Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mett verður, at grøðin, sum sandoyingar veltu og heystaðu í fjør, hevur eitt virði av umleið einari miljón. Málið í ár er, at hetta virðið skal tvífaldast Frimodt og Páll Ársins leiðarar Á Leiðaradegnum í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag fingu Frimodt Rasmussen og Páll Isholm heiðurin sum Ársins leiðarar hjá ávikavist tí privata og tí almenna Vilmund Jacobsen Dómsnevndin sigur um Ársins privata leiðara - Frimodt Ras­ mus­sen, Klaksvíkar Sleipistøð - at hann síðan 2011 hevur verið und­angongumaður og dungaligi leiðarin á Klaksvíkar Sleipistøð. - Hann stendur á odda fyri eini vælvirkandi skipasmiðju, har alt frá smábátum til stór skip fáa nútímans og dygdargóða tænastu. Við sínum nærlagna, virkisfýsna og framskygda lyndi er hann ein fyrimynd og kveikjari fyri síni starvsfólk, sum trívast fakliga og sosialt. Dómsnevndin vísir á, at við Fri­modt Rasmussen sum leiðara tekur Klaksvíkar Sleipistøð seg alsamt fram og veksur við teimum mongu og spennandi uppgávum, teimum verða litnar upp í hendur. Klaksvíkar Sleipistøð hevur har­ um­framt havt góð úrslit.   Ein nútímans leiðari Um Ársins almenna leiðara - Páll Isholm, Miðnám á Kambsdali - sigur dómsnevndin, at hann er ein vællýddur og nútímans leiðari. - Hann hevur við náms­frøði­ ligum leiðsluhegni tillagað og flutt Miðnámsskúlan á Kambsdali fram á leið í seinmodernaða sam­ felagnum. Hann hevur staðið á odda og við hepnari hond fasil­ iterað eina væleydnaða sam­ an­legging av HF-skeiðnum og Handils- og Studentaskúlanum á Kambs­dali, har trivnaður og høgt fakligt stig valdar millum lærarar og næmingar. Lagt verður aftrat, at Mið­náms­ kúlin á Kambsdali eisini er eyð­ kendur fyri inkluderandi og innov­ at­ivum námsfrøðiligum átøkum - til gleði fyri starvsfólk, næmingar og nærumhvørvið annars.   Her er dómsnevndin Synergi, sum skipar fyri Leiðara­ degn­um, vísir á, at øll kunnu tilnevna kandidatar til heiðurin - Árs­ins leiðari - og tað er ein dóms­ nevnd, sum tekur endaligu av­ gerðina. - Í dómsnevndini fyri 2018 sita Eyðun Mørkøre, TAKS, Johanna á Bergi, Atlantsflog og Súsanna Ols­ en, Fróðskaparsetur Føroya, sigur Synergi. Eg angri ikki mína avgerð Vilmund Jacobsen Karin Meyer, sum hevur rikið handilin Kallkyn síðan 1992, fer um stutta tíð at gevast at handla. Tey fyrstu árini helt Kallkyn til í hølunum í Tórsgøtu, har SHJ var áður, men heilt síðan 1996 hevur handilin húsast í leigaðum hølum í Vágsbotni. - Tá vit byrjaðu her niðri, var ikki tað lív í, sum er her í dag. Her var handilin hjá Andreasi í Vágsbotni og nøkur ár eftir, at vit komu oman, stongdi Valdemar Lützen. Karin Meyer sigur, at tað var longu síðsta heyst, tá hon var í Danmark og keypti inn, at hon segði sínum leverandørum farvæl. - Eg eri vorðin 70 ára gomul, og seinastu 2-3 árini havi eg gingið og hugsað um, nær eg skuldi gevast. Síðan avgerðin endaliga varð tikin, havi eg ikki angrað tað. Hon sigur, at leigumálið í Vágsbotni saktans kundi hildið fram og tey, hon leigar frá, hava sagt, at hon bara skuldi siga frá, um hon broytti sína avgerð. Men, soleiðis verður ikki. - Ein tíð er til alt, og soleiðis er eisini, tá tú hevur handil, sigur Karin Meyer. 25 ÁR: Hin 1. januar í ár hevði Torleif Johannesen starvast sum sjómanstrúboðari hjá Føroysku Sjómansmissiónini í 25 ár. - Endamálið er fyrst og fremst at bera boðskapin um Jesus, sigur sjómanstrúboðarin sum trívist væl millum sjófólkið. Tóku prógv á Skarvanesi Tað er ikki á hvørjum degi, at næmingar taka prógv í skúlanum á Skarvanesi Vilmund Jacobsen Í síðstu viku var fyrsta royndin tikin í skúlanum á Skarvanesi í nógv ár. Eingin hevur tikið prógv í skúlanum, síðan Eyðun Winther hevði lítlu latínroyndina har við nøkrum næmingum einaferð í seinastu øld. Men, í síðstu viku var skúlin aftur karmur um eina próvroynd. Hetta vóru næmingar, sum hava gingið til undirvísing hjá Kára Horn, fyrrverandi skipara hjá Vaktar-og Bjargingartænastuni. Næmingarnir tóku henda dag­in WHF radioprógv, og próv­ dómari var Kaj Vág­fjall, sum starv­ast hjá Fjarskiftis­eftir­lit­in­ um. Næmingarnir, sum fingu prógv, vóru Annfinnur í Soylu, ið fólk kenna sum bakaran á Sandi gjøgnum mong ár, Dávid Phillip Thomsen av Skarvanesi og Vilhelm Petersen úr Húsavík. Á myndini, sum er tikin á Skarva­nesi, síggjast próvdómari, næm­ingar og lærari. Á myndini eru tey, sum vórðu tilnevnd sum kandidatar til heiðurin - Ársins leiðari - við vinnarunum, Páll Isholm og Frimodt Rasmussen í miðjuni. Á myndini, sum Synergi eigur, eru eisini umboð fyri Synergi, sum skipaðu fyri átakinum í Norðurlandahúsinum Próvdómari, næmingar og lærari avmyndaðir við skúlan á Skarvanesi