mikudagur 3. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 210 - 3. november 2004
Nr. 210 - 3. november 2004
3
KIM SIMONSEN
Amerikanarar eru óvitandi,
mentanarleysir og feitir,
siga vit mangan í Europa.
Ein klassisk anti-amerik-
anisma. Myndin av USA er
sum ein spegil, ið vit brúka
fyri at rósa okkum sjálvum.
Eftir kríggið í Irak og í
Afghanistan er tað næstan
ein konsensus um, at ein
skal hata USA.
Anti-amerikanisman og
vanligar atfinningar móti
USA hevur nógvar røtur og
orsøkir; nakrar eru skila-
góðar, aðrar fordómar og
mannahatur.
Farna dagin var enn ein
óhugnalig sending um yvir-
drivin feilt fólk í USA,
hesaferð í Teksas. Tað er
sjálvandi eitt vandamál, at
fólk í ymiskum økjum í
USA og ávisir bólkar eta
seg til deyðis og bert koyra
bil. Hetta rakar serliga ar-
beiðarastætttina, tey svørtu
og ungdómin. Feittið er illa
fordeilt, tí tað eru tey sum
eru ringast fyri fíggjarliga
og mentunarliga, ið eru
feitast. Tað eru ikki Bush
og Kerry og hansara ríku
viðhaldsfólk, ið eru spika-
feit. Tað eru ikki tey kendu
og ríku, ið eru feit. Hesi
somu
sjónvarpsfólkini
kundu eisini verið farin til
Flordia, har tey flestu klønu
fólkini í USA búgva. Í
Florida íðka fólk nógvan
ítrott, ganga til vøddastyrk-
ing og sóla sær. Annahvønn
dag er ein vakurleikakapp-
ing, ein "miss" ella "mister"
okkurt í Florida. Í Florida
hava tey sett útsjóndina í
hæddina og hava lagt støði
sera høgt. Tað er púra van-
ligt at genturnar, ið ofta
koma frá Kuba og eru
spansktalandi, fáa eina
bróstoperatión ella rætta
nøsina.
Feitir bollar
Sjálvandi eru nógvir am-
erikanarar feitir og koyra
við teirra stóru bilum út at
eta eina ovurhondsstóra
máltíð - men hendan mynd-
in er eisini eitt sindur ein-
síðug og ein vit dáma í
Evropa. Tað við hava sæð
við hesum valstríðnum er at
vit í Evropa skriva einsíð-
ugt um USA. Tað er so dei-
liga lætt at siga sær sjálv-
um, at amerikanarnir eru
nakrir
feitir
trúðarligir
fanatikarar, ið hótta heims-
friðin við Bíbliuni og vápn-
um í hond. Man kann siga
nógv um amerikanarar,
men teir fara ikki til t.d.
Evropa og senda óndar
karikaturar av dønum, týsk-
arum og fransmonnum í
sjónvarpssendingum. Tað
hevði verið lætt at sett niður
á Eysturevropa, Turkaland
sum vit vilja hava við í ES.
Ella Danmark fyri teirra in-
toleransu yvir fyri innflyt-
arum.
Bergtekur, ørkymlar
og øsir
Samanumtikið er USA eitt
land við óendaligum kontr-
astum, og mangan er landið
sjálvsmótsigandi. Í Europa
og restini av heiminum
halda tey mangan, at USA
er ein stórur kapitalistiskur
búffiloksi, ið bert ger van-
lukkur fyri at tryggja sær
egnan vinning. Soleiðis er
USA eisini, men er so nógv
meiri. Sum Kim Bildsøe
Lassen, danskur journalist-
ur í Washington, helt fyri,
so:
"er hetta landið eisini op-
timistiskt, lívligt, og fólkini
hava mangan eina støðu til
heimin, fylt við kærleika.
Hetta er ein tjóð, ið veru-
liga vil gera heimin til eitt
betri stað at liva. Ein tjóð,
ið hevur vítt millum veggja,
ið vit onnur kunnu læra
nógv av."
Hetta er niðurstøðan hjá
honum í bókini: "Frihed og
retfærdighed for alle - På
sporet af et forandret
USA", ið byggir á samrøð-
ur við 27 kendar amerikan-
arar eftir 11. septembur
2001, sum t.d. Robert D.
Kaplan og Noam Chomsky.
At demonisera USA er so
ótrúliga lætt - og primitivt.
Hetta slagið av hugsan
hevur helst fleiri øldir á
baki, men serliga eftir
annan heimsbardaga kom
hetta meiri fram, har øll
mótsjónarmið vórðu rokn-
að sum primitiv, borgarlig,
rasistisk, hjálandaveldis-
hugan, mccartyistisk og
tann reina Ísrael-USA-
Lyonsklub bergtøka av
USA. Men er hetta ikki líka
so einsporað? Fyrst at dem-
onisera eitt land við at "tala
tað til rættis" sum eitt ónt
ríki, og øll tey, sum eru í
parti við tí.
Persónliga eri eg eingin
ókritiskur
USA-elskari,
mangt dámar mær ikki við
teirra mentan og politikki.
Veit ikki hvat tað er, ið
gevir mær hug at keypa ein
ferðaseðil beinanvegin hag-
ar. Sum Wallence Stevens
helt fyri er veruleikin ikki
tann, hann er, men er sam-
ansettur av teim mongu
veruleikunum, ið vit kunnu
gera hann til. Tankin er lív -
og lættast er at skilja USA
kensluliga heldur enn intel-
lektuelt. Amerikanarar eru
annað enn óvitandi, ment-
anarleysir og feitir, tað eru
skjótt vit í Evropa, ið er tey
óndu, ið liva við fordom-
um. Vit skulu ikki gloym at
myndin av USA er sum ein
spegil, ið vit brúka fyri at
rósa okkum sjálvum. Eftir
kríggið í Irak og í Afghan-
istan er tað næstan ein kon-
sensus um, at ein skal hata
USA.
Keldur:
Kim Bildsøe Lassen: Frihed og
retfærdighed for alle - På sporet af et
forandret USA, 2002.
UTTAN ÚR HEIMI
Kunnu Evropa og USA semjast?
Hetta valumfarið hevur víst, at vit í Evropa eru
um at missa alla frástøðu og objektivitet, tá vit
tosa um USA í dag. Samanumtikið er USA eitt
land við óendaligum kontrastum, og mangan
er landið sjálvsmótsigandi. Í Europa og restini
av heiminum halda tey mangan, at USA er ein
stórur kapitalistiskur búffiloksi, ið bert ger
vanlukkur fyri at tryggja sær egnan vinning.
Spurningurin
er
í
fyrstu
atløgu
um
amerikanska valskipanin megnar at fáa talt
atkvøðurnar rættstundis og til tíðina. Tøger
Seidenfaden meinar á Politikken, at USA er eitt
hótt fólkaræði, tí valskipanin hevur ongantíð
verið so vánaligt sum nú, sjálvt um vit sóu
gøluna í Florida í 2000
C
M
Y
K
3
2