Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 210 - 3. november 2004 Nr. 210 - 3. november 2004 5 Hygg inneftir og síggj úteftir Tað ræður um at hyggja inn í seg sjálv- an, og samstundis síggja heimin rundan um teg, um nøkur nytta skal fáast burt- ur úr tær, sigur for- maðurin í altjóða Bláa Krossi, norð- maðurin Geir Gund- ersen, sum helt fyri- lestur um rúsevni í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag RÁÐSTEVNA Edvard Joensen Tú mást finna teg sjálvan, men síggja og kenna um- heimin, um tú skalt gera tær nakrar vónir um at kunna brúkast sum hjálp hjá øðrum, sum hava hjálp fyri neyðini, sigur Geir Gundersen, sum er formað- ur fyri altjóða Bláa Krossi. Hann helt fyrilestur á ráð- stevnu hjá Bláa Krossi í Føroyum, sum hildin varð í samband við, at Blái Kross- ur hevur hundrað ár á baki í Føroyum. Geir Gundersen tosaði á ráðstevnuni um viðurskifti millum misnýtara og við- gerðarar. Um hættir fyri við- gerð og um hvussu til ber at fáa orð á ein misnýtara. Lat upp Tað er av størsta týdningi, segði hann, at tann, sum skal hjálpa einum persóni burtur úr misnýtslu, er at- komiligur hjá tí, sum hjálpast skal. Vegurin hjá tí, sum skal hjálpa, er altíð vegurin um seg sjálvan, segði Geir Gundersen, for- maður í altjóða Bláa Krossi. Tað má vera soleiðis, at misnýtarin kann koma til tann, sum skal hjálpa hon- um. Og fyri at hann kann tað, skal hjálparin vita, hvussu hann kann lova ti, sum hjálpina skal hava, framat. Hjálparin má vera greiður í síni søk og sinum útmeldingum, um nøkur nytta skal fáast burtur úr honum, segði Geir Gunder- sen. Tað skiltist á innleggin- um hjá Geir Gundersen, at »etableraða systemið« var ikki júst tað, hann hevði mest álit á. Honum dámdi betri, at hjálparin var, ella hevði verið, á sama støði sum misnýtarin, sum við- gerast skuldi. Hann greiddi frá einum, sum hevði verið til við- gerðar, sum segði frá, at tey, hann fekk mest nyttu burturúr, vóru hansara medpatientar. Síðan kom vaskikonan, og at enda vóru tað tey sonevndu klóku í ovara enda. Tað er neyðugt hjá okk- um øllum, bæði misnýtara og viðgerðara, at vit hyggja at egnum lívi og skilja, hvat vit vilja við tí, segði Geir Gundersen. Vit mugu skifta fordómar og sjálvgjørdar gudamyndir út við tann einfalda spurn- ingin til okkum sjálv: »Hvør ert tú?« Hesin spurningur, ið er lættur at seta, men ofta ringur at svara. Fyrr enn vit vita og duga at brúka tað, kunnu vit illa ráðgeva øðrum um, hvussu tey skulu vera, sigur hann. Nýggjur í gomlum felagsskapi Geir Gundersen er fyrsti formaðurin í altjóða Bláa Krossi, sum ikki er úr Sveits. Tann søgan hevur sín uppruna í, at Blái Krossur, eins og Reyði Krossur, er felagskapur, sum stovnaður er í Sveits. Og higar til dags hava tey hildið uppá, at formaðurin eisini hevur verið haðani. Men Geir Gundersen er ikki nakar veteranur í hes- um arbeiðinum. Hann er ikki fyrr enn fyri umleið trimum árum síðan komin upp í Bláa Kross yvirhøvur, greiddi hann frá á ráð- stevnuni í Norðurlandahús- inum. Og longu er hann al- tjóða formaður. Hann nam eitt sindur við søguna hjá Bláa Krossi, sum í altjóða høpi hevur 127 ár á baki. Í Føroyum hevur Blái Krossur verið í hundrað ár. Tað er longri, enn felags- skapurin hevur verið í Nor- eg, vísti hann á og kallaði tí føroyska felagsskapin fyri stórabeiggja. Blái Krossur byggir á kristið grundarlag. Men al- tjóða formaðurin, sum er prestur, legði dent á, at endamálið hjá felagsskap- inum í dag var ikki at præd- ika nakran boðskap um ein fráhaldsfelagsskap, men heldur at virka sum ein hjálparfelagsskapur, sum tók sær av fólki, ið eru komin illa fyri. Men sum tó so sanniliga eisini hevði ein fyribyrgjandi boðskap at bera. Endamálið við ráð- stevnuni hjá Bláa Krossi var at finna út av, hvussu grannar okkara gera, sigur Jaspur Langgaard, aðalskrivari í Bláa Krossi í Føroyum RÁÐSTEVNA Edvard Joensen Rúsevna ráðstevnan, sum Blái Krossur skipaði fyri í Norðurlandahúinum sein- asta fríggjadag, eydnaðist væl, sigur aðalskrivarin í Bláa Krossi, Jaspur Lang- gaard. – Endamálið var at kanna og kunna um, hvussu ar- beitt verður við rúsevnum og teimum trupulleikum, sum av tí standast, í okkara grannalondum. Málbólkur- in var fólk, sum profesison- elt arbeiðið við hesum evn- inum, og eg meti, at vit náddu málinum, sigur hann. Fyrireikingarbólkurin, sum Blái Krossur hevði sett at fyrireika 100 ára haldið hjá felagsskapinum, hevði fingið fyrlestrahaldarar utt- aneftir til tiltakið. Eisini Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini í Føroy- um var millum fyrilestra- haldararnar. Talan var ymsar serfrøð- ingar, sum hildu fyrilestrar, og síðan var orðaskifti um tað, ið borið varð fram. Jaspur Langgaard sigur, at kjakið var lívligt og gott. Ofta fara vit eftir fremm- andum fyrilestrahaldrum og fáa at vita, hvussu vorðið er, og hvat gjørt verður aðrastaðni. Hesaferð var eisini ein føroyskur fyrilestrahaldari, sum var Karin Kjølbro. Og hennara fyrilestur gav ivaleyst fleiri nakað at hugsa um, sigur Jaspur Langgaard. Tí hon vísti á, at tað stendur ikki heilt so væl til í Føroyum við rúsevnum, sum kanska fleiri ganga og ímynda sær og ugga seg við. Hóast Blái Krossur helt 100 ára hald, var hetta fyrsta ráðstevna av slíkum slag, sum felagsskapurin skipar fyri. Men aðalskriv- arin væntar ikki, at hetta verður tann einasta. So mikið áhugaverda helt hann hana vera. – Men tað verður ikki í morgin ella ovurmorgin, at vit skipa fyri eini nýggjari, sigur hann. Náddu endamálinum Tú skalt bæði kunna hyggja inn í teg sjálvan og síggja heimin rundan um teg samstundis, um tú skal vera til nakra nyttu fyri tíni medmenniskju, sum hava hjálp fyri neyðini, sigur Geir Gundersen, formaður í altjóða Bláa Krossi Mynd: Jens Kristian Vang Jaspur Langgaard, aðal- skrivari hjá Bláa Krossi, er væl nøgdur við rúsevna ráðstevnuna, sum hildin varð í Norðurlandahúsinum fríggjadagin Mynd: Jens Kristian Vang Karsten rendi á Olaf Løgtinglimurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Karsten Hansen, rendi fríggjadagin við bili sínum inn í síðuna á bilinum hjá fyrrver- andi landsstýris- og løgtingsmanninum hjá Fólkaflokkinum, Olaf Olsen. Fyrrver- andi sýslumaðurin í Klaksvík valdi ikki at melda óhappið BILÓHAPP Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Ikki kann sigast annað, enn at Tjóðveldisflokkurin rør ein tungan sjógv í løtuni. Seinasta mánaðin hava tveir limir í flokkinum verið í al- mennum stríði, og mána- kvøldið kom undan kavi, at tinglimurin hjá Tjóðveldis- flokkinum í Norðoyggjum, Karsten Hansen, breyt ferðslulógina fríggjadagin, tá hann ikki helt víki- skylduna. Fríggjamorgunin stutt fyri klokkan 10 er Karsten Han- sen á veg í bili sínum út á Sjómansskúlan og koyrir oman eftir Sverrisgøtu. Fyrrverandi sýslu- og løg- reglumaðurin í Klaksvík heldur ikki víkiskylduna, og rennir á bilin hjá fyrrverandi landsstýris- og løgtings- manninum hjá Fólkaflokk- inum, Olaf Olsen, ið er á veg omaneftir Tórsgøtu. Karsten Hansen tekur óhappið á sínar herðar, og fortelur Olafi Olsen, at hann skal boða tryggingini frá tilburðinum. Olaf Olsen sigur við Sosialin, at hann tók undir við løgtingslim- inum, tí sjálvur var hann ósekur í óhappinum. Seinni fríggjadagin tosa Olaf og Karsten saman aftur í telefon, og avtalað varð, at fyrrverandi sýslumaðurin í Klaksvík skuldi boðaði tryggingini frá. Í Degi og viku mána- kvøldið kom fram, at Karsten Hansen valdi ikki at boða løgregluni frá tilburð- inum, tí hann metti ikki óhappið var av slíkum slagi, at tað gjørdist neyðugt. Í Degi og viku ásannaði Karsten Hansen kortini, at hann átti feilin í tilburðin- um, og at hann tí átti at havt meldað óhappið til løgregl- una. Nú óhappið var blivið alment, ætlaði Karsten Han- sen at melda tilburðin. Onga viðmerking Formaður Tjóðveldisfloks- ins, Høgni Hoydal, hevur onga viðmerking til óhappið hjá Karsten Hansen í løtuni. Hann greiðir frá, at hann varð kunnaður um málið klokkan 17 mánadagin, men at málið fyribils er eitt mál millum Karsten Hansen og løgregluna. Vit hava allan fyrrapartin týsdagin roynt at hitt Kar- sten Hansen á máli, men uttan úrslit. Her er so bilurin hjá Olafi Olsen, sum Karsten Hansen rendi á fríggjadagin Mynd: Jens Kr. Vang – Ert tú atvoldin til eitt ferðsluóhapp,har størri materiellur skaði ella skaði á menniskju er hendur,skal løgregl- an fráboðast.Men tað eru teir báðir partarnir í ferðsluóhappinum, sum í fyrstu atløgu gera av,hvørt materi- elli skaðin er stórur ella ikki,sigur stjórin í Trygd,Christian C. Nielsen TREYTALEYS VÍKISKYLDA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Stjórin í tryggingarfelagn- um Trygd, sum er annað av føroysku tryggingarfeløg- unum, sigur, at teirra pol- itikkur er sera greiður, tá tað kemur til ferðsluóhapp. – Vit forlanga ikki at pol- itiið skal verða uppi í leik- inum, uttan so, at fólka- skaði er hendur. Onkuntíð seta vit okkum í samband við løgregluna, um so er, at óhappið hevur elvt til stóran materiellan skaða. Men um eingin politirap- port er skrivað, so gera vit ikki meira við tað, sigur Christian C. Nielsen, stjóri. – Tað fyrsta, sum vit krevja av okkara trygging- artakarum er, at teir sjálvir meta skaðan, sum er hend- ur. Er stórur skaði hendur á bil ella ogn hjá øðrum, hava vit sum reglu, at løgreglan skal fráboðast. Men tað er sum sagt upp til einkulta tryggingartakaran at meta um. Er fólkaskaði hendur, so skal løgreglan uppí leik- in, greiðir Christian C. Nielsen frá. Eftir at tryggingin hevur fingið skaðafráboðanina, verður ein sýnsmaður send- ur út frá tryggingini at sýna skaðan. Um hesin metir skaðan vera stóran, setir hann seg í samband við løg- regluna, fyri at vita um rap- port er skrivað í málinum. Fleiri sleppa undan Stjórin í tryggingarfelagn- um Trygd sigur, at tað eftir- hondini eru alsamt færri skaðar, sum verða fráboð- aðir løgregluni. – Fyrr vóru so gott sum øll óhapp meldað til løgregluna, men vit síggja nú oftari og oftari, at løgreglan ikki veit nakað um skaðarnar, sum vit fáa fráboðanir um, staðfestir stjórin í Trygd. Tað vil siga, at tað als ikki eru øll ferðsluóhapp, ið verða meldað til løgregl- una. Hinvegin er alsamt vanligari, at partarnir í óhappinum finna eina inn- anhýsis semju. Christian C. Nielsen sigur víðari, at um eingin politirapport er skrivað, so ger tryggingin ikki meira við málið. – Vit lata løgregluna um at gera teirra arbeiði, tað leggja vit okkum ikki útí. Fáa vit eina fráboðan, sum løgreglan ikki veit nakað um, so fara vit ikki at melda tryggingartakaran. Tað er ikki okkara arbeiði, sigur Christian C. Nielsen, og leggur afturat, at tað eisini er galdandi, um tryggingartak- arin hevur koyrt um háva- tenn, og harvið hevur brotið treytaleysu víkiskyldina. – Vit spyrja um politirap- port er skrivað. Er hon tað, verður hon tikin til eftir- tektar. Er hon ikki tað, verður sakin avgreidd á vanligan hátt allíkavæl, greiðir hann frá. Fyri at koyra um hávatenn og harvið bróta treytaleysu víkiskylduna, eigur tú at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum, umframt, at tú skalt upp til nýggja roynd í bæði koyring og teori. Men finna partarnir báðir eina semju, soleiðis, at løg- reglan ikki verður fráboð- að, er gjørligt at sleppa undan at taka koyrikortið av nýggjum. Tað er nevniliga ikki ein treyt frá tryggingini, at løgreglan skal vita um óhappið, fyri at tryggingin skal taka við. Tryggingarfeløgini: Krevja ikki løgreglurapport Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd sigur, at tað ikki er eitt krav frá tryggingini, at løg- reglan skal verða fráboðað um óhappið, fyri at trygging- in skal taka við. Heldur ikki, tá koyrt verður um háva- tenn, og treytaleysa víki- skyldan harvið verður brotin. – Vit melda so ongan, stað- festir hann. Savnsmynd C M Y K 5 4