mánadagur 29. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Punktum varð í gjárkvøldið sett
fyri trettanda EM endaspælið í
manshondbólti. Kappingin var í
Kroatia, og hálvfinalurnar og final
an og dysturin um bronsukrónur
nar vóru ávikavíst fríggjakvøldið
og í gjárkvøldið í høvuðsstaðnum
Zagreb.
Tað varð roknað við, at Danmark
fór at vinna ímóti Svøríki í aðrari
hálvfinaluni, og at Frakland í hinari
hálvfinaluni fór at basa Spania.
Hesar báðar grannauppgerðirnar
endaðu púra øðrvísi, og enn
einaferð varð staðfest, at
tað verri enn so altíð
eru favorittarnir, sum
vinna. Tað snýr seg um
tendringina og hug-
burðin
umframt
kropsliga
styrki,
skjótleika,
bóltfør
leika
og
taktiskt
snildi.
Hetta var finalan
gott dømi um. Svøríki
var
í
gjárkvøldið
frammanfyri 14-12, tá ið
fyrri hálvi tímin var av. Tí
ráddi um hjá spanska venj
aranum at finna nýggjar snildir
fyri at fáa bilbukt við svium, og tað
eydnaðist.
Snildi venjarin
Púra ótraditionelt høvdu sponsku
spælararnir undir steðginum fingið
boð frá snilda venjaranum um heilt
nýggja spælskipan.
54 ára gamli Jordi Ribera Rom
ans hevur verið spanskur lands
liðsvenjari síðani í fjør. Hann vandi
2012-2016 landsliðið hjá Brasil,
og nú var tað ikki minst hansara
avrik, ið var orsøk til, at Spania
syfti Svøríki.
Boðini undir hvíldini vóru, at
spælararnir skuldu fara langt fram
á vøllin, tá ið teir vóru í verjustøðu,
og tað so at siga tók sviar á bóli. Teir
gulu og bláu megnaðu ongantíð at
finna mótspælið.
Fýra minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki, tá ið talvan vísti 15-
14 til Spania, og miðskeiðis í seinna
hálvleiki var Spania frammanfyri
21-16. Harvið skoraði Svøríki bara
tvær ferðir fyrra korterið av øðrum
hálvleiki, og hesar fimtan minutt
irnar vann Spania 9-2.
Risin í málinum
Ráðini hjá manninum á beinkinum
vóru skilagóð og avgerandi. Og so
var tað maðurin millum stólparnar
í spanska málinum.
Arpad Sterbik sat á beinkinum
frá dystarbyrjan. Hann varð settur
av verja spanska málið, tá ið Svøríki
hevði
lagt
seg framum við
trimum málum.
At siga mað
urin
millum
stólparnar
er
kanska at taka
í so rívan til.
Hann er tveir
metrar høgur og
gongur akkurát
inn undir tvør
træið. Hóast bæði
stórur og tungur er
hann framúr fimur,
og hann megnar sum
einki at syfta beinini
upp undir oyrini.
Arpad Sterbik var ikki
á listanum, tá ið spanska
liðið fyri næstan trimum vikum
síðani kom til Kroatia. Hann hevði
givið avboð, tí tað bar ikki 38 ára
gamla málverjanum til at vera við
í fyrireikingunum og í endaspæl
inum. Tilsaman fevnir tíðarskeiðið
um meiri enn ein mánað, og tað bar
ikki til, segði málverjin.
Hann var í spanska bruttohóp
inum, og hóskvøldið ringdu teir
eftir honum. Arpas Sterbik helt frí
og spenti frá, og hann kendi seg á
ongan hátt at vera nóg væl fyri at
fara til Kroatia. Men vit hava brúk
fyri tær, svaraðu spaniólarnir, og so
gjørdi málverjin skjótt av. Fríggja
kvøldið var hann við, tá ið Spania
vann sannførandi 27-23 sigur í
hálvfinaluni ímóti fronsku heims
meistarunum, og í gjárkvøldið
var hann framúr góður og
heilt avgerandi í finaluni,
sum endaði við, at Spania
fyri fyrstu ferð vann
gull í EM hondbólti fyri
menn.
Í fótbólti er tað
soleiðis, at tað ber ikki
til at skifta landslið. Tað
ber til upp til og við U-21
landsliðnum so at siga at
hoppa frá einum landi og
til eitt annað, men borðið
fangar,
tá
ið
spælarin
fyrstu ferð hevur verið á
A-landsliðnum.
Soleiðis
er
tað
ikki
í
hondbólti. Har ber til at skifta,
og tað hevur Arpad Sterbik gjørt.
Hann umboðaði gamla Jugoslavia
og Serbia, og síðani Montenegro.
Í 2008 spældi hann fyrstu ferð á
spanska landsliðnum, sum hann
síðani hevur umboðað fleiri enn 75
ferðir.
Í 1999 og 2001 var hann við fyri
Eftir fýra finalutap eydnaðist tað í gjárkvøldið fyri fyrstu ferð
Spania at vinna gull í finaluni um EM, ið var ímóti Svøríki,
sum eftir fýra gullsigrar tapti fyri fyrstu ferð í finaluni
SPANIA REISTI S
FUGLURIN FØNI
HONDBÓLTUR