mánadagur 29. januar 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Føroyskir rógvarar hava gjørt um seg í DM í inniróðri, og so hava føroyingar eisini gjørt
um seg í øðrum ítróttum. Eitt nú í judo, har tað bleiv til eina bronsu í Íslandi
Pætur Albinus
BORÐTENNIS
Leygardagin skipaði Borðtennis
samband Føroya fyri árligu topp
12-kappingini, har 12 teir frems
tu leikararnir á føroyska styrkis
listanum dystast. Kappingin var
í høllini í Trongisvági, har úrslitið
gjørdist: 1. Fríði Jensen (TBF), 2.
Pætur Albinus (TÓR), 3. Kai Roest
(TBF), 4. Sveinur Mortensen Nolsøe
(TÓR), 5. Durita Fríðadóttir Jensen
(TÓR), 6. Anna Mikkjalsdóttir (TBF),
7. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF),
8. Tórur Eið Eliasen (TÓR), 9. Rói
Hjaltason (TÓR), 10. Helgi Ólavson
(TBF), 11. Sólja Djurhuus (TÓR), 12.
Høgni Heinason (TÓR).
FLOGBÓLTUR
Menninir hjá Fleyr megnaðu í gjár
at koppa oddaliðnum í meistara
deildini hjá monnum, Mjølnir. Talan
var um ein rættiliga sannførandi
3-0-sigur til Fleyr ímóti einum
skerdum Mjølnir-liði. Settúrslitini
vóru 25-16, 25-23, 25-17. Dystur var
eisini í Sørvági, har ÍF vann 3-1
ímóti SÍ. Settúrslitini vóru 25-16, 23-
25, 21-25, 20-25. Mjølnir er framvegis
oddalið í meistaradeildini við 20
stigum. ÍF er nummar tvey við 18
stigum, Fleyr hevur 16 stig og aftast
er SÍ við seks stigum.
Eisini hava tveir dystir verið
í meistaradeildini hjá kvinnum.
Oddaliðið, Fleyr, hevði heima í
Gundadalshøllini vitjan av KÍF, og
her gjørdist tað til ein ruddiligan
3-0-heimsigur. Settúrslitini vóru
25-23, 25-22, 25-12. Hin dysturin
var í høllini í Trongisvági, har TB
megnaði at vinna 3-1 ímóti Mjølnir.
Har vóru settúrslitini 28-26, 25-14,
23-25, 25-21. Støðan í meistaradeild
ini hjá kvinnum er tann, at Fleyr er
greitt oddalið við 21 stigum, meðan
Mjølnir er nærmasti eltari og hevur
14 stig. KÍF er nummar trý við 11
stigum.
HONDBÓLTUR
Áki Egilsnes gekk á odda og var
greiður toppskjútti, tá ið hann og
liðfelagarnir í KA Akureyri í gjár
vunnu stórt 31-12 ímóti Mílan. Støð
an í hálvleikssteðginum var 13-7. Áki
Egilsnes skeyt átta av málunum.
KA er oddalið í næstbestu íslendsku
deildini, tó at teir einans eru eitt
stig
frammanfyri
grannaliðið,
Akureyri.
Jónas G. Djurhuus var við og
skeyt eitt mál, tá ið HØJ í gjár
var um reppið at leggja fót fyri
oddaliðnum í næstbestu donsku
deildini, TMS Ringsted. HØJ var
á odda 13-12 í hálvleikssteðginum,
men TMS Ringsted fekk vent
dystinum til tepran 25-24-sigur.
Ein annar føroyingur var í dysti í
hesari deildini hetta vikuskiftið,
nevniliga Rói Berg Hansen, sum
ikki kom á máltalvuna hjá FIF í 29-
23-tapi ímóti Ajax København. TMS
Ringsted er framvegis greitt odda
lið við átta stigum niður til nærm
astu eltararnar, har Odder við
einum skaddum Helga H. Hoydal
í hópinum er á einum deildum
øðrum plássi.
JUDO
Føroysk judofólk hava um viku
skiftið luttikið í Reykjavík Island
Games (RIG), og har gjørdist tað
til eitt føroyskt heiðursmerki. Tað
var Silja Johannesen, sum vann
bronsu í bólkinum fyri kvinnur
undir 70 kilo. Silja hitti eina ís
lendska kvinnu í bronsufinaluni.
Silja kastaði íslendsku kvinnuna
tvær ferðir til Wasa-Ari, og harvið
hevði Silja vunnið dystin og
bronsuheiðursmerki til Føroyar.
Eisini Petur Sigurð Johannesen
og Bárður Hentze Lenvig vóru við
í bronsufinalum í ávikavist undir
100 kilo og undir 66 kilo, men teir
báðir taptu sínar dystir og fingu
tískil eingi heiðursmerkir.
INNIRÓÐUR
Føroyskir rógvarar hava um viku
skiftið luttikið í DM í inniróðri,
sum í ár var fyriskipað í Gladsaxe-
høllini í Søborg. 12 føroyingar
luttóku, harav átta kappaðust í
unglingabólkunum.
Tey
fyrstu
at kappast vóru teir fýra eldru
rógvararnir. Her gjørdist úrslitið
tvey gull heiðursmerki og tvey
silvur heiðursmerki. Sarita Kristina
Hansen og Jón Nónklett vunnu
gull í ávikavist veteran bólkinum
fyri kvinnur 30 – 39 ár lættvekt og
veteran bólkinum fyri menn 40-49
ár tungvekt. Bergur Dam Jensen og
Toni Dam vunnu silvur í ávikavist
veteran bólkinum fyri menn 30-39
ár lættvekt og 50-59 ár tungvekt.
Føroyski útisetin á danska lands
liðnum, Sverri Sandberg Nielsen,
vann DM í 'åben klasse' við tíðini
5:50:7. Hann hevur áður fleiri betr
að um sítt egna danska met, men
tað eydnaðist ikki hesaferð. Metið
er 5:49:2.
Tey átta ungu, sum vóru bul
urin í føroyska róðrarhópinum
til DM, stóðu seg eisini sera væl.
Her gjørdist talan um gull til bæði
Sunnevu Lamhauge Leo, Emmu
Langgaard Nagurset og Nikobu í
Gong, sum róðu í bólkunum Junior
C II piger 13 ár, Junior C piger 14 ár
og Junior B piger 16 ár. Helgi Olsen
vann silvur í bólkinum Junior C
drenge 14 ár og Unnur Wenningsted
á Tórgarði vann bronsu í bólkinum
Junior C piger 14 ár. Hjá Kristiannu
Skarpheðinsdóttir og Elin Døgg
Súnadóttir gjørdist talan um ávika
vist eitt fjórða pláss og eitt sætta
pláss í bólkinum Junior B II piger
15 ár.
TENNIS
Triðju ferð hon var í einari
Grand Slam-finalu, eyndaðist tað
leygardagin loksins donsku tennis
drotningini, Caroline Wozniacki,
at vinna fyrstu Grand Slam-
kappingina. Hetta var í Australian
Open, har hon í finaluni vann 7-6,
3-6, 6-4 ímóti rumensku Simonu
Halep. Hetta var 43. ferð, at
Wozniacki luttók í einari Grand
Slam-kapping, og fyri kappingar
sigurin vinnur hon sær eisini sætið
sum nummar eitt í heiminum, har
hon ikki hevur verið síðan 29. janu
ar 2012.
Helst besti mannligi tennis
spælari í søguni, Roger Federer,
vann í gjáramorgun sín 20. Grand
Slam-kapping, tá ið hann vann
finaluna í Australian Open 6-2,
6-7, 6-3, 3-6, 6-1 ímóti Marin Cilic úr
Kroatia. Hetta var sættu ferð, at 36
ára gamli sveisarin vann Australian
Open, og 20 Grand Slam-kappingar
er nógv tað mesta, ið nakar hevur
vunnið. Næstflestar hevur spanski
Rafael Nadal vunnið. Hann hevur
vunnið 16. Peningaupphæddirnar
í tennis eru størri enn nakrantíð,
og fyri sigurin í gjár fær Roger
Federer heili 19,4 milliónir krónur.
Wozniacki fekk somu upphædd.
Fleiri heiðursmerkir í Danmark
Silja Johannesen vann bronsu í Reykjavík (mynd: Sofus Debes Johannesen)