týsdagur 30. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31.januar 2017 · Nr. 13
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Írland til fólkaatkvøðu um fosturtøku í mai
– Fosturtøkulógin í Írlandi er millum tær strangastu í Evropa. Nú skulu írar atkvøða um at slaka strongu lógina
Eirikur Lindenskov
Írska stjórnin hevur gjørt av
at halda fólkaatkvøðu um,
hvussu beinleiðis bannið
ímóti forsturtøku kann ný
skipast.
Fólkaatkvøðan skal gera
av, um ein grundlógarbroyt
ing frá 1983 sum »viðurkennir
ófødda barnsins rætt til lív«,
skal takast av.
Tað upplýsti írski forsæt
isráðharrin, Leo Varadkar, á
tíðindafundi mánakvøldið.
Fólkaatkvøðan skal hald
ast síðst í maimánaði.
Írskar kvinnur í túsunda
tali ferðast til Onglands og
Wales at fremja fosturtøku.
– Hesar ferðir eru óneyð
ugar. Vit kunnu broyta hetta,
og avgerðin er í okkara hond
um, segði Leo Varadkar sam
bært BBC og legði dent á,
at hann vil stríðast fyri eini
hóvligari lóg á økinum.
Longu í fjør heyst boð
aði írska stjórnin frá, at hon
hevði sett á skrá eina fólka
atkvøðu um fosturtøku í mai
ella juni 2018.
Írska
grundlógin
varð
broytt í 1983 til eina av teim
um strangastu í Evropa, tá
tað snýr seg um fosturtøku.
Myndugleikarnir ábyrgjast
fyri at taka atlit til eitt óføtt
barn í sama mun sum til
mammuna.
Harvið er fosturtøka bert
loyvd, tá lívið hjá kvinnuni
er í vanda. Men ikki tá til
dømis talan er um neyðtøku,
blóðskemd ella eitt fostur,
sum ikki fer at megna at liva.
Tað skrivar tíðindastovan
AFP.
Seinastu árini hava mein
ingakanningar bent á, at
fosturtøka hevur vaksandi
undirtøku ella í øllum førum
til eina meiri varliga lóggávu
á økinum.
Í 2013 atkvøddi ein greiður
meiriluti í írska tjóðarting
inum ja til eina umstrídda
nýggja lóg. Fyri fyrstu ferð
loyvdu politikararnir fostur
tøku, um barnsburðurin setti
lívið hjá kvinnuni í vanda.
Árið fyri vendi allur heim
urin eyguni ímóti fosturtøk
ulógini í Írlandi eftir eitt
kensluborið kjak, tá tann 31
ára gamla indiska kvinnan,
Savita Halappanavar, doyði á
einum sjúkrahúsið í Galway.
Halappanavar
hevði
søkt um barnsburðarslit, tí
hon hevði fingið boð um, at
fostrið ikki fór at kunna liva.
Men umsóknin var avvíst, tí
lív hennara ikki var í vanda.
Hon doyði av blóðeitran
fáar dagar eftir at hava mist
fostrið spontant.
Ein planløgd forsturtøka
hevði eftir øllum at døma
bjargað lívið hennara. Málið
skapti vreiði, og fleiri polit
ikarar kallaðu andlátið fyri
eina »skomm«.
At Halappanavar doyði
førdi til lógina um at verja
lívið hjá mammuni und
ir barnsburði. Hon loyvir
fosturtøku í umstøðum, har
læknar siga, at veruligur
vandi eg fyri lívinum hjá
mammuni, skrivar AFP.
/ritzau/
Írska grundlógin varð
broytt í 1983 til eina
av teimum strangastu í
Evropa, tá tað snýr seg
um fosturtøku. Myndug
leikarnir ábyrgjast fyri
fostrinum í sama mun
sum mammuni
Írska sjórnin vil nú slaka sera strongu lógina, sum noktar kvinnum at taka fosturtøku. Fólkaatkvøða verður um lógina seinast í maimánaði
Møguleiki hjá írskum kvinnum at fáa fosturtøku:
Kvinnur í stranga katólska landinum hava bert møguleika at
fáa fosturtøku í heilt serligum førum.
Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, upplýsti fyrrakvøldið,
at írska stjórnin hevur gjørt av at halda fólkaatkvøðu um eina
møguliga slaking av landsins fosturtøkulóg síðst í mai.
Her eru nøkur fakta um strongu fosturtøkulógina í Írlandi:
– Millum 1980 og 2012 ferðaðust fleiri enn 150.000 írskar
kvinnur til Onglands og Wales fyri at fremja fosturtøku. Tað vísa
tøl frá brestka heilsumálaráðnum.
– Hægstirættur í Írlandi tók í 1992 eina prinsippavgerð um, at
kvinnur, hvørs lív er í vanda vegna barnsburð, kunnu fáa fostur
tøku framda, men eingin lóg kom, sum stuðlaði avgerðini.
– Í 2010 gjørdi Evropiski Mannarættindadómstóruin av, at Írland
ikki hevði løgfrøðiliga grundarlagið upp á pláss, so kvinnur við
barn í lívsvanda kunnu fáa fosturtøku framda.
FAKTA:
Írsku myndugleikarnir noktaðu indisku Savita Halappanavar
at fáa fosturtøkur, hóast fostrið ikki kundi liva. Hon doyði
av hesi orsøk, og tað skapti heimsumfatandi vreiði
Mynd: Ritzau/Scanpix
Leo Varadkar,
forsætisráðharri í Írlandi