Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 16 LÍVSTÍLUR: Lívsgóðska ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO S íðst í 2017 varð eitt stutt sjónband av einum reyðum knappi við orðunum »Pyt« á og eini harrarødd, sum sigur »pyt med det« og »træk vejret dybt« lutað á Facebook síðuni hjá danska miðlinum Samvirke. Sjón­ brotið fekk fleiri enn 39.000 við­ merkingar og varð víst meir enn eina millión ferðir. Orsøkin til, at reyði knappurin við røddini, sum biður okkum minn­ ast til at ikki taka tingini so nær, er so dragandi er, at hann minnir okkum um tað, sum vit lærdu sum børn, sigur sálar­frøð­ing­ur­in Marie Aa­gaard Larsen við Sam­virke Sama ger er barnalærdómur –Orðini “sama ger” eru barna­ lær­dómur. Vit vita, at vit kunnu siga sama ger, men mong okkara gloyma tað, tá vit verða vaksin. Knap­p­urin er tí ein skemtilig áminn­ing um, at vit øll hava tørv á at venja okkum við at siga sama ger, sigur sálarfrøðingurin. Sum barn rendi ein seg ofta í støður, har alt ikki altíð gekk eftir vild. Tað kundi vera, at vit blivu úti­hýst úr spæli, ikki fingu tað vit ynsktu, ella yndisdukkan misti ein arm og ikki stóð til at bjarga. Tað kundi vera hart, og vit vildu gjarna finna eina loysn, ella vit vildu, at tey vaksnu funnu eina loysn. Tá bleiv ofta sagt, at tað gert ikki við ella sama ger. Tað, sum vit lærdu har var, at lívið ikki altíð gongur so­leiðis, sum vit vilja hava tað, sigur Sigbritt við Neyst, sum hevur lisið námsfrøði, gestaltterapeuti og útviklingspsykologi. Fáa ikki broytt alt Tað eru summar støður, sum vit onki fáa gjørt við. Eitt dømi um hetta er, tá tú kemur út aftur í park­eraða bilin, og ein hvítur pappír­slepi hongur undir viskar­in­um. T­ú hevur fingið eina bót, og av tí at tú gloymdi at seta park­er­ings­ skivuna, skalt tú nú av við nakr­ar hundrað krónur. Hendan støðan er sjálvsagt irriterandi, men tú fært ikki broytt støðuna. –Tað er ómetaliga gott at duga at siga sama ger, tá tú ert í støðum, sum tú kortini ikki fært broytt. Ert tú illsintur, so hevur tú tørv á at kunna siga sama ger. Ella ert tú ein, sum fær ringa samvitsku og argast, so skal man eisini duga at siga sama ger viðhvørt, sigur sálarfrøðingurin, Marie Aagaard Larsen. Lær at siga –Vit menniskju læsa okkum føst í støðum, sum vit ikki kunnu ella megna at broyta. Hetta kann ávirka lívsgóðskuna, tí vit fokusera á, hvussu lívið ikki er og á tað, sum vit mangla í lívinum, sigur Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri Pína kemur ofta av, at vit vilja hava tamarhald, sum vit ikki hava. Duga vit tá at sleppa tamarhaldinum og fylja við lívinum ístaðin fyri ímóti lívinum minkar pínan, leggur