mánadagur 29. januar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jugoslavia at vinna bronsu í HM
kappingunum, sum vóru í ávika
víst Egyptalandi og Fraklandi, og
fyri Spania vann hann gull í HM
kappingini á heimavølli í 2013, tá
ið Spania smurdi Danmark av í
finaluni, og bronsu í HM kapping
ini, sum í 2011 var í Svøríki.
Svøríki eigur framtíðina
Sjálvandi vóru sviar ógvuliga vón
brotnir, tá ið teir tóku ímóti silvur
krónunum. Teir vístu góðan hug
burð og royndu og royndu, tá ið
Spania í seinna hálvleiki av álvara
hevði fingið høvdið fyri seg.
Íslendski venjari teirra, 34 ára
gamli Kristján Andrésson, royndi
við eitt nú at taka málverjan út og
at spæla við sjey í álopinum, men
tað hepnaðist ikki serliga væl, tí
spaniólarnir sektaðu eirindarleyst,
tá ið teir fleiri ferðir sendu bóltin í
tóma svenska málið.
Sviar eiga blaðungt lið, sum hev
ur framtíðini fyri sær. Hálvfinalan
ímóti Danmark var fantastiska
spennandi, og tá vístu sviar, at tað
eru knotur í teimum.
Svøríki var støðugt framman
fyri. Ein stóan minutt undan leik
loki var munurin trý mál. Tá so
Danmark bara eitt sekund undan
leikloki javnaði til 30-30, kundi
tað verið so upplagt at hugsa, at
donsku favorittarnir áttu sinniliga
yvirskotið í longdu leiktíðini ímóti
Svøríki, sum av álvara haltaði, tí
tveir av bestu spælarunum sótu
uttanfyri – annar við hálsbruna og
hin við heilaskjálvta.
Svøríki helt høvdið kalt í longdu
leiktíðini, og eftir 70 minuttir vísti
máltalvan 35-34 til Svøríki.
Tað boðar frá styrki, og tað man
vera lítið at ivast í, at Svøríki verð
ur at síggja millum tey, sum næstu
árini fara at kappast um heiðurs
merkini í teimum stóru kapping
unum – EM, HM og OL.
Um eitt ár verður næsta høvið,
tá ið HM endaspælið verður í Dan
mark og Týsklandi.
Karabatic ikki nøgdur
Undan sjálvari finaluni í gjár
kvøldið vann Frakland uppgerðina
um
triðja
plássið
ímóti
Danmark.
Danir staðfestu, at tað
ber ikki til at vinna hálvfinaluna,
tá ið málverjarnir standa seg so
illa, sum donsku málverjarnir hava
gjørt í hesi kappingini, og tað var
sama søgan í stríðnum um bronsu
krónurnar í gjárkvøldið.
Niklas Landin var ein skuggi av
sær sjálvum, og hóast annar mál
verjin Janne Gren stóð seg betri
enn Landin, so var tað ikki nóg gott
til, at tað skuldi eydnast dønum at
vinna heiðursmerki.
Størsta stjørnan á franska liðn
um er Nikola Karabatic. Hann
var franskur toppskjútti ímóti
Danmark við níggju málum. At
ein av fremstu spælarunum í
heiminum hevur alstóran týdning
fyri franska liðið sást, tá ið hann
eina løtu í seinna hálvleiki fór av
vøllinum at rinda møðina.
Tá minkaði munurin niður í
tvey mál, og tað var um reppið, at
hann minkaði uppaftur meir, tí
danir skoraðu. Men heilt ófatuligt
var tað, tá ið sera trilvandi og lítið
sannførandi rumensku dómararnir
kolldømdu málið, sum Rasmus
Lauge skoraði.
Karabatic gav í gjárkvøldið til
kennar, at hann er ikki nøgdur við
soleiðis, sum EM endaspælið er lagt
til rættis:
-Hetta er heilt undarligt. Svøríki
tapti tríggjar ferðir í kappingin,
men varð kortini partur av final
uni. Vit taptu bara einaferð – ímóti
Spania í hálvfinaluni – og vit end
aðu lægri enn
Svøríki. Okkara
úrslit í innleiðandi
umfarinum og í miðumfar
inum eru prógv um, at vit eiga eitt
av bestu liðunum, meðan Svøríki
við trimum tapum ikki hevur
prógvað seg at vera eitt av bestu
liðunum, helt Karabatic og fanst
harvið at, hvussu kappingarleist
urin er samanskrúvaður.
Á leiðini ímóti hálvfinaluni
tapti Svøríki ímóti Íslandi í fyrsta
dystinum í innleiðandi umfarinum
og seinni tapti Svøríki ímóti bæði
Fraklandi og Noregi. Hetta er fyrsta
ferðin yvirhøvur, at eitt lið hevur
tapt tríggjar dystir og kortini hevur
spælt seg í finaluna í EM endaspæl
inum.
Størri kapping
Næsta EM endaspælið verður um
tvey ár. Longu í 2014 varð tað av
gjørt, at kappingin í januar-februar
2020 skal fevna um fleiri lond, enn
júst lokna kappingin gjørdi.
Í hesi kappingini vóru sekstan
tjóðir – flokkaðar í fýra bólkar við
fýra liðum í innleiðandi umfarin
um.
Europeiska hondbóltssamgong
an samtykti á fundi í Dublin í sept
ember 2014, at næsta EM enda
spælið, sum verður tað fjúrtanda í
røðini, skal fevna um 24 lond.
Endaspælið verður í Svøríki,
Eysturríki og Noregi. Luttakararnir
vera skipaðir í seks innleiðandi
bólkar, sum fara at kappast í
seks býum – Stokhólm, Göteborg,
Malmö, Wien, Graz og í Tróndheimi.
EM í hondbólti fyri menn
Ár
Vertur
Gull
Silvur
Brunsa
1994
Portugal
Svøríki
Russland
Kroatia
1996
Spania
Russland Spania
Jugoslavia
1998
Italia
Svøríki
Spania
Týskland
2000
Kroatia
Svøríki
Russland
Spania
2002
Svøríki
Svøríki
Týskland
Danmark
2004
Slovenia
Týskland Slovenia
Danmark
2006
Sveis
Frakland
Spania
Danmark
2008
Noreg
Danmark Kroatia
Frakland
2010
Eysturríki
Frakland
Kroatia
Ísland
2012
Serbia
Danmark Serbia
Kroatia
2014
Danmark
Frakland
Danmark
Spania
2016
Polen
Týskland Spania
Kroatia
2018
Kroatia
Spania
Svøríki
Frakland
2020
Svøríki/Eysturríki/Noreg
SEG SUM
IKS
HONDBÓLTUR