týsdagur 30. januar 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13
TÍÐINDI
- Vit royna at fylla veturin
við tí. Tey eru ikki so bundin
at veðrinum, og fakligi part
urin á slíkum túrum kann
vera innandura. Eisini royna
vit at savna okkum um fáa
fólk hendanvegin á eitt nú
nýggjárinum og á pásk
um. Áhugin er vaksin hesi
seinastu árini, men tað er
tungt, sigur Jóhanna Ras
mussen.
Eisini á Hotel Hafnia
verður høvuðsdenturin lagd
ur á ráðstevnur uttanfyri
høvuðsárstíðina.
Bæði
í
mars og apríl og serliga í mai
mánaði eru fleiri vikur longu
fult bókaðar við ráðstevnum
á Hotel Hafnia, sigur Rósa
Maria Restorff, og leggur
afturat, at hasa tíðina koma
eisini fleiri pensjónistar at
ferðast.
Uttanfyri
summarmán
aðirnar eru flestu gestirnir
á Hotel Havn í Føroyum í
arbeiðsørindum.
Jógvan
Breckmann vísir eitt nú á,
at tey hava gestir búgvandi,
sum eru her í sambandi við
byggiarbeiðið á Glasum og
eisini í sambandi við annað
byggiarbeiði. Teir gestirnir
gista ofta bara einar 2-3 dag
ar. Um summarið eru flestu
ferðafólkini
á
gistingar
húsinum í einar 7-8 dagar.
Tilboð um veturin
Jóhanna Rasmussen, Rósa
Maria Restorff og Jógvan
Breckmann fegnast øll trý
um, at Visit Faroe Islands ger
eitt stórt arbeiði fyri at fáa
ferðafólk til eisini at koma
til Føroya aðrar árstíðir enn
um summarið.
- Visit Faroe Islands ger
nógv fyri at fáa fjølmiðlar at
seta fokus á hesa árstíðina
og tað, sum mann kann gera
í Føroyum í vetrarhálvuni.
Vit mugu bara vera klár og
hýsa teimum og so vóna, at
tey fáa eina góða uppliving,
sigur Jóhanna Rasmussen.
Sølustjórin á Hotel Før
oyum sigur seg ikki hava
nakað ítøkiligt boð uppá,
hvussu tað skal eydnast at
fáa fleiri ferðafólk til Føroya
í vetrarhálvuni. Men tað er
eitt krav, at tey sleppa at
uppliva okkurt, meðan tey
eru her.
- Tað er givið, at tey koma
ikki her bara fyri at flúgva
ella sigla til Føroya og sova
her. Tey mugu eisini uppliva
okkurt. Tað setur krøv til eitt
nú matstovuvinnuna, sum
má hava okkurt áhugavert
at bjóða teimum. Og eisini
til tey, sum skipa fyri túrum.
Eitt nú gongutúrum, sigli
túrum og ríðitúrum, sum
væl bera til, sjálvt um tað er
kalt. Tíbetur eru tað eisini
fleiri, sum skipa fyri túrum
alt árið, so vit eru væl á veg,
heldur Jóhanna Rasmussen.
Rósa Maria Restorff, F&B
Manager, sigur seg eisini
rokna við, at tað fer at bera
til at fáa fleiri ferðafólk
hendanvegin ta árstíðina,
men hon væntar ikki, at tey
verða eins nógv í tali og um
summarið.
Jógvan
Breckmann
á
Hotel Havn vísir á týdningin
av arbeiðnum hjá Visit Faroe
Islands, sum roynir at fáa
apríl, mai og eisini september
við í summarárstíðina, so
leiðis at meira kann fáast
burtur úr henni. Somuleiðis
verður arbeitt við at mark
naðarføra ta myrku tíðina í
Føroyum, har dentur verður
lagdur á náttúruna og tað
ráa veðurlagið.
Fleiri kømur ávegis
Stórur tørvur er á fleiri
gistingarmøguleikum
hjá
útlendskum
ferðafólkum
um summarið, og tí fegnast
Jóhanna Rasmussen, sølu
stjóri á Hotel Føroyum um,
at tey fáa fleiri kømur í næst
um at bjóða ferðafólki.
Kerjalon, sum fyrr var
vallaraheim, verður í løtuni
bygt um til hotellkømur. Tað
arbeiðið verður væntandi
liðugt í apríl mánaði. Sum er,
eru 106 kømur á Hotel Føroy
um, men tá Kerjalon er liðugt
umbygd, verða kømrini 129 í
tali.
- Tað kann ikki ganga ov
skjótt, at vit fáa nøkur hotell
kømur afturat. Vit noyðast
ofta at siga nei við fólk, sum
vilja hava kømur, og tað er
eisini ein orsøk til, at vit tora
at fara undir útbyggingina,
sigur sølustjórin á Hotel Før
oyum.
Umframt umbyggingina
av Kerjalon, verða 80 køm
ur afturat bygd á Hotel Før
oyum. Tað arbeiðið verður
væntandi liðugt í 2020. Eisini
eru ætlanir gjørdar um at
útbyggja Hotel Tórshavn.
Arkitektar hava gjørt upp
skot um ta útbýggingina.
Ikki ov nógv ferðafólk
Jóhanna Rasmussen stúrir
ikki fyri, at ferðafólkini kun
nu gerast ov mong í tali eins
og tey hava upplivað í Ís
landi.
- Hjá okkum verður ferða
fólkatalið stýrt sjálvvirkandi.
Vit hava bara tvey flogfeløg
og eitt skip, sum kunnu flyta
ferðafólk hendanvegin, og
tað kann tí stýrast tann veg
in, sigur sølustjórin á Hotel
Føroyum.
Heldur ikki Jógvan Breck
mann á Hotel Havn held
ur, at ferðafólkini kunnu
gerast ov nógv. Hann sigur,
at trýstið er serliga stórt um
summarið, men at gistingar
møguleikarnir eru avmark
aðir tá. Og uttanfyri høvuðs
árstíðina heldur hann ongan
vanda vera fyri, at tað koma
ov nógv ferðafólk til Føroya.
Rósa Maria Restorff, F&B
Manager, á Hotel Hafnia
heldur, at tað ger einki, um
tað koma eitt sindur fleiri
ferðafólk til Føroya.
- Ferðavinnan blómar. Eg
vænti, at tað fara at koma
fleiri og fleiri ferðafólk til
Føroya, sigur hon.
mildrid@sosialurin.fo
Jóhanna Rasmussen, sølustjóri á Hotel Føroyum