týsdagur 30. januar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. januar 2018 · Nr. 13
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingi Hansen, leiðari í
Barnaverndartænastuni í
Fuglafjarðar kommunu og
Eysturkommunu
Undirritaði vil staðiliga heita á
myndugleikarnar at umhugsa sera
væl, hvar nýggi viðgerðarstovnurin
fyri børn og ung skal byggjast.
Í nýggjari tíð hava mær vitandi
allir stovnar fyri børn og ung, ið
eru viðgerðarkrevjandi, grundað
á umsorganarsvík, ligið í Havnini.
Hvørjar eru royndirnar? Hevur
nakar spurt foreldur hjá børnum,
ið hava búð á stovni í Havn?
Tá børn og ung verða flutt á
stovn, hava tey aloftast sera stórar
avbjóðingar. Talan er í flestu førum
um børn og ung, ið eru merkt av
persónmensku- ella tilknýtisórógvi,
sum í fleiri førum hevur, grundað
á umsorganarsvík og/ella ágang,
ávirkað børnini soleiðis, at tey
hava stórar atferðartrupulleikar.
Børn við slíkum avbjóðingum hava
aloftast stórar avbjóðingar, tá
talan er um at knýta gagnligar var
andi relatiónir. Fyri fleiri av hesum
hevur fortíðin lært tey, at vaksin
eru ikki til at líta á. Fleiri av hesum
eru enntá so illa fyri, at tey síggja
tey vaksnu sum fíggindar og ónd
sinnað. Tey eru ofta mistrúgvin
og stúrin fyri at knýta seg; tí tey
hava royndir frá fortíðini, sum
hava lært tey, at um tey knýta
seg tætt til onnur menniskju, er
vandin fyri svíki tilstaðar. (Rasborg,
2007, s. 8). Tí er ein tann størsta
avbjóðingin hjá teimum, ið arbeiða
við umsorganarsviknum viðgerar
krevjandi børnum, at fáa eina rela
tión til barnið ella tann unga. Uttan
relatión til barnið ella tann unga,
verður torført at arbeiða við barn
sins/unglingsins avbjóðingum -
hóast hetta, í ein ávísan mun, eisini
kann lata seg gera. Ein manglandi
relatión vil ofta merkja, at barnið
ella unglingin ikki biður um hjálp,
ella vil móttaka hjálp, tí grund
tankin hjá hesum børnum og
ungum er, at vaksin eru ikki til at
líta á. T.v.s. at eitt barn, ið er við
gerðarkrevjandi og ikki ynskir at
móttaka hjálp, vil uttan iva halda
fram í einari feilmenning.
Umsorganarsvikin
viðgerðar
krevjandi børn og ung verða ofta
sædd sum trupul og trupuleika
skapandi. Tey kunnu sjáldan bjóða
einum vælvirkandi sosialum felti
status. Tað viðførir aloftast, at
hesi børn og ung verða útihýst
ella sjálvi velja at trekkja seg, tí
kenslan av at vera sæddur sum
trupul ella trupulleikaskapandi
er
á
ongan
hátt
mennandi.
T.v.s., at tey í fleiri førum verða
eksluderað
frá
felagsskapinum
(teimum
“inkluderaðu”).
Hesin
“lærdómur” ella beiski sannleiki
verður goymdur í teirra habitus,
sum ein neilig uppliving. Tí eru
góð ráð dýr hjá hesum málbólki.
Tað sum vit aloftast síggja í okkara
landi er, at tey børn og ung, ið eru
eksluderað, finna saman í bólkum.
Hesir “minnilutabólkar” hava av
markaðar møguleikar at knýta seg
til onnur ung, so teirra mál og mið
er aloftast at finna onnur, ið “vilja”
tey. Fleiri av teimum børnum og
ungum, ið verða innskrivað á
viðgerðarstovn, eru partar av tí
minnilutanetverkinum, ið eg áður
havi umrøtt; ella eru tey í vanda
fyri at verða kontaktaði av “minni
lutabólkunum”. Tað er her av
bjóðingin hjá okkara stovnum ligg
ur í nútíðarsamfelagnum, tí børn og
ung knýta bond á sosialu miðlun
um. Megna vit at verja hesi børn og
ungu ímóti óhepnum sambondum?
Megna vit at gera tey mótstøðufør
ímóti
teimum
óhepnu
freist
ingum, ið teimum verður boðið?
Mínar royndir sannføra meg um,
at ein tann størsta avbjóðingin hjá
stovnunum er at verja børnini og
tey ungu ímóti órógvandi ávirka
num uttanfyri stovnin.
Tá arbeitt verður við at byggja
nýggjan viðgerðarstovn til børn
og ung, eigur gjølla at verða um
hugsað,
hvussu
umstøðurnar
kring stovnin verða skipaðar, tí
tær hava stóran týdning fyri við
gerðina hjá hvørjum einstøkum
barni og ungdómi. Um ætlanin er
at arbeiða t.d. “miljøterapeutiskt”,
vil eg viðmæla, at tit taka atlit til
orðalýsingina hjá Hans Kornerups,
har hann sigur soljóðandi: ”Miljø
terapi er en række gennemtænkte,
sammenhængende
og
tilbage
vendende strukturer i miljøet, hvor
opgave, tid, sted og roller nærmere
er præciseret og afgrænset” (Korne
rup, 2003, s. 40).
Tað sum eyðkennir flest øll
børn og ung, ið hava verið fyri um
sorganarsvíki er, at tey aloftast
eru rótleys, løtt ávirkilig og hava
trupulleikar við at hugsavna seg
v.m. Fleiri av hesum børnunum
hava stórar sosialar avbjóðingar,
og eru í einum stórum vanda fyri at
verða “drigin” út í eitt oyðileggjandi
og skaðandi umhvørvi. Fleiri av
hesum børnum velja áðurnevnda
umhvørvi sjálvi, tí í hesum um
hvørvinum
(sosiala
feltinum)
kunnu tey gera “mun” og tískil
vinna status.
Um ætlanin er at byggja ein
viðgerðarstovn og ikki bara ein
stovn, eiga tit at umhugsa gjølla
hvussu tit á besta hátt kunnu
verja børnini og tey ungu ímóti
óhepnari ávirkan uttanífrá. Er
talan um viðgerð, er strukturur
ein
grundleggjandi
faktorur
í
arbeiðnum. Strukturur og kontakt/
samband/ tilknýti mugu á einum
viðgerðarstovni
ganga
hond
í
hond. Arbeiðið við strukturi og
kontakt/
samband/tilknýti
er,
eftir mínari sannføring, kjarnan í
viðgerðararbeiðnum fyri hendan
málbólk. T.v.s., at fyri hendan
málbólkin er, eftir mínum tykki,
strukturur ein treyt, um talan skal
verða um eitt viðgerðartilboð til
viðgerðarkrevjandi børn og ung.
Struktururin skal vera fastur, so
leiðis at barnið ella ungdómurin
yvir tíð, upplivir strukturin sum
álítandi og eftirfarandi. Struktur
urin skal samstundis kunna halda
til tað trýst, sum kensluliga kaosið
hjá børnunum og ungdóminum út
loysir. Tað er umráðandi, at børnini
og tey ungu fáa eina kenslu av, at
struktururin er trúverdugur og
eftirfarindi, uttan mun til hvønn
atburð tey hava. Við sterkum
persónligum førleika, og við støði
í fakligari vitan, verður avgjørt,
hvønn struktur tey brúka til hvørt
einstakt barn ella hvønn einstakan
ungling. Ein skal sjálvandi kunna
víkja frá einum strukturi, um tað
gevur meining. BERT UM TAÐ
GEVUR MEINING. Strukturur skal
ikki haldast fyri einhvønn prís,
men fyri at hann skal kunna geva
meining. Ein partur av viðgerðini
er sjálvandi at broyta struktur
in í samsvar við barnsins ella
unglingsins menning. Yvir tíð hevur
struktururin til endamáls at minka
um barnsins ella unglingsins kenslu
av órógv. Tað kensluliga innara
órógvið hjá barninum ella tí unga
verður linnað við uttara støðufesti
frá starvsfólkunum. Hetta kann
bert gerast um “strukturur” og
kontakt/samband/ tilknýti ganga
hond í hond. Tað sum oftani hend
ir í arbeiðnum við hesum við
gerarkrevjandi málbólki, er at vit
“loyva” óhepnum ávirkingum at
órógva viðgerðararbeiðið í tann
mun, at barnið ella unglingin ikki
fær nøktandi hjálp. Um arbeitt
harafturímóti bert verður við
relatiónini kontaktini/sambandi
num/tilknýtinum uttan struktur,
vil arbeiðið verða grundað á em
pati, og tað kann gerast torgreitt
hjá einum viðgerarkrevjandi barni
ella unglinga at skilja ímillum em
patisku førleikarnar hjá starvs
fólkunum. Um arbeiðið bert verður
grundað á empati, vil tað føra við
sær, at kenslurnar taka yvir og tí
skil ávirka viðgerararbeiðið. Tað
vil siga, at kenslurnar hjá teimum
vaksnu verða berandi í arbeiðnum.
Á
einum
viðgerðarstovni
eru
fleiri starvsfólk, og tískil er tað
sera umráðandi, at hvørt einstakt
starvsfólk ikki letur seg stýra av
kenslum - t.v.s., at kenslurnar verða
ein fótfella í viðgerðini. Tað vildi
viðført, at viðgerðartilboðið verður
grundað á persónligan hugburð,
ístaðin fyri gjølla umhugsað faklig
atlit. Tað vildi so aftur viðført
kensluligt órógv ella kaos hjá ein
um viðgerðarkrevjandi barni.
Verður nóg stórt atlit tikið til
vansan við, at viðgerðartilboðið
liggur í Tórshavn?
Eru aðrir møguleikar kannaðir?
Eg havi hoyrt foreldur úttalað seg
um, at barnið fekk aðrar neiligar
avbjóðingar, eftir at tað flutti til
Havnar á stovn, tí ungdómar, ið
hava stórar avbjóðingar, søkja
børnini og tey ungu á stovninum.
Eg kundi hugsað mær at spurt,
hví ein møguligur viðgerðarstovnur
júst skal liggja í Tórshavn. Eg kundi
somuleiðis hugsað mær at fingið
eitt svar uppá, hvat avgerðin er
grundað á?
Er tað tí, at fleiri frítíðarítriv eru
í Tórshavn?
Er tað tí, at mett verður at fak
kunnleikin er í Tórsavn?
• Er tað tí, at fleiri sálarfrøðingar
eru í Tórshavn?
• Er tað tí, at fleiri starvsfólk eru í
Tórshavn
• Er tað tí, at ymisk viðgerðartilboð
eru í Tórshavn? • Ella eru tað aðrar
orsøkir?
Staðseting av stovninum er ein
grundleggjandi strukturur í sær
sjálvum, og hevur tískil, eftir míni
sannføring, stóra ávirkan á arbeiðið
og umstøðurnar sum heild á stovni
num. Hvat við at verja børnini enn
betur ímóti “ágangi/órógvi” útifrá?
Hvørjar
eru
royndirnar
av
undanfarnu stovnum?
Børn rýma av stovnunum - hvar
fara tey?
Tað tekur bert eina lítla løtu, so
eru tey horvin og torført er at “upp
spora” tey aftur í Havnini. Í fleiri
førum taka minnilutabólkar, ið
eru marginaliseraðir ella útihýstir
í samfelagnum, tey undir teirra
veingir
V.m.
Hví rýma tey?
Er tað ávirkanir útifrá, ella er
orsøkin ein onnur?
Er ein freisting ella ávirkan
beint uttanfyri vindeygað, ella er
hon ein onnur?
Sjálvandi kunnu tað vera aðrar
orsøkir til at børnini rýma, men eg
veit av royndum, at børnini hava
torført við at standa ímóti órógv
andi ávirkingan uttanífrá.
Eg kundi komið við nógvum døm
um um vansar, um so er, at nýggi
viðgerðarstovnurin skal liggja í
Tórshavn. Hóast mín áskoðan er at
viðgerðartilboðið skal liggja uttan
fyri Havnina, dugi eg væl at síggja
nakrar fyrimunir við ætlanini, at
stovnurin skal byggjast í Tórshavn.
Stóra avbjóðingin hjá starvs
fólkunum er at verja børnini ímóti
órógvi og óhepnari ávirkan uttani
ífrá. Eg meti ikki, at stovnarnir
higartil hava megnað ta uppgávuna
nøktandi. Hetta skal á ongan hátt
skiljast sum ein ábreiðsla ímóti
starvsfólkunum. Eg havi sjálvur
nógvar royndir við at arbeiða við
viðgerðarkrevjandi
børnum
og
ungum, og er tað grundað á egnar
royndir, at eg geri vart við mína
undran. Er staðsetingin grundað á
lokalpolitisk áhugamál ella fakligar
metingar? Eru kanningar gjørdar
av, hvat besta staðsetingin er í mun
til viðgerðarúrslit? Ella er Havnin
bara vald av traditión og fyri at
gera fægst møguligar broytingar?
Eg sakni eitt virðiligt og upp
byggjandi orðaskifti um staðseting
og um bygnaðin av nýggja við
gerðarstovninum, áðrenn spakin
verður settur í.
Við vón um vælvild.
Staðsetingin hevur stóran
týdning fyri viðgerðararbeiðið
Heini Olsen
Í Sosialinum frá 22. Januar í ár (2018)
stóð ein stubbi um 6 ljóskurvar á
Marknaðgils-vegnum
Nú skal eg ikki koma sum
ketta upp úr høvdatrogi; men sum
gamal vegmaður haldi eg næstan,
at 6 bíðisteðgir eftir grønum
ferðsluljósi, beint aftan á hvørt
annað, kemur at kennast alt ov
trupult fyri skundmikil fólk, sum í
síðstu løtu eru á veg til arbeiðis, ella
onkunstaðni at fåa sær ein bita um
middagsleitið.
Eg haldi tí, at møguleikin fyri
ferðslurundingum fyrst eigur at
kannast, áðrenn ljósini verða sett
upp, og heldur at velja teir, har
pláss er tøkt, tí har kunnu fólk
sjálv velja sær løgir, tá frægast er at
sleppa fram at, heldur enn í ótolni
at sita sum á nálum at trampa á
speedarin, tá ljósið verður grønt.
Eisini verður henda loysnin í
longdini ódýrari, tí 6 ljóskurvar
kosta sanniliga í el-megi og annars
at halda fyri alla framtíð, og vakrar
í lendinum eru tær heldur ikki.
SEKS LJÓSKURVAR? ella onnur loysn?