Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 14 TEMA: Kringvarpið Kringvarpið HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO H óast Johnny í Grótinum einans hevur sitið í stjórasessinum í Kringvarpi Føroya síðan 1. september í fjør, so hev­ ur talan verið um nakrar rok­ mikl­ar mánaðir, har innan­hýs­is viðurskiftir ferð eftir ferð hava verið til viðgerðar í almenna kjaki­ num og har spurnar­tekin hava verið sett við fleiri viðurskiftir, har­ímillum leiðslu­háttin hjá nýggja stjóranum og fjøl­miðla­ við­gerðin hjá Kring­varpi­num av Skatta­málinum, Nýggi stjórin hevur eisini átt sín leiklut í ófriðinum, serliga eftir at hann 24. november boðaði frá, at hann hevði tikið avgerð um at siga tíðinda­leiðaran í stovninum, Lilja Weihe, úr starvi við tí grundgeving, at hon hevði víst illoyalan atburð mót­vegis stjóra og stjórn. Johnny í Grótinum vísti í upp­søgnini til eitt skriv, ið tá­ ver­andi tíðindaleiðarin hevði sent Rúna Heinesen, formanni í Kringvarpsstjórnini, og at somu upplýsingar síðan lóku til Miðlahúsið, ið skrivaði um mál­ið í Vikuskiftis-Sosialinum 24. november. Í skrivinum vísti tíðinda­leiðarin millum annað á, at stjórin tók ein ov virknan leiklut í tíðinda­deildini og var ógegnigur í Skatta­málinum. Atburðurin bleiv mettur at vera so mikið skaðiligur fyri um­ dømi hjá stovninum og álitið á stjórn­ini, at Johnny í Grótinum metti grundarlag vera fyri at siga tíðindaleiðaran úr starvi. Ein upp­ søgn, ið tíðindaleiðarin síðan hevur kært til Kringvarpsstýrið. Kærdur Liljan Weihe var tó ikki einsamøll í metingini av, at nýggi stjórin hevði ein ov virkan leiklut í Skatta­ málinum, var ein forðan fyri kritiskan journalistikk og bland­ aði seg meira enn gott er í tíðinda­ flutninginum hjá tíðinda­deildini í Sortu­díki. Stutt eftir at tað frættist, at Liljan Weihe hevði fingið ætlanarskriv um uppsøgn, klagaðu tríggir journal­ist­ar í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson, avgerðina hjá stjóra­num til Kringvarpsstýrið, ið tó vísti klaguni frá sær. Hetta fekk teir tríggjar journalist­ar­nar at kæra Kring­ varps­stýr­ið og teirra hand­far­ing av máli­num til Menta­mála­ráð­ið. Menta­mála­ráðið svaraði tó í síðstu viku, at tey gera ikki meira við kæruna, tí ráðið tulkar ikki svarið hjá Kringvarpsstýrinum sum eina fyrisitingarliga avgerð, og tí ber ikki til at kæra svarið frá stýrinum. Innanhýsis skriv Sjálvur ynskir Johnny í Grótinum ikki at gera stórvegis viðmerkingar til klaguna hjá teimum trimum journalist­unum, men avvísir, at nakar ófriður er í Kringvarpinum. Kringvarpsstjórin vísir tó á eitt skriv, ið til ber at lesa í heilum líki aðrastaðni á síðuni, sum í farnu viku bleiv sent øllum starvs­ fólkunum í Kringvarpinum í kjalarvørrinum tí umrøðu, ið hevur verið seinastu tíðina av Skatta­ málinum og leiklutinum hjá Kring­ varpinum. Uttan at nevna ítøkiliga kritikk­ in, so nemir hann við atfinn­ing­ ar­nar um, at hann er ein forðan fyri kritiskum journalistikki, tá hann leggur dent á, at hann sær tað sum sína størstu uppgávu at verja kritiska journalistikkin í Kringvarpinum. Eitt arbeiði, ið hann metir er ein av grundsúlunum í arbeiðinum hjá stovninum. - Tí vil eg altíð vera tilreiðar at verja stovnin mótvegis ógrund­ aðum almennum ákærum um óreiði­lig­heit og partískheit. Tað er ikki bert mín rættur, men mín skylda, skrivar stjórin í innanhýsis skrivi­num til starvsfólkini. Kringvarpsstjórin vísir á tvey ítøki­lig dømir, tá stovnurin hevur verið fyri atfinningum, og har hann sum stjóri alment hevur vart stovn­in. Talan er um lesarabrøv frá Eyðuni Mørkøre og Símuni Absalon­sen, sum hvør í sinum lagi funnist at fjølmiðlaviðgerðini av Skatta­málinum. - Í báðum førum svaraði eg ábreiðslu­num alment aftur og helt fast um skyldu okkara at hava áhuga fyri einum máli sum hes­um. Eg havi ongantíð alment funn­ist at okkara egnu viðgerð av skatta­málinum, skrivar Johnny í Gróti­num í skrivinum. Í báðum førum hevur stjórin fingið kritikk fyri tey tiltøk, ið hann setti í verk eftir kritikkinum, men í skrivinum vil hann vera við, at tiltøkini blivu sett í verk, so at hann sjálvur kundi verða betri fyri­ reikaður at svara førda kritikki. At enda í skrivinum leggur Johnny í Grótinum eisini dent á, at tað er týdningarmikið at stovnurin er klár­ur at svara upp á tann kritikk, ið verður reistur. - Uppgáva mín er saman við og ígjøgnum avvarðandi deildar­ leiðarar at tryggja best møgu­lig arbeiðs­kor fyri kritiskan journal­ ist­ikk, samstundis sum vit tryggja, at vit svara ordiligt og reiðiligt upp á tann kritikk, ið vit sjálvi møta, skrivar stjórin. MÍN SKYLDA AT VERJA STOVNIN - Tí vil eg altíð vera tilreiðar at verja stovnin mótvegis ógrundaðum almennum ákærum um óreiðiligheit og partískheit. Tað er ikki bert mín rættur, men mín skylda, skrivar Johnny í Grótinum í einum innanhýsis skrivi til starvsfólkini í Kringvarpinum