Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein nýggj blóðroynd hjá einum altjóða granskingar­ bólki kann nú avdúka um­leið 70 prosent av krabba­meins­ til­burðum sum deild, og tá tal­an er um krabbamein í egg­rót­ini hjá kvinnum, kann nýgg­ja blóðroyndin av­dúka heili 98 prosent av til­burð­ un­um. Í læknaverðini halda tey, at hetta slag av blóðroynd kann fara at vísa seg at gerast eitt týdningarmikið am­boð í snarkanning av møgu­ligum krabbameini í fram­tíðini. Nýggja blóðroyndin kann­ar eina langa røð av dna-útbreðgi (mutatiónum) og proteinum sum stava frá krabbameinskyknum og sum finnast í blóðinum hjá krabba­meinssjúklingum. CancerSEEK Nýggja blóðroyndin verður kallað CancerSEEK, og gransk­ar­ar hava roynt hana við 1.005 fólkum, sum høvdu krabba­meini í ávikavist eggrót, livir, maga, brisi, vælindi, langa, endatarmi, lunga og brósti. Kanningin avdúkaði, at royndin kann vísa á 70 pro­ sent av krabba­meins­til­burð­ um í átta ymiskum sløgum av krabbameini. Bestu úrslitini funnu granskar­ar í samband við krabba­mein í eggrótini, har heili 98 prosent av sjúk­ ling­unum vórðu staðfestir at vera positivir og soleiðis hava krabbamein. Næstan líka so neyv var royndin við livrakrabba, og tá ræður um krabbamein í brisi, kundi royndin avdúka 69 prosent av tilburðunum. Allir sjúklingarnir, sum vóru við í royndini, høvdu krabba­mein á byrjunarstigi sum merkir, at tey høvdu krabba­mein, sum ikki hevði spreitt seg. Blóðroyndin varð eisini roynd við 812 fólkum, sum ikki hava fingið staðfest krabba­mein. Bert sjey av hesum vórðu staðfest positiv ella “følsk-positiv”, sum tað verður rópt. Gevur góðar vónir Læknin hjá Kræftens Be­ kæmpelse í Danmark, Niels Krom­an, heldur, at úrslitið hjá granskingarbólkinum við nýggju blóðroyndini gevur góð­ar vónir. - Tað er serliga týðiligt, at blóðroyndin ógvuliga ítøki­ liga kann vísa á fimm sløg av krabbameini, sum fólk í dag ikki kunnu snarkannast fyri. Talan er um krabbamein í livur, eggrót, vælindi, maga og brisi. Læknin sigur, at tað tíverri vísir seg, at krabba­ mein í brisi og eggrót ofta er komið langt, áðrenn sjúkan verður staðfest. Tí hevði tað verið eitt ógvuliga stórt fram­stig, um ein háttur varð stað­festur, sum tíðliga kann av­dúka krabbamein. Niels Kroman heftir seg eisini við lutfalsliga lítla pro­sent­talið av “følskum- positiv­um”, sum eru fólk, ið blóð­royndin reisir illgruna um, men sum kortini ikki eru sjúk. - Tað er ógvuliga av­ gerandi fyri ein snar­kann­ ingar­hátt, at talið av “følsk­ um-positivum” er so lágt sum gjørligt, soleiðis at so fá sum møgu­ligt gerast órógvaði óneyðugt, sigur hann. Fleiri kanningar Niels Kroman leggur dent á, at royndin fyrst skal roynast við fleiri frískum fólk­um, áðrenn hon kann góð­kenn­ ast sum amboð í einari snar­kanning fyri møguligt krabba­mein. - Men, um royndin eisini í størri kanningum vísir seg at vera haldbar, verður hetta ein blóðroynd, sum eitt nú starv­andi læknar kunnu brúka til sínar sjúklingar og sum ikki er ein dýr loysn, sigur hann. Læknin hjá Kræftens Be­kæmpelse vísir á, at í Danmark verða snar­kann­ ingar gjørdar fyri lív­móður­ háls­krabba, bróstkrabba og krabba í langa og endatarmi. - Endamálið við snar­ kann­ingunum er at staðfesta møgu­ligt krabbamein tíð­liga, tí tað gevur bestu møgu­ leikar­nar at yvirliva og sleppa undan hjáárinum, tá sjúkan verður staðfest tíð­ liga, sigur Niels Kroman. Tað eru granskarar við amerikanska universitetið, Johns Hopkins University School of Medicine, sum leiða nýggju blóðroyndina og kanningarháttin, nevndur CancerSEEK. Kelda: www.cancer.dk HEILSA EIN NÝGGJ BLÓÐROYND KANN STAÐFESTA YMISK SLØG AV KRABBAMEINI Ein altjóða granskingarbólkur hevur nú roynt eina nýggja blóðroynd - nevnd CancerSEEK - sum kann finna átta ymisk sløg av krabbameini í likaminum Nýggja blóðroyndin kannar eina røð av dna-útbreðgi (mutatiónum) og proteinum sum stava frá krabbameinskyknum og sum finnast í blóðinum hjá sjúklingum - Tað er serliga týðiligt, at blóðroyndin - CancerSEEK - ógvuliga ítøkiliga kann vísa á fimm sløg av krabbameini, sum fólk í dag annars ikki kunnu snarkannast fyri, sigur læknin, Niels Kroma