mánadagur 29. januar 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. januar 2018 · Nr. 12
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Flytingarvindeygað í teimum flestu útlendsku deildunum,
letur mikukvøldið á midnátt aftur. Við føroyskum eygum, er
støðan serliga spennandi um Jóan Símun Edmundsson og Gilla
Rólantsson Sørensen, sum helst báðir fara at skifta feløg.
André Olsen
Mikukvøldið
á
midnátt
letur
flytingarvindeygað aftur í teimum
flestu
europeiskum
kappingunum.
Vanliga hevur útlendska flytingar
vindeygað ikki stórvegis týdning fyri
føroyskan fótbólt, tí tað er sjáldan,
at føroyskir leikarar vera fluttir runt
millum útlendsk feløg í endanum av
flytingarvindeyganum. Men í ár er
øðrvísi. Stór útlit eru nevniliga fyri, at
tveir føroyskir landsliðsleikarar kunnu
flyta feløg á seinasta degi.
Jóan Símun Edmundsson og Gilli
Rólantsson
Sørensen
hava
báðir
sáttmálar, ið skjótt ganga út við teirra
feløg, og sum skilst røkist fyri, at í øllum
førum annar av teimum fer at skifta
felag áðrenn mikukvøldið.
Stórur áhugi fyri Jóan Símuni
Fyri eini viku síðani, var annars ikki
væntandi, at Jóan Símun Edmundsson
skuldi skifta úr OB. Men hósdagin
broyttist
støðan
hjá
føroyska
landsliðsáleyparanum
brádliga.
Eftir at samráðingarnar um nýggjan
sáttmála ikki bóru á mál mikukvøldið
í seinastu viku, boðaði OB hósdagin
frá, at Jóan Símun Edmundsson ikki
skuldi við besta liðnum hjá OB á
venjingarlegu hesa vikuna, sum liður í
fyrireikingunum til komandi hálvár í
Superliguni. Jóan Símun Edmundsson
er tí einsamallur eftir í Danmark úr
fyrsta liðs hópinum hjá OB, og venur
í løtuni við U19 liðnum hjá felagnum.
Sum skilst verður arbeitt dúgliga við,
at Jóan Símun Edmundsson kann finna
sær eitt nýtt felag, áðrenn flytingar
vindeygað letur aftur mikukvøldið.
Føroyski
landsliðsáleyparin
verður
settur í samband við skifti til fleiri
lond. Bæði donsk, norsk og svensk feløg
eru sum skilst áhugaði í Jóani Sím
uni Edmundsson, og eitt skifti longur
burtur kann heldur ikki útihýsast.
Umboðsmaðurin hjá Jóan Símuni
Edmundsson hevur nevniliga fleiri
leikarar í øðrum europeiskum londum
– so sum Hollandi og Belgia – og tí kann
eitt skifti hartil hugsast.
Gilli á veg úr Brann
Eisini røkist fyri, Gilli Rólantsson
Sørensen fer at skifta felag í vikuni.
Brann kunngjørdi fyri stuttari tíð
síðani ghanesiska spælaran, Gilbert
Koomson, sum ger, at Brann nú hevur
ein útlending ov nógv í hópinum,
í mun til tað, ið teir hava loyvi til.
Sáttmálasamráðingarnar
hjá
Gilla
Rólantsson Sørensen um nýggjan
sáttmála við Brann, hava leingi drigið
út, og tað tykist mestsum heilt víst, at
Gilli Rólantsson Sørensen ikki fer at
leingja sáttmála við Brann, men heldur
fer at finna sær annað felag. Í samrøðu
við norskar miðlar í seinastu viku,
úttalaði Gilli, at hann samráddist við
donsk og ensk feløg. Tí er væl hugsandi,
at Gilli fer at skifta til danskan ella
enskan fótbólt innan hósdagin.
Kann opna fyri føroysk feløg
Fyri føroysk feløg, er tað eisini
áhugavert
tá
útlendska
flyt
ingarvindeygað letur aftur. Føroyska
flytingarvindeygað letur ikki aftur
somu tíð, og tí kann tað lata hurðarnar
upp hjá føroyskum feløgum, at fáa fatur
í útlendskum leikarum. Í fjør gjørdi
HB sær dælt av tí, tá teir heintaðu
Daniel Elly Pedersen, Martin Bergvold
og Aleksandar Stankov úr donskum
fótbólti.
andre@sosialurin.fo
Tórsvøllur
má gerast
– ordiligt
Tað er so nemt at sita uttanfyri og hava eina
meining. Serliga tá tað ikki eru tínir egnu
pengar, og tú ikki skal gjøgnum eitt politiskt
system, fyri at koma á mál, men eg undrist
onkuntíð á, hví vit ikki bara byggja ordiligt –
fyrstu ferð.
Nú er nýggja “stórhøllin” á Hálsi útbygd.
Tað er kærkomið og heilt vís ein betring í
mun til tað, sum var áðrenn. Men tú skal ikki
brúka hugflogið nógv, fyri at koma til eina
enn betri loysn. Bara fyri at taka tveir lítlar
trupulleikar.
Við at byggja upp í annan endan, so verður
trupulleikin við breiddini í høllini ikki
loystur. Hetta hevur verið ein trupulleiki
í fleiri ár, tá tað kemur til altjóða krøv.
Heldur ikki sleppur bussurin ordiliga til,
um tað skal verða akkurát sum ordiligt.
Hinvegin, so slapp bussurin heldur ikki
ordiliga til í høllini, sum Føroyar spældu í til
HM undankappingina í hondbólti í Bolzano í
Italia.
Mín taki er bara, at um vit hugsaðu stórt frá
byrjan, so stóð ein nýggj multihøll á Hálsi,
sum kanska enntá hevði ein minni háls. Ein
høll við nógv fleiri eginleikum og sum kundi
húsa enn fleiri vøllum og ítróttargreinum.
Hevði tað kostað meir? Ja! Men hevði tað
gagna fleiri í longri tíð? Ja!
Onkur hevur hildið fyri, at tað er ørt at
byggja vestara partin á Tórsvølli út fyri
yvir 100 milliónir krónur. Eg haldi, at vit
fyri næstan fyrtsu ferð í longri tíð hyggja at
einum stórum bygningsverki, sum nettup
verður gjørt ordiligt. Tað var ørt byrja upp
á Tórsvøll, uttan at halda seg til ein størri
ætlan, so sloppu vit undan 20 árum uttan tak,
og taka gamla Tórsvøll niður, fyri at byggja
nýtt uppaftur.
Eg haldi tað er rætt at byggja ordiligt, tí vit
vinna í longdini. Eg giti, at tá Tórsvøllur
stendur liðugur, so spyrja vit ikki hvat hann
kostaði, tí hann kemur at gagna fótbóltinum
so væl. Men kanska er tað bara eg?
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur:
FLYTINGAR
VINDEYGAÐ LETUR
AFTUR Í VIKUNI