Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Jóhan á Plógv Hansen vildi sum heilt ungur verða hondbóltsmálmaður sum gumman. Seinni var fyrimyndin brasilski fótbóltsspælarin, Ronaldinho. Sum 15 ára gamal byrjaði tó ein leið, har Jóhan á Plógv Hansen valdi hondbóltin fremst, men hann hevur ikki altíð verið so góður. Hann var ikki eitt “lýsandi talent”, sum hann sjálvur tekur til. Í Skanderborg heldur venjarin, at føroyski vongurin dugur illa at spæla hondbólt, men hevur nakrar kropsliga fyrimunir, ið gera at hann kann blíva avbera góður. Jóhan á Plógv Hansen er fyrsta árs ungilingur í Skanderborg, tá tveir skaðar gera, at hann skal á vøllin fyri besta liðið. Søgan um Jóhan á Plógv Hansen, er ein søga um at stríðast og arbeiða hart, og altíð verða til reiðar at taka av. Eisini avbjóðingunum, tá tað gongur illa og skaðar gera um seg. Drúgvur skaði Hann bleiv álvarsliga skaddur í feburar og bleiv skurðviðgjørdur í mars mánaði í fjør. Hann kom aftur á vøllin í novembur. Eg minnist neyvt, at tað var 20. novembur. Tað er fantastiskt at verða á vøllinum aftur. Sjálvt um tað hevur verið 15 til 30 minuttir fyri hvønn dyst at byrja við, so er tað fantastiskt at verða við aftur. Nú vóni eg, at tað verður meiri spælitíð í framtíðini, sigur 23 ára gamli havnarmaðurin, sum byrjaði sum ungur í Kyndli, har gumman, Marjun á Plógv, er venjari. Alt byrjaði í Kyndli, har gumma mín stóð í mál. Hon spældi eisini á landsliðnum. Hon var barnavenjari og tók meg við til venjing. Eg vildi eisini verða málmaður, men sum 10 ára gamal fekk eg at vita, at eg við míni vinstri hond kundi blíva til nakað, sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum eisini spældi fótbólt. Eg spældi eisini fótbólt og tað var tað eg vildi mest. Eg vildi verða líka sum Ronaldinho. Tað gekk eisini fínt og eg kom á U15 og U17 landsliðið, men sum 15 ára gamal bleiv klárur yvir, at eg var nokk betri til hondbólt, fortelur BSV- spælarin. Dia Midjord sigur frá Dia Midjord er venjari á besta liðnum hjá Kyndli, tá Jóhan á Plógv Hansen og hansara liðfelagir spæla eina ungdómssteypafinalu. Dia Midjord kemur yvir til mín og sigur, at eg ikki skal spæla fótbólt. Eg hugsaði hvat hann billaði sær inn, men eg slapp hareftir at venja við besta liðnum, fortelur vongurin. Jan Ottosen, sum tá venjari í KÍF, skipar soleiðis fyri, at ungi havnarmaðurin sleppur at royna seg í Skanderborg. Tveir mánaðir seinni flytur hann til Skanderborg, men ætlanin er bara at búgva niðri í eitt ár. Tað endar við, at hann ger sáttmála við felagi. “Tú rann skjótt og hoppaði høgt, men hondbólt dugdi tú ikki at spæla”. Orðini eigur gamli venjarin hjá honum í Skanderborg. Føroyski vongurin, sum umboðar Danmark á landsliðsplan, hevur ikki altíð verið besti hondbóltsspælarin. Hevur tú nakrar fysiskar eginleikar, sum onnur kanska ikki hava, so kanst tú koma langt, tí at finta og annað kanst tú læra. Tað var mítt talent, tí eg var ikki nakað sjónligt hondbóltstalent, sigur Jóhan á Plógv Hansen. Hann er annað val á høgravongi á U18 liðnum hjá Skanderborg. Hann ætlaði sær bara eitt ár í Danmark og so aftur til Kyndil, men hevur fingið nýggjan sáttmála. Hann stríðist alt hann er mentur og brádliga fær hann møguleikan. Bæði vongurin á U18 liðnum og á besta liðnum blíva skaddir. Og har stóð eg og skuldi inn at spæla mín fyrsta dyst. Vit taptu greitt, men eg minnist at eg fái fatur á einum bólti og havi eitt skot, men skori ikki. Tað hugsi eg tó ikki nógv um, tí eg havi spælt á besta liðnum, fortelur Jóhan á Plógv Hansen. Hann heldur eisini at yrkisleiðin hjá honum higartil, er ein staðfest av at “time’ing”, sum hann orðar tað, er ein týdningarmikil partur av at klára tað. Eftir hetta vinnur hann seg fram á besta liðnum hjá Skanderborg. Sáttmála við Bjerringbo- Silkeborg Í 2016 skiftir Jóhan á Plógv Hansen til Bjerringbo-Silkeborg, stytt BSV. Liðið vinnur millum annað DM í 2016, og spælir síðani í Champions League, har liðið kemur í bólk saman við nøkrum av størstu feløgunum í heiminum. Millum annað Barcelona, Kiel og Paris Saint-Germain. Bólkurin, sum vit koma í er ótrúliga sterkur. Tað eru tveir bólkar á átta lið. Av teimum sum vit kundu fáa fingu vit tað sterkasta liðið hvørja ferð. Tað er fantastiskt at hava spælt móti elituni, sigur føroyski vongurin. Stutt undan hann bleiv skaddur gjørdi hann ein fýra-ára sáttmála. Tað er hann glaður fyri í dag, hóast tað ger tað torførari at koma víðari, um tann støðan skuldi íkomið. Um eg ikki longdi sáttmálan, so hevði verið sáttmálaleysur til í summar. Tá tú so hevur verið skaddur í longri tíð sum eg, so er tað ikki tann besta støðan, fortelur Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur ein dreym um at spæla í Bundesliguni. Eg hugsi fyrst og fremst um BSV, men tað hevði sjálvandi verið áhugavert at sloppið at spælt í Bundesliguni einaferð. Kanska eg kundi spælt við einum miðalliðið fyrst, og so sæð hvat tað røkkur til, sigur vongurin. Tað er ikki ókeypis at spæla hondbólt á høgum stigi, tí tað er nógv, sum tú mást siga nei til. Eitt nú at koma heim til jólaaftan, tí tú skal spæla 23. desembur. Ungi havnarmaðurin váttar, at tað er hart, men leggur dent á fyrimunirnar. Eg eri 23 ár og havi ferðast í næstan øllum Evropa, og spælt móti fleiri stórum profilum. Tað er heilt fantastiskt, sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur eitt mál um at spæla í týsku Bundesliguni, men fyribils snýr tað seg um at økja um minutt-talið í BSV. trondur@sosialurin.fo Jóhan á Plógv Hansen: “TÚ DUGDI IKKI AT SPÆLA HONDBÓLT” Orðini eigur fyrrverandi venjarin, sum tók føroyska hondbóltsspælara undir sínar veingir í Skanderborg. Jóhan á Plógv Hansen hevur aðrar eginleikar, sum síðani hava gjørt hann til ein hondbóltsspælara HONDBÓLTUR