Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FELØGINI DEILDU GULL-HEIÐURS­ MERKINI Fyrsta steypakappingin í estetiskum fimleiki hevur verið um vikuskiftið. Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk fingu øll gull heim við Tróndur Arge Kappingarárið í fimleiki bleiv skotið í gongd leygardagin í høllini á Hálsi. Kappast bleiv í pinkum, smá­gentum, gentum, unglingum og kvinnum. Øll luttakandi feløgini fingu gull heim við. Svalan hjá Støkk fór avstað við gullinum í pink­um, Fenja hjá Havnar Fim­ leika­felag í smágentum og Lyra hjá Ljós­inum í gentum. Bæði hjá smá­ gent­um og gentum var tætt millum tey fremstu liðini. Hjá unglingum vann Eina hjá Havn­ar Fimleikafelag við meiri enn einum stigi Vípuni hjá Støkk og Nora hjá Havnar Fimleikafelag. Hjá kvinnum vann Hydra hjá Ljós­inum við hálvum øðrum stigi á Huldu hjá Havnar Fimleikafelag. Til kappingina sást, at fleiri lið eru flutt upp í ein eldri aldursbólk og hetta gevur altíð eyka spenn­ing til kappingina og er ein av­bjóð­ing hjá yngru íðkarunum. Hetta megn­ aðu liðini og teirra venj­arar sera væl, verður sagt úr Fim­leika­sam­ band­inum. Av teimum átta dómarunum til kappingina vóru tríggir útlendskir dómarar komnir til Føroya at døma. Arbeitt verður við at seta føroyskar dómarar við. Dømingin var skjótt og væl av­ greidd, har tríggir av átta dómarum vóru útlendingar. Ynskiligt er at hava nokk av føroyskum dóm­ar­ um, men í verandi løtu er tí­verri ein mangul av dómarum. Fim­leika­ sambandið ynskir, at víðar­útbúgva ver­andi dómarar og at nýggj bjóða seg fram, so at toymið kann vaksa, verður sagt úr Fim­leika­sam­band­ in­um. Onnur steypakappingin verður 11. mars í Bylgjuni í Runavík. TRONDUR@SOSIALURIN.FO FIMLEIKUR Estetiskur fimleikur: Estetiskar kappingar: Onnur steypakapping 11.mars 2018 Í Bylgjuni í Runavík Undan kapping FM 19.mai 2018 Høllin á Hálsi Tórshavn FM Finalan 21.mai 2018 Høllin á Hálsi Tórshavn Amboðs kappingar: Fyrra steypakapping og góðkenningardagur 3. februar 2018 Í Fimi i Tórshavn Onnur steypakapping og góðkenningardagur 17. februar 2018 Í Bylgjuni í Runavík FM kapping og góðkenningardagur 12. og 13.mai 2018 Í Fimi í Tórshavn