Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 15 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO H óast málið um orrustu­ na í Kringvarpinum hev­ur fylt nógv í al­ man­na kjakinum sein­ astu mánaðirnar, so eru partarnir í málinum ikki serliga sinnaðir at út­tala seg alment um tað. Í samband við temaið í dag hev­ ur Vikuskiftis-Sosialurin vent sær til fleiri partar í málinum, men áhug­in at siga nakað tykist ikki at vera serliga stórur. Vit ynsktu at spyrja Rúni Heine­ sen, formann í Kring­varps­stýri­ num, um avgerðina ikki at gera nakað meira við klaguna frá teim­ um trimum journalistunum, men upp­lýsir hann, at hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið í hesi vikuni, men at hann møguliga er áhug­aður at gera tað í næstu viku. Johnny í Grótinum, kring­ varps­stjóri, upplýsir at heldur ikki hann er sinnaður at við­ merkja kritikkin frá teimum trim­ um journalistunum, tí stýrið hevur longu viðgjørt og svarað klagu­ni, meðan Mentamálaráðið hevur avvíst klaguna vísandi til leiðslu­ rættin hjá stýrinum. Stjórin hevur tó givið okkum inn­lit í eitt innanhýsis skriv, ið varð sent til starvsfólkini í Kring­ varpi­num í síðstu viku, ið viðgerð nakrar av teimum spurningum, ið hava verið settir við hansara tíð í stjórasessinum. Heldur ikki Súni Selfoss, for­ maður í Starvsmannafelagnum, ið er fakfelagið hjá flestu starvs­fólk­ unum í Kringvarpinum, ynskir at gera nakra viðmerkingar til málið, av tí at fakfelagið í løtuni ikki er part­ur av tí. Harumframt hevur Vikuskiftis- Sosialurin roynt at fingið við­merk­ ingar frá øðrum pørtum í máli­num, harímillum Rigmor Dam, lands­ stýriskvinnu í mentamálum, Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og Jón Brian Hvidt­feldt, formaður í Føroya Miðla­fólk, men eydnaðist tað ikki at fáa fatur á teimum áðrenn blað­ ið fór til prentingar. Kritiskur journalistikkur er alt avgerðandi Í seinastuni hevur nógv verið skrivað og sagt um skattamálið og leiklutin hjá KvF. Í tí sambandi hevur tað stóran týdning fyri meg at staðfesta, at ein av fremstu uppgávum mínum sum ovasti ábyrgdarhavandi er at verja kritiska journalistikkin í KvF. Avgerðandi er, at KvF megnar at halda valdshavarnar til svars fyri teirra avgerðum og atgerðum fyri á tann hátt at verja fólkaræði. Tað er ein av grundsúlunum í arbeiði okkara. Tí vil eg altíð vera tilreiðar at verja stovnin mótvegis ógrundaðum almennum ákærum um óreiðiligheit og partískheit. Tað er ikki bert mín rættur, men mín skylda. Í heyst høvdu vit tvey dømi um lesarabrøv við sera ógvusligum ákærum mótvegis KvF fyri viðgerð okkara av skattamálinum. Eitt frá Eyðun Mørkøre, stjóra fyri TAKS, og eitt frá Símun Absalonssen, grannskoðara. Í báðum førum svaraði eg ábreiðslunum alment aftur og helt fast um skyldu okkara at hava áhuga fyri einum máli sum hesum. Eg havi ongantíð alment funnist at okkara egnu viðgerð av skattamálinum.   Í sambandi við hesar báðar hendingarnar setti eg krøv innanhýsis fyri at kunna vera íklæddur at svara grovu ákærunum uttanhýsis. Í fyrra førinum avkláraði eg eitt lesarabræv innanhýsis, har eg heitti á stjóran fyri TAKS um sjálvur alment at grundgeva fyri teirra sjónarmiðum ístaðin fyri at krevja, at KvF skuldi endurgeva teirra sjónarmið. Í seinna førinum fráboðaði eg eina innanhýsis eftirmeting av journalistiska handverkinum. Ein innanhýsis eftirmeting, sum verður gjørd av dugnaligum journalistum á Aktuelt – uttan mína luttøku, sjálvandi.   Uppgáva mín er saman við og ígjøgnum avvarðandi deildarleiðarar at tryggja best møgulig arbeiðskor fyri kritiskan journalistikk, samstundis sum vit tryggja, at vit svara ordiligt og reiðiligt upp á tann kritikk, ið vit sjálvi møta. Á starvsfólkadegi okkara í november eftirlýstu nógv starvsfólk, at vit mentu okkara førleikar og umstøður at eftirmeta okkara egna journalistikk og at geva hvørjum øðrum feedback. Eydnast tað okkum at styrkja hetta økið, koma vit at standa enn sterkari sum public service stovnur til at veita kritiskan journalistikk, ið vit millum annað eru sett í verðina til.   Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri Fáorðaðir partar Í samband við temaið í dag hevur Vikuskiftis-Sosialurin vent sær til fleiri partar í málinum, men áhugin at siga nakað tykist ikki at vera serliga stórur