Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 12 BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO ”Sambært §23 í Kringvarpslógini kæra vit við hesum avgerðina hjá Kringvarpsstýrinum (...) Avgerðin hjá stýrinum var at stuðla fram­ ferðar­háttinum hjá Johnny í Gróti­num, kringvarpsstjóra, sum vit meta undirgravar óhefta og kritiska tíðindaflutningin á tíðinda­deildini”. Við hesum orðum byrjar kæran hjá Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógva Olavson til Menta­ mála­ráðið. Ein kæra, sum ráð­ið longu hevur sagt seg ikki vilja taka upp, hóast hon kann innganga í við­gerðina av kæruni hjá Liljan Weihe. Spyrt tú Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam, so snýr hetta seg millum annað um, at starvs­ fólk í Kringvarpinum kunnu verða uppsøgd við sera tunnum grundar­ lagi. - Tað, at stjórin bara soleiðis kann siga ein úr starvi uttan ávar­ ing. Tað er órógvandi í sær sjálvum. Har­umframt er einki, sum bendir á, at uppsøgnin hevur nakað at gera við fakliga avrikið hjá Liljan Weihe sum tíðindaleiðara. Eitt nú er dekningurin um "Skattamálið", sum Johnny í Grótinum hevur havt so nógv ímóti, blivin kosin at vera millum bestu dekningar í Dan­ mark í 2017. So fakliga avrikið er onki at seta fingurin á hjá Liljan Weihe. Hon er millum allarbestu før­oysku journalistar. Men tað eru heilt aðrar - fyri meg óskiljandi - orsøkir til, at hon knappliga bleiv upp­søgd, sigur Jan Lamhauge, journalistur. Á einari redaktión er tað vanliga so, at journalistar gera avtalur við sín redaktør og í summum før­um sín tíðindaleiðara um tíð­inda­flutningin. Og júst hetta arbeiðs­býti er nakað, sum teir tríggir journalistarnir halda hev­ur týdning at avtala millum part­ ar­nar, sum samstarva á einari redak­ tión. - Tað kann ikki vera ein ókendur faktor­ur í myndini. Ein ”yvir-redak­tørur”, sum púra spontant kann traðka til, tosa við keldur og standa fyri redaktionellu eftir­met­ing­unum. Tílíkt hevur ongan­tíð verið uppgávan hjá kring­varps­stjóra­ num, sigur Jan Lamhauge. Tí sambært kæruni hjá teimum trimum er støðan tann, at úrslitið av atburðinum hjá Johnny í Gróti­ num er, at journalistar ansa eftir ikki at traðka nakran á tærnar, tí reak­tión­irnar hjá stjóranum kunnu vera so ógvusligar, um at­ finn­ingar koma – óansæð um tær eru grundaðar ella ikki. - Tá eitt lesarabræv sum tað hjá Símun Absalonsen kann hava við sær, at stjórin fyrst roynir at senda okk­um í Fjølmiðlanevndina, og síðan setur ein bólk av starvsfólkum at kanna sínar starvsfelagar, tá er tað ikki eggjandi at gera kritiskan journalistikk. Tá er tað munandi lættari at gera tíðindaflutning, sum ikki traðkar nakran á tærnar, sigur Jan Lamhauge, journalistur. - Sum tíðindaleiðari hevur Liljan Weihe altíð sligið manngarð um okkum starvsfólk. Hon hevur vart okkum úteftir, meðan vit hava tikið atfinningar upp innanhýsis. Tað er eisini tað, sum Liljan Weihe hevur gjørt í hesum førinum. At tað síðani kostar henni starvið at verja kritiska journalistikkin er órógvandi, sigur Rólant Waag Dam, journalistur. Óvæntaðar hendingar í KVF Síðani Johnny í Grótinum gjørd­ist stjóri í Kringvarpinum hevur hann alment havt nakrar óvænt­aðar útsagnir. Millum annað, at hann valdi at venda sær til fjøl­miðla­ nevndina við dekn­ingi­num hjá Kringvarpinum av skattamálinum hjá Eik/Betri banka. Og at hann setti ein innanhýsis eftirmetingarbólk TEMA: Kringvarpið Kringvarpið Rólant Waag Dam og Jan Lamhauge - Johnny undir­ gravar óhefta tíðindaflutningin - Tá eitt lesarabræv sum tað hjá Símun Absalonsen kann hava við sær, at stjórin fyrst roynir at senda okkum í Fjølmiðlanevndina, og síðan setur ein bólk av starvsfólkum at kanna sínar starvsfelagar, tá er tað ikki eggjandi at gera kritiskan journalistikk. Tá er tað munandi lættari at gera tíðindaflutning, sum ikki traðkar nakran á tærnar, sigur Jan Lamhauge, journalistur