týsdagur 30. januar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Mildrið Jacobsen
Stórir
útlendskir
miðlar
nevna oftari og oftari Før
oyar sum eitt tað mest
áhugaverda
ferðamáli
í
heiminum.
Á
nýggjasta
listanum hjá heimskenda
miðlinum Forbes yvir 15 tey
mest spennandi ferðamálini
í 2018, eru Føroyar saman við
eitt nú Bolivia og Tibet.
Á Hotel Føroyum, Hotel
Hafnia
og
Hotel
Havn
leggja tey væl til merkis, at
áhugin fyri Føroyum sum
ferðamannaland er vaks
andi. Gistingarhúsini siga øll,
at tey fáa fleiri og fleiri fyri
spurningar frá útlendingum,
sum kunnu hugsað sær at
koma til Føroya at ferðast
um summarið.
- Vit hava havt ein mun
andi vøkstur hesi seinastu
2-3
árini.
Bíleggingarnar
koma fyrr á árinum, og tað
koma
fleiri
bíleggingar.
Hetta seinasta árið hevur
eftirspurningurin úr USA og
Asia eisini verið størri, sigur
Jóhanna Rasmussen, sum er
sølustjóri á Hotel Føroyum.
Eisini á Hotel Hafnia
frætta tey frá ferðaskriv
stovum, sum tey ikki hava
vitað um fyrr, og tey fáa
alsamt fleiri fyrispurningar
frá fólki, sum ætla sær til
Føroya at ferðast. Tað sama
ger seg galdandi á Hotel
Havn, har tey fáa fyrispurn
ingar frá fleiri og fleiri, sum
vilja uppliva Føroyar um
summarið.
Trupulleikin
hjá
gist
ingarhúsunum er, at tey
hava als ikki møguleika at
hýsa øllum gestunum, sum
kunnu hugsað sær at ferðast
í Føroyum høvuðsárstíðina.
Tey verða ofta noydd at siga
nei, tá tey fáa fyrispurningar
um gisting í juni og juli mán
aði.
Einki pláss um
summarið
- Tað er trýst á um summarið.
Tey, sum koma hendanvegin
at ferðast, vilja ofta sleppa at
gista í einar 7-8 dagar, men
tað er torført at útvega teim
um innivist, tí í juni og juli
mánaði eru tey flestu kømr
ini longu bíløgd. Tað er um
summarið, at ferðavinnan
veruliga blómar, sigur Jógv
an Breckmann á Hotel Havn.
Sama svar fáa nógv, sum
ætla at bíleggja kømur á
Hotel Føroyum og Hotel
Hafnia um summarið.
- Vit hava ikki pláss um
summarið, og vit mugu ofta
siga nei, sigur sølustjórin á
Hotel Føroyum, Jóhanna
Rasmussen.
Rósa Maria Restorff, F&B
Manager á Hotel Hafnia,
sigur, at ferðaskrivstovurnar,
sum kenna Føroyar, vita, at
tað er neyðugt at bíleggja
kømur í góðari tíð.
- Tí er tað øgiliga tor
ført hjá nýggjum ferða
skrivstovum, sum ætla at
senda ferðafólk til Føroya,
at fáa kømur. Tað kemur
ofta fyri, at vit ikki kunnu
útvega
teimum
kømur
um summarið, Rósa Maria
Restorff.
Tóm kømur um veturin
Um veturin standa nógv
kømur tóm á teimum trim
um gistingarhúsunum. Ser
liga í desember, januar og
februar mánaði er áhugin
lítil hjá útlendingum at
ferðast til Føroya.
Uttan fyri høvuðsárstíð
ina roynir Hotel Føroyar at
leggja seg eftir at fáa ráð
stevnur og fundir til landið.
Sølustjórin sigur, at áhugin
fyri at hava ráðstevnur í Før
oyum er eisini vaksandi, men
at tað gongur seint.
ÚTLENDSK
FERÐAFÓLK
FÁA IKKI
INNIVIST UM
SUMMARIÐ
Áhugin fyri Føroyum sum ferðamannaland veksur alsamt. Men nógv útlendsk ferðafólk,
sum kundu hugsað sær at komið til Føroya um summarið, noyðast at setast aftur, tí
møguleikarnir at gista eru so avmarkaðir. Hinvegin standa nógv kømur tóm um veturin
Rósa Maria Restorff, F&B Manager á Hotel Hafnia
Jógvan Breckmann, Hotel Havn