Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13 NØVN Hósdagin 18 januar 2018, andaðist Mi- omman 91 ára gomul á Lágargarði í Havn. Eg var farin á Lágargarð at siga ommu míni farvæl, áðrenn eg skuldi til skips, hetta var nakað, sum eg havi gjørt øll árini, eg havi siglt, og plagdi Mi-omman at verða glað um hetta. Hesa ferð kendi eg á mær, at hetta nokk varð tann seinasta ferðin, at vit søgdu farvæl ,hvør við annan, Mi-omman var viknað nokkso nógv eftir jólini, og hevði hon eisini júst havt lugnabruna, so hon var ikki so væl fyri. Eg prátaði við Mi-ommuna og fortaldi henni ymiskt, eitt nú at eg hevði verið og vitjað Jens abban í Sandvík, og at hann hevði takkað nei til eitt pláss á ellisheimi, og heldur vildi verða heima. Mi-omman smíltist, og eg kendi á henni, at hevði hon kunnað , so hevði hon eisini verið heima í Brekkugøtu, har hon hevur búleikast tey farnu nógvu árini. Mi-omman fekk ikki tosa nakað sum so, men vit høvdu eina góða løtu saman, og so koma fastir mín Armgarð eisini inn á kamarið. Vit komu at tosa um hárið hjá Mi-ommuni, at tað var eitt sindur frísut, og Armgarð greiddi henni, Mi-omman hevði altíð so pent svart hár, og gekk hon høgt uppí, at tað altíð var pent og nýgjørt. Beint eftir hetta, varð Mi-omman illa fyri, og Armgarð sendi boð eftir sjúkrasystrini, sum kom á kamarið og staðfesti, at nú orkaði Mi-omman ikki meira. Armgarð helt í hondini hjá Mi-ommuni, sum síðani lat eyguni aftur, og gav upp andan. Tað var ein góð løta, og var tað gott hjá henni at sleppa heim til Jesus pápan, sum hevur ein bústað til reiðar til okkum, tá ið løtan er komin til tess. Eg var einkarommusonur hjá Miu, og hevur hon øll árini verið so sera góð við meg. Eg havi altíð kent meg sera væl saman við henni, og hava tað verið nógvar góðar løtur heima í Brekkugøtu. Eg kann gott siga, at Mi-omman var ikki sum aðrar ommur, hon var so deiliga líkatil og var so umfevnadi, og løtt at tosa við. Eg minnist, at tá ið eg gekk í 8. flokki í Kommunuskúlanum, plagdi eg og nakrir vinmenn altíð at fara niðan til Mi-ommuna at hyggja eftir Wrestling, sum var í sjónvarpinum. Hetta var í skúlatíð, men onki legði Mi-omman í tað, hon helt bara, at tað var hugnaligt at fáa okkum inn. Hon bjóðaði kaffi og sigarettir, vit máttu endiliga roykja, tað var onki problem heima hjá henni, hon spurdi heldur ikki, hví vit ikki vóru í skúla, helt bara, at tað var dejligt at fáa okkum inn. Minnist eisini, at eg plagdi at fáa Mi- ommuna at skriva undir onkrar lepar, um at eg ikki hevði verið í skúla, tí at eg hevði verið sjúkur osfr. - tá hevði eg verið og spælt tennis í skúlatíðini, hon spurdi ikki eftir hví og hvat, men skrivaði bara undir. Mi-omman dugdi væl at matgerða, og gekk eg heim til hana alla framhaldsdeildina at fáa mær døgurða, tað var luksus at fáa døgurða, ístaðin fyri at sita og eta ein turran matpakka í skúlanum. Onkuntíð plagdi eg at sova heima í Brekkugøtu, og tað sum eg minnist var, at Akka abbin plagdi at biðja faðir vár um kvøldarnar, áðrenn eg fór í song, og so minnist eg aftur á við gleði, tá ið eg var vaknaður, og Mi-omman bjóðaði ristað loafbreyð við smøri og krukkulivurpostej. Tað sum var so serligt við hesum var mátin, sum Mi-omman smurdi breyðið, tað var eitt tjúkt lag av smøri á, og eitt enn tjykri lag av livurpostej, og so bleiv hon við at rista og smyrja, til eg hevði fingið nokk, líkamikið um eg so át 2 ella 8 flísar, har bleiv ristað og smurt við gleði. Nakrar av mest hugnaligu løtunum í Brekkugøtu, vóru at sita saman við Mi- ommuni og roykja í tí lítlu stovuni. Stovan er kanska einar fýra fermetrar stór, og hurðin inn í størru stovuna var afturlatin, har sótu vit so og royktu og drukku kaffi, eg sat við mínum balli og Mi-omman við hennara serutt, tað var tjúkt í royki, júst sum tað átti at vera, og líkasum tað plagdi at vera, tá íð hon og Akka abbun sótu og royktu. Eg fari altíð at minnast aftur á, hvussu hugnaligt tað var at sita har saman við teimum, sigarett, serutt og pípuroykur alt samanvavt, og onki tos um, hvussu ósunt og farligt hetta var, nei her var nøgdsemi og gleði um at kunna njóta eina løtu saman. Tá íð eg fyri nøkrum árum síðani byrja at leggja av at roykja, minnist eg, hvussu keðiligt Mi-omman helt hetta vera, henni dámdi allarbest, tá íð eg roykti, og eg kann flenna fyri meg sjálvan, nú eg siti og hugsi um, hvussu glað hon var, tá ið eg byrjaði aftur at roykja, hon plagdi at siga við konu mína Jonnu “ Oy- Jesus sum tað er deiligt, at Jens Heri er farin at roykja aftur “ Nú eg siti og hugsi aftur á árini saman við Mi-ommuni, er nógv, sum rennur mær til hugs, men tað eru tær smáu løturnar, sum standa fremst í huganum, serliga fyrrnevndu kaffimunnar í Brekkugøtu. Nú tá íð eg komi heim hesa ferð, er ongin Mi-omma, og tað fer at kennast løgið, tað er ongin roykur í lítlu stovuni í Brekkugøtu, og ongin at vitja á Lágargarði. Eg fari við hesum fáu orðum, at lýsa frið yvir Mi-ommuna og takka henni fyri løturnar, sum okkum untust saman, tað var so ómetaliga hugnaligt og fjálgt, og eg veit , at vit fara at síggjast aftur ein dag. Eg skal lova tær, at vit tá skulu fara at fáa okkum ein guv saman, og mann ikki eisini, vit kunnu fáa okkum eitt glas av Bristiol cream sherry. Vit síggjast góða Mi-omman Ommusonur tín Jens Heri Minningarorð um ommu mína Miu Ein góðan morgun í september í fjør sótu konan, dóttirin og eg í køkinum. Klokkan var 7.00, so vit hoyrdu útvarpið. Fyrstu tíðindini eru, at skipið “Mykines” og føroyskur bátur høvdu verið fyri samanstoyti. Tann føroyski báturin var sokkin, og ein maður var ikki afturíafturkomin. Hendingin var farin fram í Skopunarfirði. Tað fyrsta, eg sigi, er: “Leo og Palli eru vestanfyri við kalvalínu; bara tað ikki eru teir!” Men útvarpið hevði jú sagt, at tað var ein føroyskur bátur, og teir vóru ikki einum føroyskum báti. Teir vóru í einum íslendskum glastrevjabáti, so hetta kundi ikki vera teir. Eg fór so oman í Vágsbotn sum vanligt, og eg var júst komin úr bilinum, nú rópar ein kona úr einum bili so hart á meg. Eg vendi mær á og sá, hvør konan var. Eg visti við tað sama, hvat hon fór at siga: Tað vóru júst vinmenninir hjá mær, ið høvdu verið fyri vanlukkuni, og tað var Leo, ið ikki var afturfunnin. Eg fataði tað illa. Nei, hatta kundi ikki bera til. Eg hevði jú tosað við báðar, beint áðrenn teir fóru. Ja, Leo spurdi enntá, um eg hevði hug at koma við, men eg bar meg undan. Dagurin, - hesin og teir komandi vóru ringir at koma ígjøgnum. Men takið mátti takast. Fyrst út til familjuna hjá Leo. Ein og hvør kann hugsa, hvussu støðan var har, men enn eina ferð sá eg, hvussu sterk føroysk konufólk eru, tá ið harðast leikar á: Fróða, kona Leo, var kletturin hjá øllum, nú tað breyt í bæði borð. Leo og eg vóru so sera góðir vinmenn. Høvdu so nógv saman: Harutúrar, hvønn sunnudag í 12 ár biltúr saman við hvør øðrum, - og so alt, ið fylgir við vinalagi. Ikki minst gott og stuttligt høvdu vit tað á einum túri, vit gjørdu til Skotland, - vit báðir og konurnar. Tá ið vit nærkaðust Borðuni á veg heim við “Norrønu”, bjóðaðu tey bæði ein kaffimunn. Tá takkaði Leo okkum so miriliga fyri ein hin besta túrin, tey høvdu verið. Soleiðis var Leo! Ongantíð bangin fyri at siga tøkk, um onkur gjørdi honum ella hansara ein beina. Hvørja einastu ferð vit høvdu verið til okkurt saman, so endaði hann við at siga: “Heilsa mær Thoruni (konu míni). Og tá ið hon var vorðin sjúk, vísti hann enn meira, hvussu góður hann var við hana. Leo var so sera dugnaligur í sínum dagliga yrki, ið var at fáast við maskinur – og fólk. Tað hoyrdi eg so ógvuliga ofta. Ikki minst frá John Petersen hjá J&K, ið var ein sera góður vinmaður Leo. Leo fekk mestsum alt at bera til. Hann leitaði altíð eftir loysnum, - og ikki trupulleikum. Hann gekk ongantíð við til hálvar loysnir, - og hansara partur lá aldrin eftir. Var ein krani ella dumlpari ella okkurt annað, ið kundi verða vandamikið, um tað ikki varð 100% í lagi, so nyttaði einki at royna at sleppa uppum, har garðurin var lægstur. Tá var hann óvikiligur. Eitt tað besta, hann visti, var at vera á floti við vinmanninum, Palla á Dul. Serliga við kalvalínu, ið teir gjørdu rættiliga nógv burturúr. Og sigast má, at væl lá fyri. Ofta, ja, sum oftast, komu teir aftur við veiði. Túrarnar á Norðhavinum hoyrdu vit ofta um í bilinum sunnumorgnar. Nú høvdu teir glett seg til seinasta kalvatúrin. Løgið var tað, men Leo segði, ikki bert við meg, men onnur eisini, at hetta var møguliga seinasti kalvatúrurin. Leo var vorðin sjúkur av krabbameini, men tað bar hann, sum næstan bara hann kundi bera: Gramdi seg ongantíð, men visti nokk, hvønn veg tað bar. At hann so doyði á sínum seinasta kalvatúri, var so skepnan. Góð ella ring. Leo var familjumaður sum fáur. Børnini og ikki minst abbabørnini vóru gimsteinar hansara í lívinum. Ikki ein dagur gekk, uttan hann tosaði um síni nærmastu. Missurin hjá tykkum, Fróðu, børnunum, abbabørnunum og øllum tykkara, er stórur. Men minnini eiga tit. Palli, missurin hjá tær er ikki gloymdur. Men tak tær góðu løturnar, tit báðir høvdu saman, víðari í lívið. Tøkk fái familjan fyri minningarhaldið í Vesturkirkjuni, har so mong fingu sagt farvæl so virðiliga sum sjáldan sagt áður. Tú ert farin, Leo, men ikki gloymdur. Friður veri við minninum um mín góða vin, Leo Clothier. Jørleif Minningarorð um mín góða vin Leo Clothier