Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. januar 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór AB skrivar undir sáttmála við tveir nýggjar leikarar. Teir báðir eru 31 ára gamli áleyparin úr Montenegro, Ivan Knezevic, og 20 ára gamli Absalon Eliasen, ið seinast spældi við TB/FCS/ Royn. Lutakast er um hvørji lið koma at hittast í nýggja UEFA Nations League, og her fløskar tað seg soleiðis, at Føroyar koma í bólk saman við Kosovo, Malta og Aserbadjan. Jóannes á Fløtti tekur við sum høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag, har hann avloysir Oleksii Ilchencko. Finnur Justinussen verður útleigaður frá Fremad Amager til Næstved í triðbestu donsku deildini, har hann í fyrsta venjingardystinum gerst sigurharri í 2-1-sigri. Michal Przybylski, sum í fjør spældi við Skála og gjørdist ársins ungi leikari í Føroyum, ger hálvt triðja ára sáttmála við Widzew Lodz í fjórðbestu polsku deildini. Spania verður evropameistari í manshondbólti á fyrsta seinni við 29-23-finalusigri ímóti Svøríki. Bronsuna fær Frakland eftir 32-29-sigur í bronsudystinum ímóti Danmark. Víkingur ger sáttmála við 27 ára gamla spanska miðverjan, Dennis Nieblas, ið er annar styrkurin til miðverjuna eftir at felagið herfyri eisini gjørdi sáttmála við nigerianska Rasheed Alabi. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR - Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil - Rói Hentze, Fleyr “Eg eri líkaglaður hvat hitt liðið (í FM-finaluni) verður, men tað eina liðið verður so Fleyr” “Um vit skulu hava nakran møguleika ímóti Team Klaksvík, so mugu vit fáa kontrafasuna í gongd” Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jóhanna Joensen Aldur: 16 Ítróttur: Estetiskur fimleikur (Ljósið) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Tvær 2. Nigeria og Spania 3. Úr Póllandi 4. 2007 5. Per Klarup 6. Dráttur og SÍ 7. Rob Cross 8. Sámal á Tjaldrafløtti 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1. Hvussu nógvar steypakappingar eru í føroyskum estetiskum fimleiki um árið? 2. Úr hvørjum londum er nýggju útlendsku miðverjarnir hjá Víkingi? 3. Hvaðani eru foreldrini hjá donsku tennisdrotningini, Caroline Wozniacki? 4. Nær gjørdist NSÍ seinast føroyameistari í mansfótbólti? 5. Hvussu eitur danski høvuðsvenjarin hjá Stjørnuni? 6. Hvussu eita vágaliðini í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti? 7. Hvussu eitur heimsmeisarin í dart? 8. Hvussu eitur leikarin í hvíta búnanum á myndini? Myndin hesa vikuna: Hey Jóhanna! Til lukku við gullinum. Høvdu tit roknað við hesum? - Hey! Takk fyri tað. Vit hava vant sera hart og nógv hetta hálva árið og vónaðu sjálvandi at síggja úrslit. Tó vistu vit, at vit høvdu ógvuliga harða kapping. Vóru tit nøgdar við framførsluna? - Tá man fer út á gólvið ger man sítt allar besta. Øll kunnu kiksa og kanska serliga tá tú ert nervøsur Hóast eg royndi at framføra so væl sum eg kundi akkurát tá, føldi eg sjálv, at eg kundi gjørt nógv betri. Er kappingin tøtt í ár? - Sum sagt høvdu vit væntað harða og tætta kapping. Kappingin í ár fer at vera sera spennandi, tí bæði liðini eru sigursvand, men hava ongantíð kappast ímóti hvørjum øðrum fyrr. Hvussu nógv venja tit um vikuna? - Vit venja fimleik fýra ferðir um vikuna. Við síðurnar av hesum venja við eisini ballett og vit spinna. Ætla tit til kappingar uttanlands í ár? - Tað er ótrúliga mennandi at kappast uttanlands. Tískil fara vit at kappast uttanlands fleiri ferðir í ár. Vit ætla okkum til Easter Cup í Danmark í mars, World Cup II í Eysturíki í apríl og European Championships í Estlandi í mai. Tað liðið, ið vinnur FM, sleppur eisini til HM í Bulgaria í juni. So føroyameistaraheitinum fara vit eisini at stremba eftir. Roger Federer var rørdur eftir sigurin í Australian Open.