mikudagur 3. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 210 - 3. november 2004
Nr. 210 - 3. november 2004
7
Álit um undirsjóvartunnil
undir Tangafirði
Borgarstjórin í størstu
kommununi við
Skálafjørðin, Rod-
mundur Nielsen, sig-
ur, at higartil er einki
komið fram í málin-
um um undirsjóvar-
tunnil millum Skála-
fjørðin og Suður-
streym sum ger, at
ætlanin er vorðin
minni áhugaverd. –
Skulu kommunurnar
verða við í hesi ætlan,
er sjálvsagt neyðugt, at
eitt so stórt mál verð-
ur umrøtt bæði væl og
virðiliga, sigur hann
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hugskotið um undirsjóvar-
tunnil millum Skálafjørðin
og Suðurstreym, sum varð
lagt fram á fundi á Toftum
fyri fitt av tíð síðan, er á
ongan hátt slept enn. Bólk-
urin, sum kunnaði um hesa
ætlan, hevur arbeitt við
málinum síðan, og nú
nærkast eitt álit, sum í
fyrsta lagi verður lagt fyri
kommurnar
við
Skála-
fjørðin.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu,
sigur,
at
kommunurnar við Skála-
fjørðin vænta, at eitt álit í
málinum fer at fyriliggja
nakað út í desember í ár.
– Umboð fyri okkara
kommunu vóru við á fund-
inum á Toftum, og vit
hildu, at ætlanin, sum bólk-
urin legði fram, er sera
áhugaverd.
Hann vísir á, at síðan
henda framløgufundin, eru
kommunurnar við Skála-
fjørðin javnan kunnaðar um
gongdina í málinum, og nú
bíða tær spentar eftir einum
áliti í málinum.
Teir, sum manna bólkin,
sum gongur á odda í ætl-
anini um tunnilssamband
millum Skálafjørðin og
Suðurstreym, eru Símun
Johannesen, bygdaráðslim-
ur í Nes kommunu, Martin
V. Heinesen, jarðfrøðingur,
Tummas Eliasen, stjóri á
Føroya Lívstrygging og
Niclas Foldbo, verkfrøð-
ingur, ið hevur fingist nógv
við tunnilsbyggingar.
Sosialurin royndi at fáa
eina viðmerking um ætlaða
álitið frá einum av hesum
fýra í gjáramorgunin, men
tað eydnaðist tíverri ikki.
Spennandi ætlan
Rodmundur Nielsen, borg-
arstjóri, heldur, at ætlanin
um tunnilssamband millum
Skálafjørðin og Suður-
streym er ógvuliga áhuga-
verd.
– Tað kostar pening at
gera eitt slíkt álit, og tí hava
kommunurnar við Skála-
fjørðin sett nakrar krónur
av til endamálið.
Borgarstjórin sigur, at
higartil er einki komið fram
í málinum sum ger, at
ætlanin er vorðin minni
áhugaverd.
– Skulu kommunurnar
verða við í hesi ætlan, er
sjálvsagt neyðugt, at eitt
álit fyriliggur. Síðan verður
eitt so stórt mál sum hetta
umrøtt bæði væl og virði-
liga.
Rodmundur sigur seg
hava stórt álit á teimum,
sum arbeiða við hesi ætlan.
– Eg var eisini við á
Toftum, tá ið ætlanin varð
framløgd, og eg haldi, at
prinsippið um tunnilssam-
band er ógvuliga áhuga-
vert, sigur borgarstjórin í
størstu kommununi við
Skálafjørðin.
Nú kommunuvalið
stundar til, verða í
minsta lagi tríggir val-
fundir á Skálafjørðin-
um í hesi vikuni. Ein
verður á Glyvrum, ein
á Strondum og ein á
Skála
VALFUNDIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tríggir listar eru til valið í
nýggju og komandi Runa-
víkar kommunu, sum veks-
ur við trimum kommunum
1. januar 2005.
Skála kommuna, Oyndar-
fjarðar
kommuna
og
Elduvíkar kommuna leggja
sum kunnugt saman við
Runavíkar kommunu, tá ið
hetta valskeiðið, sum nú
nærkast endanum, er liðugt.
Hetta merkir, at tey, sum
stilla upp í kommununum,
sum nú koma uppí Runavík-
ar kommunu, stilla upp til
val í somu kommunu sum
onnur valevni í kommununi.
Tríggir listar stilla so-
leiðis upp til val í Runa-
víkar kommunu hesaferð.
Ein listi er við valevnum úr
Æðuvík og Rytuvík og heilt
inn til Lambar. Hetta er ein
sonevndur Runavíkar-listi.
Søldfirðingar og fólk á
Skipanesi hava sín egna
lista. Síðan er tað sonevndi
Skála-listin, sum eisini
fevnir um bygdirnar í nú-
verandi Oyndarfjarðar-og
Elduvíkar kommunu.
Valfundir
Mikukvøldið komandi kl. 19
verður almennur valfundur í
fimleikarhøllini í Glyvra
skúla, og fríggjakvøldið
klokkan 19 verður valfundur
í skúlanum á Skála.
Laura Olsen, sum saman
við orðstýraranum, Hilmari
Jan Hansen, skipa fyri
fundinum á Glyvrum, sig-
ur, at tey á fyrsta sinni skip-
aðu fyri einum tílíkum val-
fundi undan seinasta vali.
– Nógv fólk komu at lýða
á, og hetta var ein góður
fundur.
Hon vónar, at undirtøkan
verður eins góð hesaferð.
– Fundurin verður skip-
aður soleiðis, at valevnini
fáa tveir minuttir í part til
framløgu. Síðan verður
spurnarorðaskifti, har fólk
fáa høvi at seta spurningar,
og at enda sleppa valevnini
at taka saman um.
Laura Olsen sigur seg
vóna, at valevni og áhoyr-
arar møta fjølment til val-
fundin á Glyvrum.
Fundurin á Skála verður
skipaður á nøkulunda sama
hátt sum á Glyvrum, og
eisini her verður Hilmar
Jan Hansen orðstýrari.
Á Strondum
Eisini í Sjóvar kommunu
verður valfundur í hesi vik-
uni.
Av Strondum frætta vit,
at fundurin verður í Bygd-
arhúsinum á Strondum
hóskvøldið klokkan 19.
Í Sjóvar komunu vóna
tey eisini, at nógv fólk møta
til fundin hetta kvøldið.
Gera seg inn á
busskýlir
Brutu átta rútar á
flakavirkinum
HERVERK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Løgreglan í Eysturoy
leitar eftir ótangum, sum
stundum hava til fragd at
gera seg inn á busskýlini í
oynni.
Kristian Martin Jo-
ensen, sýslumaður, sigur,
at seinasta herverkið er
framt á busskýlið við
Gøtugjógv, har rútarnir
eru brotnir.
– Tað vísir seg, at hetta
er ein afturvendandi trup-
ulleiki í oynni.
Hann sigur, at rútarnir í
einum slíkum skýli eru
dýrir, og hann sigur seg
hava skilt, at umvælingin
av busskýlinum við Gøtu-
gjógv kostar einar 6.000
krónur.
– Tað er jú púrasta
meiningsleyst at gera seg
inn á hesi skýlini, heldur
sýslumaðurin.
Hann sigur, at løg-
reglan vil fegin frætta frá
fólki, sum vilja hjálpa
teimum at finna út av,
hvørjir ótangarnir eru,
sum ikki kunnu lata
skýlini í oynni fáa frið.
– Vit vita ikki, hvørjir
ótangarnir eru, men vit
vita, at hetta er ein
afturvendandi trupulleiki.
Tí vilja vit fegin frætta,
um onkur veit okkurt at
siga okkum, sum vit ikki
vita, sigur Kristian Martin
Joensen.
HERVERK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygarkvøldið var dansur
og nógv fólk í Royn-
høllini í Hvalba.
Tá ið náttin hasaði av,
vóru átta rútar færri heilir
á flakavirkinum í Hvalba.
Løgreglan í Suðuroy
sigur, at onkur hevur gjørt
seg inn á virkið sunnunátt-
ina, og átta rútar eru knúst-
ir.
Hetta eru alt termu-
rútar, og teir eru dýrir.
– Vit kunnu ikki siga, at
vit eingi spor hava at
ganga eftir, men fólk, sum
kanska vita eitt hvørt um
tilburðin, eru vælkomin at
venda sær til okkara,
sigur løgreglan.
Í Suðuroy var annars
friðarligt í vikuskiftinum.
– Okkurt minni ferðslu-
óhapp var, men annars
gekk ferðslan væl, sigur
løgreglan í Suðuroy.
– Eg haldi, at prinsippið um
tunnilssamband millum
Skálafjørðin og Suðurstreym
er ógvuliga áhugavert, sigur
Rodmundur Nielsen,
borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Valfundir á Skálafjørðinum
Síðsta mikukvøld skipaðu
kvinnurnar fyri valfundi í
Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Antin fór Tórbjørn ella pakkaði Høgni saman
Hevði Tórbjørn Jac-
obsen ikki farið úr
tjóðveldisflokkinum á
tingi, hevði Høgni
Hoydal fari frá sum
formaður, tí hesum
kundi hann ikki liva
við
FLOKSÓSEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hesum kundi eg ikki liva
við. Fór Tórbjørn Jacobsen
ikki, hevði tað sostatt fing-
ið aðrar avleiðingar.
Tað sigur Høgni Hoydal,
formaður tjóðveldisfloks-
ins.
Og tað gekk, sum for-
maðurin vildi, tí mána-
kvøldið varð Tórbjørn Jac-
obsen koyrdur úr tjóðveld-
isflokkinum á tingi.
Sjálvur sigur tjóðveldis-
flokkurin, at Torbjørn Jac-
obsen hevur sett seg uttan-
fyri tingmanningina.
Men úrslitið er tað sama,
tí Tórbjørn Jcaobsen er
undir øllum umstøðum lið-
ugur í tjóðveldisflokkinum.
Í hvussu so er til løg-
tingsval verður aftur.
Tey, sum hava fylgt við
gongdini, vita, at upprunin
til hesa víðgongdu avgerð,
er, at Tórbjørn Jacobsen
skrivaði tvey lesarabrøv í
Sosialinum, har hann legði
hart eftir floksformannin-
um. Hann kallaði hann ein
lítlan messias og hann
segði, at var Høgni Hoydal
rætt endurgivin í eini grein
um skrásett parlag, var
hann heimsmeistari í mani-
pulatión.
Hesum
kundi
Høgni
Hoydal ikki liva við. Tað
endaði hóskvøldið við eini
semju í flokkinum, at Tór-
bjørn Jacobsen harmaðist
skrivingina og viðgekk, at
hon var farin av kós.
Í semjuni stendur eisini,
at ta tingfólk ið fremur per-
sónsálop á annað tingfólk í
fjølmiðlunum, hevur sett
seg uttanfyri tingbólkin.
Hetta tulkaði Útvarpið
sum at hann hevði biðið um
umbering og hevði tikið alt
í seg aftur.
Og ta fekk Tórbjørn Jac-
obsen til at geva ilt av sær í
Rás 2 og í Dimmmalætting
og halda fast um, at hann
hevði hvørki biðið um um-
bering ella hevði tikið
nakað aftur.
Í Dimmu er hann eisini
endurgivin fyri at draga
dómin ímillum Team 85 og
tjóðveldislfokkin upp í
málið og nevnt hetta sum
eitt feskt dømi um, hvussu
manipulerandi Høgni Hoy-
dal er.
Aftaná bað hann kortini
alment um treytaleysa um-
bering fyri tað, Dimma
endurgevur hann fyri at
siga um Team-85 dómin, tí
tað var ikki ætlað at fara í
blaðið.
Men hendan umberingin
hevur ikki fingið tingmann-
ingina hjá tjóðveldisflokk-
inum at blotna.
Á fundi mánadagin sam-
tykti ein meiriluti av ting-
manningini at halda fast
um semjuna, um semjuna
um, at tinglimur, ið leypir á
annan tinglim í flokkinum,
hevur sett seg uttanfyri
tjóðveldisflokkin á tingi.
Sostatt metir tingmann-
ingin, at Tórbjørn Jacobsen
hevur tikið seg úr ting-
manningini við sínum við-
merkingum í Dimmu og
Rás 2 um vikuskiftið.
Hesi boðini fekk aðal-
stjórnin hjá tjóðveldisflokk-
inum mánakvøldið og aðal-
stjórnin hevur síðani tikið
tað til eftirtektar, boðar
flokkurin frá í tíðindaskrivi.
Flokkurin sigur eisini, at
Tórbjørn Jacobsen fekk
boðini mánakvøldið.
Samstundis fer Aðalstjórn
tjóðveldisfloksins at kalla
inn til eykafloksting leygar-
dagin hin 20.11.2004, at
viðgera politisku støðuna.
Har skal eisini næstfor-
maður Tjóðveldisfloksins
veljast.
Karsten Hansen er valdur
til næstformann fyri tjóð-
veldisflokkin á tingi eftir at
Tórbjørn Jacobsen tók seg
aftur og tað er vanligt, at
sami tinglimur eisini verður
næstformaður í sjálvum
flokkinum Tingmanningin
var ikki samd um at koyra
Tórbjørn úr flokkinum.
Høgni Hoydal vil ikki siga,
hvørjir tinglimir vóru ímóti
at koyra Tórbjørn úr flokk-
inum, men vælvitandi keld-
ur í flokkinum siga fyri
Sosialinum, at tað vóru
Finnur Helmsdal og Páll á
Reynatúgvu, sum ikki vildu,
at Torbjørn skuldi koyrast.
Finnur Helmsdal hevur
als ongar viðmerkingar og
tað eydnaðist okkum ikki at
fáa fatur á Páll á Reyna-
túgvu.
Men úrslitið er, at tað
vóru sostatt fimm av teim-
um átta tinglimunum, sum
gjørdu av at koyra Tórbjørn
úr flokkinum.
Høgni Hoydal sigur, at
um Tórbjørn Jacobsen so
stillar uppaftur á næsta vali,
er ein spurningur ímillum
Tórbjørn
Jacobsen
og
lokalfelagið hjá flokkinum.
Hevði fingið
avleiðingar
Formaðurin í tjóðveldis-
flokkinum sigur at hjá sær
var ongin trupulleiki at taka
avgerðina um at koyra Tór-
bjørn úr flokkinum.
– Hjá mær var skrivingin
hjá Tórbirni langt síðani
farin út um alt mark, sigur
Høgni Hoydal.
– Men fekst tú ikki undir-
tøku fyri at fáa Tórbjørn
Jacobsen úr flokkinum,
hevði tú so sjálvur farið frá?
– Tað kann ein og hvør
gita sær til. Eg kundi ikki
liva við hesum. Flokkurin
hevur bíðað alt ov leingi
við at taka støðu í málinum
og tók flokkurin ikki støðu
nú, hevði tað sjálvsagt
fingið avleiðingar, sigur
Høgni Hoydal.
Tey hørðu hjørtuni
vildu ikki taka ímóti
mínari útrættu hond,
sigur Tórbjørn Jacob-
sen
FLOKSÓSEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg royndi at rætta hond-
ina út fyri at fáa semju.
Men tað kláraðu tey hørðu
hjørtuni í flokkinum ikki at
taka ímóti.
Tórbjørn Jacobsen, løg-
tingsmaður, sigur, at tað er
onki, hann kann gera við
avgerðina hjá Tingmann-
ingini um at koyra hann úr
flokkinum á tingi.
Men hann heldur, at hetta
var tað ringasta, sum kundi
henda fyri flokkin.
Men tað er nógv í mál-
inum, sum hann ikki skilir.
Eitt nú skilir hann ikki, hvat
aðalstjórnin hevur við ting-
manningina at gera.
– Hetta var tað ringasta,
sum kundi henda, tí hetta
skaðar flokkin almikið og
eg skilji ikki, at fáfongdin
hjá summum flokslimum
kann vera so sterk, at teir
eru til reiðar at skaða flokk-
in fyri at fáa sítt ígjøgnum.
Men nøvn vil hann ikki
nevna.
Hann dugir ikki at skilja,
at eitt mál ímillum persónar
skal viga so nógv, at tað
endar við eini ekslusión.
Sjálvur metir Tórbjørn
Jacobsen seg eisini hava ver-
ið fyri persónsálopi, tí í
Dimmu mánadagin er Kar-
stin Hansen endurgivin fyri
at siga, at Tórbjørn er ikki
megnar at umsita seg sjálv-
an.
– Er tað ikki persónsálop
av tí grova, spyr Tórbjørn
Jacobsen.
Fer at stríðast sum
ongantíð fyrr
Annars boðaði sjónvarpið
frá mánakvøldið, at Tór-
bjørn Jacobsen fór at biðja
um farloyvi í tinginum fyri
at forða fyri, at flokkurin
fór í tviningar.
– Hetta er eitt persóns-
mál, sum órógvar allan
flokkin og eg helt, at tað
kundi loysast við at annar
parturin tók seg aftur í eina
tíð fyri at fáa frið í flokk-
inum aftur.
Men tað verður nú av
ongum.
– Eg bað um farloyvi fyri
at forða fyri, at flokkurin
fór í tvíningar. Tað var í
vónini um, at tíðin kundi
lekja sárini, so at vit aftur
kundu finna saman um
nakrar vikur, ella mánaðir.
– Men nú tingmanningin
hevur samtykt at koyra meg
út, gevur tað als onga mein-
ing at fara í farloyvi.
Tórbjørn Jacobsen vísur
eisini aftur tí, sum flokkur-
in sigur um, at hann skal
hava fingið eina fráboðan
um støðuna.
Í gjáramorgunin hevði
hann onki frætt.
Men hann vísur á, at tað
eru bara fimm av átta ting-
limum, sum hava atkvøtt
fyri at koyra hann úr flokk-
inum og tað heldur hann er
ein veik støða.
Tórbjørn Jacobsen sigur
stendur tað við, at hann er
koyrdur úr flokkinum, fer
hann sostatt at møta á tingi
sum vanligur tingmaður.
– Og har farið eg at vera
so virkin, sum ongantíð
fyrr og har fari eg at føra
veruligan tjóðveldispolit-
ikk, soleiðis sum hann m.a.
kom til sjóndar í fyrstuni, tá
ið Høgni Hoydal varð for-
maður, tá ið farið var undir
skipaðu loysingina. Hesin
politikkur varð jarðaður
eftir valið á heysti í 2000 og
ongantíð reistist aftur.
Eftir hansara tykki hevur
hevur tjóðveldisflokkurin
partvís slept tjóðveldispol-
itikkinum á gólvið.
– Tjóðveldispolitikkurin
hjá flokkinum endaði við
einum málsetningi um at
yvirtaka skrásett parlag og
tað er hetta, sum eg fari at
royna at fáa aftur á beint.
– Tú hevur boðað frá, at tú
hevði
nakrar
politiskar
hondgranatir liggjandi í
skápinum, sum tú fór at
bresta, gjørdust tað neyðugt?
– Tað fer tíðin at vísa!
– Fert tú at stilla upp-
aftur fyri tjóðveldisflokkin?
– Fái eg eina áheitan frá
valfelagnum, fari eg at stilli
eg uppaftur, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Og hann leggur afturat, at
hann hevði ikki havt trup-
ulleikar at siti á tingi saman
við Høgna Hoydal aftur,
um so skuldi verið.
– Eg dugi ikki at síggja
tað stóra í hesum máli, so
tað skal ikki skorta upp á
vilja frá mær til at finna
stevið aftur.
Høgni Hoydal var til reiðar at taka seg aftur, fekk hann ikki undirtøku fyri at koyra Tórbjørn
Jacobsen úr tjóðveldisflokkinum, tí hann heldur, at Tórbjørn var farin út um alt mark
– Hóast eg eri koyrdur úr tjóðveldisflokkinum, fari eg at møta
á tingi sum vanligur tingmaður oghar farið eg at føra veru-
ligan tjóðveldispolitikk, sigur Tórbjørn Jacobsen
Tórbjørn Jacobsen:
Tað ringasta sum kundi henda
C
M
Y
K
7
6