Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 13 Brot úr kæruni til Mentamálaráðið Kunnu journalistar í Kring­varpi­ num ikki kenna seg tryggar at fram­leiða óheftan kritiskan journalis­tikk, er tað tí nógv meir enn "bara" ein trupulleiki hjá einum tilvildarligum almennum stovni. Tað er til ampa fyri alt tað føroyska fólka­ræði. Sambært leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið eiga fjøl­ miðl­ar "at verja einstaklingar og bólk­ar fyri órætti" frá eitt nú fyri­tøk­um. Fjølmiðlar hava eisini skyldu at avdúka ivasom viður­ skifti. "Skattamálið" livir tí upp til júst eina tí størstu - og truplastu - upp­gávuna hjá fjølmiðlunum. At avdúka, hvussu ein fíggjarliga sterk fyritøka av órøttum fekk eina stóra upphædd úr felagskassanum hjá øllum føroyingum. Kringvarpsstýrið livir ikki upp til sína skyldu, sambært §5 og 6 í Kringvarpslógini, tá stýrið góð­ tekur, at ein heftur stjóri uttan journalistiskar førleikar í so stóran mun kann arbeiða ímóti tíðinda­ flutn­inginum um "Skatta­málið". Ein fyritreyt fyri fjøl­miðla­ frælsi­num er, at journalistar (undir ábyrgd) kunnu arbeiða eftir ­journalistiskum meginreglum uttan trýst frá heftum áhuga­mál­ um. Soleiðis er ikki í hesum føri. At stýrið góðtekur, at Liljan Weihe varð søgd úr starvi fyri at siga Stýrinum frá trupulleikanum hjá stjóranum, ger bara málið álvar­ samari. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgd­ina av at tryggja, at Kring­ varpið livir upp til sínar skyldur. Her ger Stýrið øvugt. Hetta er eitt so álvarsamt brot á skyldurnar sambært Kring­ varps­lógini, at vit vilja heita á Menta­mála­ráðið um, at tað fær av­leiðingar. Rógvi Olavson, Rólant Waag Dam og Jan Lamhauge. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Í kæruni, sum teir tríggir journal­istarnir hava sent til Mentamálaráðið kem­ ur greitt fram, at ein av høvuðs­at­finningunum móti stjóra­num er hansara tilknýti og áhugi fyri skattamálinum hjá Eik/Betri banka. Tí meðan journalistarnir vísa á, at stjórin er ógegnigur av fleiri orsøk­um, so vísa teir samstundis á, at júst skattamálið er eitt mál, sum stjórin hevur víst óvan­liga stóran áhuga í. Undir yvir­skrift­ ini ”orsøkir til ógegni hjá stjóra­ num” stendur at lesa: ”Johnny í Grótinum gjør­ di í mars og apríl 2017 tæn­ ast­ur fyri Eik banka í sam­ ban­di við ”Skattamálið”. John­ny í Grótinum fekk tilfar út­flýggjað frá Eik Banka, sum hann bar víðari og tulkaði fyri journalistum. Hetta var m.a. til­ far, sum Eik Banki hevði keypt frá grannskoðaravirkinum Deloitte, har roynt var at próv­føra fyri (ólógliga) skatta­frá­drátti­num Øll tey árini, vit hava ar­ beitt sum journalistar, hava vit ongantíð upplivað, at ein óvið­ komandi ”3. persónur” út­flýggjar skjøl fyri ein part í einum máli. (...) Tað er tí lítið sann­líkt, at tilfarið frá Eik Banka ikki var útflýggjað til Johnny í Grótinum við einari felags semju um, at Johnny í Grótinum kundi bera journal­istum tilfarið. Við at átaka sær hendan leiklutin broyttist Johnny í grótinum frá at vera ein óheftur ”3. persónur” til at vera partur í málinum”. - Kæra frá Rólant Waag Dam, Jan Lam­hauge og Rógva Olavson til Menta­málaráðið. Johnny í Grótinum hevur áð­ur greitt frá, at hann hev­ ur arbeitt saman við fleiri av høvðuspersónunum í skatta­ máli­num og sum búskapar­frøð­ ing­ur hevur málið frá byrjan havt hansara fakliga áhuga. Hann vil ikki gera stór­vegis viðmerkingar til skuld­set­ingar­ nar frá journal­ist­unum, men les tað, sum Johnny í Grótinum sigur á næstu síðunum. - Johnny gjørdi tænastur fyri Eik - Tann atburður, sum Johnny í Grótinum hevur havt í sambandi við skattamálið ber brá av, at hann hevur havt eitt serligt tilknýti til málið frá byrjan. Í heila tikið er tað órógvandi, at nýggi stjórin blandar seg so nógv upp í tíðindaflutningin, tá ið umræður eitt einstakt mál, har hann er ógegnigur. Eg havi so ikki upplivað tað áður, sigur Jan Lamhauge, ein av journalistunum, sum hevur kært Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið Símun Absalonsen Karaktermorð fyri almennar licenspengar Mikudagin 4. oktober í fjør skrivaði Símun Absalonsen eina hvassorðaða tíðargrein í Sosialurin við yvirskriftini "Karaktermorð fyri almennar licenspengar". Símun Absalonsen greiðir í tíðargreinini frá sínum sjónarmiðið um skattamálið hjá Eik/Betri banka og somuleiðis finnst hann at miðlunum fyri at halda fram við at miðla um skattamálið. "Við jøvnum millumbilum koma "nýggjar avdúkingar" fram í skattamálinum hjá Eik. Verða "avdúkingarnar" kannaðar nærri sæst, at talan er heldur um kreativ journalistisk scoop, tí aloftast er einki nýtt aftan fyri søguna. Tað er sjálvandi mark fyri, hvussu ofta man kann kóka súpan av somu beinum" - Símun Absalonsen, statsaut. revisor, 4. oktober 2017. Eftirmetingar­ bólkurin í KVF Eftirmetingarbólkurin, sum teir tríggir journalistarnir nevna í kæruni, er ein bólkur, sum Johnny í Grótinum mannaði í tíðini, tá ið Liljan Weihe varð sjúkrameldað á heysti 2017. Hesin eftirmetingarbólkur skuldi hyggja eftir tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum um skattamálið hjá Eik/Betri banka. Øssur Winthereig, journalistur, varð settur sum formaður fyri bólkin, men eftir nakrar dagar broytti Johnny í Grótinum tað avgerðina so, at Øssur Winthereig varð frátikin sessin. Orsøkin var, at hetta skapti øsing hjá summum pørtum í málinum, tí Øssur Winthereig á Facebook hevur verið sera atfinningarsamur móti tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum í so stóran mun, at hann helt tíðindaflutningurin skuldi fáa avleiðingar at eftirmeta sama dekning – við Øssur Winthereig á odda fyrstu dagar­nar, áðrenn stjórin broytti hugs­an um leiðsluna í bólkinum og setti Øssur Winthereig frá sessinum aftur. Teir eru tó á einum máli um, at sjálvandi er tað uppgávan hjá stjóra­num at verja trúvirði hjá stovni­num. - Men avleiðingarnar av teimum ting­unum, sum hann setti í verk í sínari fyrstu tíð sum stjóri (fjøl­ miðla­nevndin og innanhýsis eftir­ metingar­bólkur, red.) eru farnar út um alt mark. Tí tey mistøk hann hevur viðgingið at hava gjørt í byrjanini eru eisini orsøk til, at Liljan Weihe vendi sær til stýris­ for­mannin, og síðani bleiv upp­ søgd, sigur Rólant Waag Dam. Liljan Weihe ikki sagt ósatt Tað er eingin loyna, at í Kring­varpi­ num ganga tey í fleiri bólkum. Summi eru á síðuni hjá Liljuni Weihe. Onnur stuðla stjóranum og upp­aftur onnur eru mitt í millum. At Jan Lamhauge og hinir báðir journalistarnir, sum kært hava til Kringvarpsstýrið, eru á síðuni hjá Liljuni Weihe er held­ur eingin loyna. Og tað kemur eisini til sjóndar, nú vit práta um støðu­ na í Kringvarpinum, eftir at teir tríggir hava kært stýrið til Menta­ málaráðið. - Sjálvandi eru vit nervøsir fyri at blíva sagdir upp, tí ein veit ikki longur, hvat skal til, sigur Jan Lam­ hauge og heldur fram. - Eg dugi ikki at síggja, at nakað, sum Liljan Weihe hevur sagt um støðuna í Kringvarpinum sein­ astu mánaðirnar, er ósatt. Og tað tykist ómetaliga smáligt at síggja í hennara ætlanarskrivi, at hon millum annað er søgd úr starvi, tí hon ikki kundi svara, um hon hevði álit á stjóranum, tá ið Sosialurin spurdi, tí tey høvdu arbeitt ov stutt saman. Er tað orsøk til uppsøgd í Kring­varpinum nú, spyr Jan Lam­ hauge. Rólant Waag Dam ger greitt, at fyri hann snýr hetta seg ikki um per­sónar. Tvørturímóti hevði hann havt somu atferð, um ein annar starvs­felagi var fyri somu viðferð. - Liljan Weihe er ein persónur, sum kann kloyva tjóðina. Men um vit hyggja burtur frá hennara persóni og hyggja eftir uppsøgnini isolerað sæð, so er tað ikki í lagi, at ein persónur kann missa sítt starv við tunnum grundgevingum. Hetta enn­tá uttan nakra ávaring. Eg hevði gjørt neyvt tað sama, um talan var um ein annan starvsfelaga, sigur Rólant Waag Dam. Bæði Rólant Waag Dam og Jan Lamhauge siga seg vóna, at Menta­ mála­ráðið vil taka teirra sjónarmið í kæruni við, tá ið tey fara at við­ gera málið hjá Liljuni Weihe. Tí teir siga seg hava størstan áhuga í at tryggja, at journalistar kenna seg tryggar í at gera sítt starv.