur og rekur heimasíðuna hik ing. fo at tosa um, hvussu hann hevur arbeitt seg inn í ferð- a vinn una í Føroyum, millum ann að við at hava gingið í fjøll u num og síðani skapt eina heima síðu til ferðafólk at brúka. Jóan Pauli Helgason fer at tosa vegna uttanríkisráðið og vinn u mál a ráðið. Hann fer at røða um, hvønn politikk, Før oyar hava valt at reka í ferð a vinn uni og hvussu vit taka í móti avbjóðingunum í vinn uni, nú hon er í so stór- um vøkstri. Útnoðurfundiriir á tem a ráð stevn uni eru týsdagin og miku dag- in, men longu í dag er eyka árs fund urin, har støða skal takast til, um ráðið gerst partru av kanningini av rús evn is- nýtsluni hjá ung um á okk ara leiðnum. Hetta er annars ein spurn ing ur, sum Arktiska Ráð ið hevur alstóran áhuga í og hev ur sett eina kanning í verk, sum Útorðurráðið møg- u liga skal hava ognarlut í. Tá ið ráðstevnan nærkast end a num mikudagin verður kjak um ferðavinnuna mill- um allar teir gott hálvt- hundr að luttakararnar á tem a ráð stevn uni. Eitt annað, sum er serligt við fund i num hesaferð er at aðal skriv arin í ráðnum, Inga Dóra Mark ussen, edr við fyri sein astu ferð. Hon hevur sagt upp og í hennara stað hev ur ráðið sett íslendigin Sig urd ur Ólafsson í starvið. Sein astu árini hevur nýggi aðalskrivarin veriðå verk- ætl an ar leiðari í Norrøna Hús i num í Reykjavík. FERÐAVINNAN Á ÚTNORÐURFUNDI Í GRØNLANDI Kári P. Højgaard, Sjálvstýri, er formaður fyri Útnorðurráðnum, sum í hesum døgum hevur temaráðstevnu í Ilulissat í Grønlandi. Pól Sundskarð fer á ráðstevnuni at greiða frá, hvussu hann hevur gjørt sær eitt arbeiðspláss í ferðavinnuni og um heimasíðuna hiking.com. Magni Arge, fólkatingslimur og fyrrverandi stjóri í Atlantsflog, fer at røða um menningina í ferðavinnuni í Føroyum