Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13 KJAK Sjúrður Skaale Í dag, mikudag, er stórt tema á donsku útvarpsrásini "Radio 24/7" um fosturtøku í Føroyum. Tvær kvinn­ur hava verið í Føroyum og tos­að við fólk - m.a vitjaðu tær meg í síðstu viku. Hetta er ikki fyrstu ferð, at dansk­ir journalistar vísa áhuga fyri hesum - og politikarar gera tað eisini. Tað, sum kveikir áhugan, er næst­an altíð tað sama: Tað er ikki frí fosturtøka í Føroyum, og tað halda tey vera skeivt! Men lógligu karmarnir kring fost­ur­tøku eru bara ein partur av máli­num. Tað snýr seg eisini um upplýsing. Um atgongd til fyribyrging. Um ábyrgdar­fulla atferð. Fosturtøka nem­ur við bæði etiskar, sosialar, mentan­ar­ligar, persónligar og relig­ i­øs­ar spurningar. Alt hetta hevur lyndi til at hvørva í tí danska orðaskiftinum, har bara ein spurningur verður sett­ur: Er fosturtøka frí ella ikki? Er hon frí er tað gott, er hon ikki frí má tað broytast! Men aðrir spurningar eru eisini verdir at seta í málninum, og onnur viður­skifti eru eisini verd at hyggja nærri at. Og tá kann niðurstøðan til dømis gerast soljóðandi: Eru nógvar fostur­tøkur í einum landi, er helst okkurt galið við mentanini og hug­ burði­num. Eru fosturtøkurnar fáar, er helst okkurt, sum er rætt. Føroysk virði Tað, sum eg segði við Radio 24/7 var tað sama, sum eg plagi at siga, tá eg í mínum starvi verði spurdur um hetta málið: Føroyar yvirtaka í ár persóns- familju- og arvarættin, og tað er upp­lagt, at vit í hesum sambandi eisini fara undir at gera eina før­ oyska lóg í staðin fyri ta donsku lóg­ina frá 1956, sum er galdandi í dag. Sjálvandi eru danskir politikarar væl­komnir at hava sína meining um spurningin og bera hana fram. Tað kann eingin nokta nøkr­um. Og tað er hugsandi, at donsku røddir­ nar, í sambandi við yvir­tøku­na, verða fleiri. Men tað er heilt avgerandi, at vit fáa eitt alment orðaskifti í lag í Føroyum, áðrenn ein før­oysk lóg kemur, so tað verða okkara før­ oysku virði, sum verða endur­spegl­ að í føroysku lógini. Tey kunnu dan­ir hava sína meining um - men tað er altso ikki teirra meining sum telur í tí føroyska kjakinum. Dirvisleys skipan Føroyar hava eina danska fostur­ tøku­lóg frá 1956, sum sambært fleiri læknum ikki verður fylgd. Tá eg verið spurdur um hetta, kann eg ikki annað enn ásanna, at tað er tekin um eina dirvisleysa polit­iska skipan, sum sjálv máar støði undan teirri rættartrygd, hon skuldi vart. Løgtingið hevur ikki havt dirvið til at dagføra lógina, hóast hon ikki verður fylgd, og hóast hon vísir til ein danskan stovn - "Mødrehjæpen" - sum als ikki finst í Føroyum. Í staðin fyri at skipa viður­skift­ ini púra greitt sambært føroyskari lóg, hevur Løgtingið smoygt sær undan ábyrgdini, og lagt hana á lækn­ar­nar. At bert fáir flokkar tora at taka støðu til hendan stóra spurning, tæn­ir heldur ikki okkara skipan til heiðurs. Nógv at vera stolt av Men hóast politiska handfaringin er merkt av dirvisloysi, so hava vit nógv at vera stolt av, tá tað kemur til fosturtøku. Tí hóast tað ber til at fáa fostur­ tøku í Føroyum, og hóast ber til at fara til Danmarkar at fáa hana framda - so er talið á fosturtøkum nógv, nógv lægri enn nakra aðra­ stað­ni í norðurlondum. At tað kortini eru Føroyar, dansk­ir politikarar og miðlar venda kritisku eyguni ímóti, vísir, at teir einans síggja hetta sum ein juridisk­an ja/nei-spurning. Men taka vit alla myndina við, so er tað næstan absurd, at fokus skal vera á Før­oyar í hesum máli. Í Danmark vóru frá 2008 til 2011 heil­ar 261 fosturtøkur fyri hvørji 1000 fødd børn. Í Svøríki var talið 335. Í Noregi var tað 505. Og í Grønlandi var tað 979. Í Grønlandi vóru altso líka nógv­ar fosturtøkur sum fødd børn. Úr Danmark hoyrist einki krit­ iskt orð um hetta. Kritikkurin vend­ir bara móti Føroyum. Og her vísir statistikkurin, at tað frá 2009 til 2013 vóru 56 fosturtøkur fyri hvørji 1000 fødd børn. Talið á fosturtøkum í Føroyum er sostatt bara ein brotpartur av tí, tað er aðrastaðni. Og orsøkin er ikki bara, at vit hava ein strangari lóg. Tað hevur eisini nakað við sterka ábyrgdarkenslu og sterk virði at gera. Tað er positivt. Men tað verður ikki hugt at hes­um flotta veruleikanum. Tann min­ni flotta lóggávan hevur størri áhuga. Tí eru søgurnar negativar. Gott útgangsstøði Vit mugu og skulu hava eina nýggja nýgg­ja, føroyska lóggávu á øki­num. Tað verður ikki lætt. Tað er tað ongastaðni. Í øllum heimsins lond­ um er hetta ein trupul spurningur. Men hjá okkum er útgangsstøðið betri enn hjá teimum flestu, tí talið av fosturtøkum er so lágt. Hóast eg sjálvur haldi, at sam­ felags­liga málið má vera, at talið á fostur­tøkum verður verandi so lágt sum gjørligt, so helli eg eisini til, at kvinn­an sjálv skal eiga endaligu av­ gerðina. Vit mugu jú loyva fostur­ tøku í ávísum førum - og hvar skulu vit so seta markið? Tað er næstan ógjør­ligt. Hinvegin - í fjør vísti ein kann­ ing, at flestu føroyingar hvørki vilja hava bann ella fría fosturtøku. Ein mark skal altso setast fyri, hvør kann og hvør ikki kann. Latið okkum fáa kjakið um, hvar mark­ið skal ganga. Hetta er og skal vera ein før­ oysk­ur spurningur, sum skal loysast eftir eina føroyska debatt. Vit skulu ikki trýstast til nakað úr Danmark, tí tá tað kemur til fostur­tøku í Føroyum, hava vit meira at vera stolt av enn at skamm­ast um. Fosturtøka - vit hava nógv at vera errin av Danskir miðlar seta í dag aftur kritiskt fokus á fosturtøku í Føroyum. Og víst er okkurt at finnast at. Men vit hava meira at vera stolt av enn at skammast um! Bárður S. Nielsen Formaður í Sambandsflokkinum Nú stendur greitt fyri teim flestu, at høvuðsætlanin hjá “elituni” í sam­gonguni er at skapa kon­ fronta­tión í ríkinum, nú tann so­ kall­aða “stjórnarskipanin” skal send­ast til fólka­atkvøðu. Hetta er fyrsta stigið til at taka Før­oyar úr ríkinum, og tað rópar til himmals, at Tjóðveldi nevnir so­nevndu “stjórnarskipanina” fyri “evstu lóg”. Eftir teirra tyk­ki skal hon standa oman fyri Grund­lóg­ina. Vónandi vaknar Javnaðar­ flokk­urin, tekur ábyrgd og steðgar leysu kanónunum, ið uttan heim­ ild frá løgtinginum taka uttan­ ríkis­politisk stig og skapa øsing á al­tjóða pallinum. Í grundini verður eitt slag av privatum uttanríkispolitikki rik­ in, og tað er groft brot á áset­ing­ar Løg­tingsins, tí tað er uttan­lands­ nevnd­in, ið gevur heimildir á hes­ um øki. Síðani samgongan tók við tann 14. september 2015, hava vit áhaldandi verið vitni til, at politikkarar hjá samgonguni royna at uppfinna trupulleikar í Ríkis­felagsskapinum. Higartil hev­ur hetta ikki eydnast serliga væl, tí danskir politikarar hava langt síða­ni tikið støðu til, at stríðið um at loysa Føroyar úr ríkinum skal takast í Føroyum. Tað eru føroyingar – og eingin ann­ar – ið avgera hetta mál, og hetta fráboðaði danska stjórnin ST í 2006. Sjálvsavgerðarrætturin er altso fráboðaður ST. Útflutningsvirði í stórum vanda At Føroyar gera sínar egnu handils­ av­talur er til stórt gagn fyri vinnu­ na, og hevur hetta sein­astu árini givið stórt meirvirði til pelagisku vinnuna, og ikki minst hevur alivinnan fingið nógv burtur­úr hesum avtalum. Eisini tradi­tionella fiskivinnan hev­ur havt gagn av okkara handils­av­talum. Avtalur skulu røkjast, og altjóða politikkur er ein part­ur av hesum. Tí er tað sera um­ráð­andi, at vit ikki leggja okkum sjálvum forðingar úti í heimi, ið kunnu ávirka fram­tíðar sam­starv. Vit hava við góð­um snild­um og semju­søkjandi fram­ferðar­hátti megnað at skapt góð handils­sam­ bond runt um í heimi­num. Har ið onn­ur lond hava boy­kott, hava vit fram­gongd. Í tráðanini eftir, at skapa øsing – ein samanbrest – í Ríkinum, verður hetta nú gloymt burtur. Um sjóneykan nú verður vend ímóti okkum, fyri okkara fram­ ferðar­hátt í altjóða politikki, kann hetta fáa álvarsamar avleiðingar fyri okkara útflutningsvinnu. Lat okkum heldur standa sam­ an um tey góðu viðurskiftini vit hava, bæði í sjálvum Ríkis­felags­ skapinum og røkja tey góðu handils­sam­bondini, vit hava upp­ bygt gjøgnum øldir. Løgmaður má traðka í karakter Løgmaður hevur evstu ábyrgd av, at landsins virði verða tryggjað og um­sitin á besta hátt til gagns fyri land og fólk. Hetta, sum nú gongur fyri seg, før­ir í besta føri, beint ímóti hes­ um, og tí er umráðandi, at hetta lands­skaði­liga virksemið heldur upp­at. Løgmaður eigur alt fyri eitt at gera upp við seg sjálvan, um hetta, ið gongur fyri seg, setir landsins virð­ir upp á spæl, ella um hetta lands­skaðiliga virksemið er í tráð við ætlaninar hjá samgonguni. Er tað ikki tað, so eigur løg­ mað­ur at steðga hesum alt fyri eitt. Sjúrður Skaale saman við journalistum á Radio 24/7, sum í dag hevur stórt tema um fosturtøku í Føroyum Nú má Javnaðar­ flokkurin vakna! Formaður Javnaðarfloksins, ið eisini er løgmaður, má traðka í karakter, nú fullveldisaktørar seta landsins virðir upp á spæl Signar P. Dam Tvøroyri Í orðabókini hjá miðlunum eitur óeinig­heit  í bý og bygdaráðum norð­an fyri suðuroyarfjørð:  »Politiskar ósemjur«,  meðan tað sama fyribrigdið á Tvøroyrii verð­ur í miðlunum kallað bygda­ kland­ur. Her verða øll tvøráfólk stempl­ aði sum klandursvætti, tá ósemja er ímillum býðráðslimir ella rætt­ ari býráðslim ella enn rættari borgar­stjóra og meirilutan. Í Fuglafirði  sat borgarstjórin Son­ni á Horni í minniluta ein part av valskeiðinum, tí Dánjal Vang fór úr meirlutanum. Eg minnist ikki at allir fugl­firð­ ing­ar blivu skírdir klandursvætti av hesi ársøk. Í Havn sat Poul Michelsen sum minni­lutaborgarstjóri eina tíð, tí Eliesar Arge fór úr meirlutanum. Eg minnist heldur  ikki,  at øll havnar­fólk vórðu skírd klandurs­ vætti av hesi ársøk. Sjálvandi ikki!! Men okkurt klandursvætti er á Tvør­oyri, treyðugt so! Ískoyti til synonym­ orðabókina??