Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Alzheimerfelagið skipar fyri kafé. Mikukvøldið 31. januar kl 19.00 verður kafé í Perluni í Havn fyri fólk við demenssjúkum, avvarðandi teirra og onnur áhugað. Skráin er henda: • Marjun Restorff, demenssamskipari, kunnar stutt um demensklinikkina. • Herborg Petursdóttir, demenssamskipari, kunnar um tilboðini, ið Tórshavnar Kommuna bjóðar fólki við demenssjúkum. • Elin Danielsen, eindarleiðari í Trivnaðareind 8, og Poula Sørensen, demenssamskipari frá dagtilhaldinum Skotarók, kunna um tilboðini, Almannaverkið bjóðar fólki yngri enn 67 ár. • Síðan verður orðið frítt, og høvi verður at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum. Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra og annað í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki, at nógv fólk taka av hesum tilboði. Borðreitt verður við kaffi/te og onkrum góðum til góman. Verið vælkomin Alzheimerfelagið ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku metal-/elvinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í metal-/elvinnuni vitjar tú maskinsmiðir, maskinmeistarar á sjógvi og á landi, HVS´arar, elektrikarar v.m. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mánadagin 12. februar og mikudagin 14. februar 2018 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar. Umsóknarfreist: 8. februar 2018 Starvssetan. Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Sølufólk Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo