mánadagur 29. januar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12
Sunda kommuna
hevur gjørt avtalu við
fyritøkuna hjá Haraldi
S. Hansen - Seinasta
heilsan - um líkflutning
í kommununi frá 1.
februar í ár at rokna.
Náttúruvakurt
øki lættari
atkomiligt
Í Vágs kommunu halda tey
fram við at prýða um býin
og vøkur náttúruøki
Vilmund Jacobsen
Tað var seinasta heyst, at
Vágs býráð samtykti at fara
í holt við dagføring av vegn
um oman á Nes-kei, tey rópa
har suðuri.
- Ein partur av hesum
arbeiði er nú gjørt, soleiðis
at vakra økið við Nes-kein
nú er lættari atkomiligt.
Í Vágs kommunu vísa tey
á, at veitirnar fram við vegn
um oman eru grivnar upp,
soleiðis at vatn ikki rennur
oman eftir vegnum.
- Gróðurin oman á vegn
um er eisini grivin burtur,
og nýtt tilfar er lagt oman
á vegin. Meiri tilfar skal tó
eisini leggjast omaná vegin,
og hetta arbeiðið verður
gjørt í næstum.
Í Vágs kommunu siga
tey, at dagføringin av vegn
um betrar munandi um
atkomumøguleikarnar om
an á náttúruvakra økið við
Nes-kei.
Útlitini
hesa
vikuna
Vilmund Jacobsen
Fleiri línuskip koma
inn at landa hesa
vikuna. Skipini hava
eina blanding av toski,
longu, brosmu og hýsu.
- Línuskipini royna bæði
á Íslandsrygginum,
djúpum vatni og inni
á grunninum. Okkurt
línuskip er nýliga byrjað
túr og kemur tí neyvan
inn aftur at landa fyrr
enn síðst í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at
frystilínuskipini, sum fiska
á Flemish Kap og nýliga
hava verið inni og landað,
eru byrjaði aftur at fiska.
Fiskiskapurin hevur
verið góður.
Um útlitini til útróður
verður sagt, at
streymurin er góður, men
harðnar út á vikuna.
Veðrið verður ikki
gott fyrst í vikuni,
men batnar seinni.
- Vit vænta tískil, at
útróðrarbátar fara
at gera nakrar túrar,
og fiskiskapurin hjá
útróðrarbátunum
er brúkiligur
Fríggjadagin vóru
flestu partrolarapør
til fiskiskap, og skipini
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Tveir djúpvatnstrolarar
fiska upsa og koma helst
inn at landa fyrst í vikuni.
Djúpvatnstrolarar, sum
frysta fiskin umborð, fiska
í løtuni tosk og blálongu.
Teir smáu trolbátarnir,
sum í seinastuni
hava havt rættiliga
góðan fiskiskap,
fiska norðanfyri.
- Í løtuni eru teir fýra í
tali, og teir fiska tosk,
hýsu og nakað av
flatfiski. Væntandi er, at
teir koma inn at landa
fyrst í hesi vikuni. Ein
trolbátur fiskar havtasku
vestanfyri, og hesin kemur
væntandi inn at landa
miðskeiðis í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya
siga tey, at trý garnaskip
eru til fiskiskap. Væntandi
kemur eitt av skipunum
inn at landa fyrst í hesi
vikuni - og hini bæði koma
væntandi seinni í vikuni.
Lagt verður aftrat,
at fiskiskapurin
eftir svartkalva er
smáligur í løtuni.
RIBARHÚS: Frá 1. februar
til 21. februar hevur Maria
Lützen listaframsýning í
Ribarhúsi í Fuglafirði. Hon
er ættað úr Oyndarfirði
og er búsitandi í Svínáum.
Maria Lützen hevur
altíð teknað, og hon
byrjaði at mála við olju
fyrst í sjeytiárunum.
Ferðavinna fær
høga raðfesting
- Vit eru fegnar um at hava fingið henda
møguleika, tí hetta er tað, vit brenna fyri, siga
Theresa T. Kreutzmann og Ingibjørg Berg, sum
báðar hava nært tilknýti til Suðuroynna
Vilmund Jacobsen
Seint á vári fyri góðum
ári síðan hittust umboð
fyri
fyritøkuna
CommIT
og
Tvøroyrar
kommunu
á fyrsta sinni. Tær báðar,
Theresa T. Kreutzmann og
Ingibjørg Berg, høvdu eitt
upplegg um, hvussu farast
kundi undir eina tilgongd at
skipa ferðavinnuna á Tvør
oyri.
Eftir at hava verið ígjøgn
um neyðugar kommunalar
mannagongdir og tillagingar,
varð í juni 2017 samtykt at
fara undir verkætlanina, og
Tvøroyrar kommuna játtaði
pening.
Theresa T. Kreutzmann
sigur við heimasíðuna hjá
Tvøroyrar kommunu, at ar
beiðið, sum er í gongd, gong
ur væl, og hon væntar, at
arbeiðið verður liðugt móti
ársenda í ár.
Hon og Ingibjørg Berg
hava ein fakligan fylgibólk
knýttan til arbeiðið, og hesin
er samansettur av lokalum
kreftum. Tær fundast við
bólkin einaferð um mánaðin,
har tey deila hugskot og
tankar.
- Hetta hevur virkað
fyrimyndarliga væl, sigur
Theresa T. Kreutzmann.
Hon vísir á, at arbeiðið,
sum tey gera, verður lagt fyri
ein politiskan fylgibólk, sum
skal góðkenna arbeiðið.
Theresa T. Kreutzmann
og Ingibjørg Berg hava býtt
arbeiðsgongdina í tríggjar
partar.
Fyrsti partur snýr seg um
at finna fram til allar aktørar
í ferðavinnuni á Tvøroyri, og
hetta er ein sonevnd greining
av økinum. Hesin partur er
nú um at verða liðugur.
Annar partur fer í gongd,
tá greiningin er liðug, og
annar partur snýr seg um at
gera ein ferðavinnupolitikk
og raðfesta ferðavinnuátøk
grundað á greiningina frá
fyrra parti av arbeiðum og
politikkinum.
Hesin
partur
verður
gjørdur saman við einum
politiskum stýrisbólki, sum
er vinnunevndin, og sum
skal góðkennast av býráðn
um.
Tær báðar vísa á, at triði
partur er um, hvussu ar
beiðið skal setast í verk,
hvussu marknaðarføringin
skal skipast, hvussu vinnan
kann mennast, og eisini
verður eitt vøruyvirlit gjørt
til alnótina, soleiðis at øll
- á ein lættan hátt - kunnu
kunna seg um tilboðini á
ferðavinnuøkinum.
- Vit eru fegnar um at
hava fingið henda møgu
leika, tí hetta er tað, vit
brenna fyri, siga Theresa T.
Kreutzmann og Ingibjørg
Berg, sum báðar hava nært
tilknýti til Suðuroynna.
Veitirnar fram við vegnum oman eru grivnar upp,
soleiðis at vatn ikki rennur oman eftir vegnum