týsdagur 30. januar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Marvin Richard Hansen varð føddur hin
2. desember í 1941 í Norðagøtu, har hann
vaks upp. Hann giftist í 1967 við Sólveig
Brestisson úr Skúvoy, og tey búsettist á
Hædd í Klaksvík.
Hin 2. desember hevði abbi havt
føðingardag og hevði fylt 76 ár. Vit plagdu
altíð at savnast henda dagin, og tað gjørdu
vit eisini hesaferð, men nú var abbi ikki við.
Altíð hevur okkum dámt væl at koma
niðan í tað hugnaliga og fjálga heimið hjá
ommu og abba, og tey hava verið so hjartalig
og góð við okkum. Vit eiga nógvar ríkar og
hugnaligur løtur á Hædd, og mangan hevur
omma bakað okkum pannukøkur.
Abbi var fittur og hjálpsamur. Hann var
ein "kerligur" abbi og var altíð til reiðar at
koyra okkum í bili sínum. Hann trillaði
okkum mangar túrar, tá ið vit vóru smá, og
tá ið abba-dagur var í barnagarðinum, so
var abbi við. Abbi dugdi at fáast við okkum
smáu børn, hóast hann eisini var avgjørdur.
Javnan vóru vit við ommu og abba í
summarhúsinum í Gøtu, og vit vóru við
teimum í Skúvoy, har vit sluppa at koyra á
knallertini hjá abba.
Vit goyma mong góð og stuttlig minni
um ríkar løtur saman við ommu og abba,
og tey bæði vóru so góð hjún, og trúføst
stuðlaðu tey hvør øðrum.
Abbi var handaligur, sum fáur. Tað, sum
onnur langt síðan høvdu givið upp og lagt
frá sær, tað dugdi abbi at gera í stand aftur.
Hann dugdi at smíða, sveisa, seyma, og
hann dugdi at fáast við tað elektriska.
Abbi dámdi væl at práta um familju.
Hann visti væl um ættarviðurskifti.
Hitti hann onkran í familjuni, so var
tað altíð: "Hvat sigur skyldmaðurin ella
skyldkonan?".
Abbi var villigur, og hann segði ongantíð
nei. Hann var víða um og arbeiddi, og hann
hjálpti, har hann kundi.
Abbi á Hædd og Petra-omma, sum
heldur ikki er ímillum okkum longur, vóru
tvey góð systkin. Tey vóru tætt knýtt.
Bæði vóru so rættvís og gjørdu ikki nógv
burturúr sær sjálvum. Tey bæði vóru so
trúføst bæði ímóti menniskjum og ímóti
Emmaus og kirkjuni, har tey gingu nógv.
Abbi fortaldi okkum altíð um Jesuspápa,
og hann sang mangan hetta ørindi fyri
okkum:
Eg eri Jesu lítla lamb,
og eg gleðist yvir hann.
Hann vil meg á vegnum leiða,
og hann skal meg altíð eiga.
Eg vil elska Jesus mest,
tí eg veit, at tað er best.
Abbi á Hædd var besti abbi, ein kann ynskja
sær. Vit sakna teg ómetaliga nógv, góði abbi.
Hvíl í friði, kæri abbi.
Hergerð, Sólveig, Petra og Bent Kristoffur
Minningarorð um abba á Hædd
Poul Erik var føddur 3. mai í 1949, og
andaðist eftir stutta sjúkralegu 4. januar
2018.
Poul Erik kom til Føroya í 1976 at vera
lærari á Suðuroyar HF-skeiði, seinni við
Miðnámsskúlan í Suðuroy, og fór frá í
2013. Poul Erik undirvísti í støddfrøði,
alisfrøði og teldu.
Poul Erik var úr Salling í Jútlandi,
men sum tilflytari fall hann væl til í
Føroyum og á Tvøroyri serstakliga.
Lyndiseyðkennini her í landinum hóvaðu
honum væl, og hann var frá byrjan av
virkin í býarlívinum, einamest innan
fótbóltsítróttin, har hansara góðu
førleikar vóru sjónskir fyri øllum. Poul
Erik var giftur við Margit, og fingu tey trý
børn saman.
Alt, hann fekst við, útinti hann
samvitskufult út í æsir – og sigast kann,
at hann á mangan hátt var bulurin í
skúlanum. Hann var væl kunnaður um
allar skúlans reglur og fyriskipanir, og var
onkur í iva um eitthvørt, lærarar eins og
næmingar og leiðsla, var Poul Erik altíð
trúfastur í ráðum.
Hesi seinastu 25 árini er okkara
skúlabygnaður broyttur tvær ferðir.
Hvørja ferð hevur Poul Erik við sínum
framúr góða skili fyri samvirkandi
skipanum verið ein óloysiligur partur av
arbeiðinum í bygnaðarbroytingunum,
og við sínum grundiga og ótroyttiliga
arbeiði syrgdi hann fyri, at hesar
undirvísingarskipanir kundu brúkast og
lagast til Miðnámsskúlan.
Politiskt var Poul Erik sannførdur
javnaðarmaður, sum legði alstóran dent á
javnrættindi, og hevði hann stóra innlivan
í støðu teirra veiku í samfelagnum.
Hann var íðin fakfelagsmaður. Í YF
– Yrkisfelag Miðnám – gjørdi hann eitt
stórt arbeiði. Hansara sera góðu evni til
at rokna vóru til ómetaliga stóra hjálp í
sambandi við sáttmálasamráðingarnar hjá
felagnum.
Poul Erik hevði áhuga í øllum
viðurskiftum hjá limum felagsins, og
m.a. var hann ein av orsøkunum til, at
okkara pensjónsviðurskifti gjørdust
betri. Hann var peningarøkil í felagnum í
mong ár, og ikki var hann pírin, tá ið tað
galt um útreiðslur, ið kundu gagna limum
felagsins.
Í byrjanini av áttatiárunum fór Poul
Erik við stórum eldhuga at læra seg alt tað
neyðuga í sambandi við teldutøkni. Hann
var trygdin fyri, at skúlin var í fremstu
røð á kt-økinum, og at kostnaðurin var so
lágur, sum hann kundi vera.
Poul Erik menti sjálvur okkara kt-
umsitingarskipan, og var hetta eisini
beinleiðis orsøkin til, at Mentamálaráðið
heitti á hann um at menna eina kt-
skipan, sum kundi nýtast á øllum
miðnámsskúlunum í landinum, og hesum
arbeiddi Poul Erik við fram til tað síðsta.
Í sínum lívsstíli var Poul Erik stillførur
og ikki framfýsin, men ongum nýttist at
ivast um hansara meiningar og hugsanir,
sum hann gjarna førdi fram, bæði um
fótbólt, bilferðslu og dagsins aktuellu evni,
men tað, vit minnast hann best fyri, var
hansar markleysa hjálpsemi, sum vit øll
høvdu gagn av.
Minnini leita aftur á góðar stundir í
stuttligum vertskapi og hungnaligum
práti á lærarastovuni, har hann við sínum
vitandi skemti altíð var góður at vera
saman við.
Poul Erik var væl dámdur, ein álítandi
starvsfelagi, sum fakliga var høgt í metum.
Stórur er saknurin í Poul Eriki. Tankar
okkara fara tíl synirnar : Brian, Allan og
Jan.
Fríður veri við minninuna um Poul
Erik.
Starvsfelagarnir á Miðnámsskúlanum í
Suðuroy
Minningarorð um Poul Erik 3. mai 1949 – 4. januar 2018
KJAK
Tórunn G. Isfeldt
pensjónistur í 7 ár
Eg má so siga, at hetta, ið eg skrivi
niður, havi eg hugsað um leingi,
við tað at politikararnir hava bert
hækkað okkara pensjón við 600
kr líka til juli mánað – tá fáa vit
okkara heilar 1.000 kr, mánaðarvís.
Hvat við, um tit góvu okkum tær
2.400 kr, sum vit eftir røttum áttu
at fingið? Nei, nei, tit spara eina
rúgvu av peningi við at gera hetta,
men tit hækka tykkara pensjón –
annaðvhørt ár.
Eg má øtast, tí eg havi ikki fingið
1 kr upp á mína pensjón í heili 7 ár,
sum eg havi verið pensioneistur.
Tá ið tit skulu spara í tí almenna,
tá hækka tit tykkara lønir.
Tit ið sita á tingi burdu gjørt
sum danir. Teir ælta at spara við
tað, at 30% av tingmonnunum fara
frá.
Tit skulu bara hava meira í løn
og pensión annað hvørt ár, hvat
við um tit bíðaðu í 7 ár? Tí tykkara
lønir er hægri enn tann norska
tingmannalønin, teir eru ríkir, og
tað eru vit ikki, so takið tit tað bara
róliga og tonki tit eitt sindur upp á
okkum pensiónstar við hækkan av
tykkar løn og pensjón.
Ein misnøgdur pesjónistur