hósdagur 1. februar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 14
17
Sigbritt við Neyst heldur, at tað
er umráðandi, at vit sum vaksin eru
tilvitaði um, hvussu vit fyrihalda
okkum til lívstilgongdir. Vit eiga at
gerast tilvitaði um, nær vit halda
fast og stríðast fyri, at náa tað vit
vilja og ynskja og nær og hvussu vit
lata tingini fara ella siga sama ger.
–Tað finnast tveir broytingar
háttir. Tann eini er tann aktivi, har
ein aktivt setir sær mál og ger tað,
sum skal til fyri at náa tað. Hin er,
tá ein sleppur stríðnum fyri at náa
okkurt ávíst, velur at viðurkenna
og siga sama ger. Hvønn hátt ein
velur er tengt at støðuni ein er í.
Báðir háttirnir gera, at lívið flytir
seg víðari, sigur Sigbritt við Neyst.
Hon greiðir frá, at munurin er,
at við tí fyrra flytur tú teg aktvit, og
við tí seinna kanst tú flyta fokus,
og tá er møguleiki fyri, at aðrar dyr
lata seg upp.
–Vit menniskju læsa okkum
føst í støðum, sum vit ikki kunnu
ella megna at broyta. Hetta kann
ávirka lívsgóðskuna, tí vit fokusera
á, hvussu lívið ikki er og á tað, sum
vit mangla í lívinum, sigur Sigbritt
við Neyst, sálarviðgeri.
Vit hava val møguleikar
–Tá eg møti menniskjum í fastlæst
um støðum, vísi eg teimum ofta á
trý ymisk val. Hesi eru: At broyta”,
“at tola” ella “at fara”, sigur hon.
Eitt dømi um hetta er, at ein
hevur eitt starv, har ein er ónøgdur
við leiðsluna.
–Um eg til dømis eri í einum
starvi, har eg eri ónøgd við leiðslu
na, kann eg aktivt velja at gera
nakað fyri at broyta tað. Eg kann
eisini velja at siga sama ger, og
tað merkir so, at eg velji at tola
støðuna. Her er tað umráðandi at
vera tilvitað um, at eg havi valt at
tola og taki ábyrgd av mínum vali,
soleiðis at eg ikki ístaðin fyri at
broyta spreiði mína misnøgd runt
á arbeiðsplássinum. Seinasta valið
er at finna eitt annað starv. Øll trý
valini eru ábyrdarfull og gera at
lívið kann flyta seg, sigur Sigbritt
við Neyst.
Marie Aagaard Larsen sigur tó
við Samvirke at siga vit sama ger
so lata vit negativa tankan fara
framvið, ístaðin fyri at geva honum
pláss í huganum.
–Duga vit ikki at siga sama ger,
so ávirkar tað lívsgóðskuna. Vit
vita øll, hvussu tað er, tá tankar
fylla nógv. Tá kanst tú velja at fara
heim við eini keðiligari kenslu, sum
síðani eisini ávirkar familjuna, ella
tú velur at siga, at tað sum hendi
var keðiligt, men sama ger, sigur
Marie Aagaard Larsen við Sam
virke.
“Sama ger” er ikki
altíð hóskandi
Vit mugu vera varin og hugsa okk
um um, áðrenn vit siga sama ger,
tað er heldur ikki sunt at lata alt
fara framvið.
-Man skal ikki fara í hina grøv
ina og siga sama ger um alt. Lívið
hevði verið tómt, um vit ikki tóku
støðu til nakað, sigur Marie Aa
gaard Larsen.
Sumt í lívinum er álvarsamt
og krevur, at vit dvølja á tí eina
stund. Men fáa vit parkeringsbót
ella stoyta kaffi, so nyttar lítið at
verða argur allan dagin. Umframt
at siga sama ger, so er ein slík støða
eisini ein møguleiki til at hugsa seg
um næstu ferð ein parkerar bilin
ella ansa eftir, at koppurin ikki
stendur soleiðis fyri, at hann lætt
liga koppar.
Sigbritt við Neyst heldur
eisini, at samfelagið broytist alla
tíðina, og við hesi broytingini eru
støðurnar har vit siga sama ger
eisini broyttar.
– Tað nógv broytt nær og
hvussu vit nýta sama ger. Í dag
hava vit nógv feiri loysnir uppá
nógv, sum vit fyrr máttu sleppa.
Hetta er millum annað komið
av fíggjarligari framgongd og
broyttari lívsáskoðan, sigur hon.
– Í dag hevði ein námsfrøðingur
helst skjótt komið til hjálpar, um
eitt barn varð útihýst. Og dukkan
við brotna arminum kundi hjá
nógvum skjótt verði skift út við
einari nýggjari. Hinvegin er tað
uttan iva nógv annað, sum børn í
dag skulu venja seg við, leggur hon
afturat.
Sigbritt við Neyst greiðir frá, at
tað at duga at siga sama ger kann
ikki í sær sjálvum lýsast sum ein
góður ella ringur eginleiki. Tað
kann vera bæði ein styrki og ein
veikleiki, alt eftir hvørjari støðu ein
er í. Velja vit ov ofta at onki leggja
í støðurnar, sum vit eru í, so kann
vera tekin um lágt sjálvsvirði ella
at vit ikki taka ábyrd av egnum lívi.
–Veruleikin er, at vit av sonnum
bæði hava tamarhald á okkara lívi,
samstundis sum vit als ikki hava
tað. Victor Frankl vildi sagt, at vit
einki tamarhald hava á lívinum,
men vit hava tamarhald á, hvussu
vit vilja fyrihalda okkum til tað,
sum vísir seg í okkara lívi, sigur
hon.
–Pína kemur ofta av, at vit
vilja hava tamarhald, sum vit
ikki hava. Duga vit tá at sleppa
tamarhaldinum og fylja við
lívinum ístaðin fyri ímóti lívinum
minkar pínan, leggur hon afturat.
Bangin fyri at
missa tað góða
Hóast tað av og á er torført, so
stýra vit sjálvi hugsanum okkara
og kunnu velja at lata tingini fara
framvið - eisini tá vit eru undir
trýsti. Marie Aagaard Larsen
heldur, at tað kann vera av vana,
at vit ikki lata keðiligar tankar
og støður, sum vit ikki fáa broytt,
fara framvið. Til tíðir kann tað
hjálpa at hugsa um tingini frá
sjónarmiðinum hjá onkrum øðrum.
Sigbritt við Neyst greiðir frá, at
vit sum menniskju – kanska serliga
í okkara parti av heiminum – hava
lyndi til at lýsa alt sum gott ella
ringt.
–Vit kunnu uppliva, at lívið
eigur at vera gott, ella vit kunnu
gerast óttafull at missa tað góða,
sum vit hava. Ofta síggja vit ikki
tað stóra sjónarhornið, sum vísir
fantastiskt organisman er, at hon
kann merkja pínu og harvið fortelja
okkum, hvussu vit aktivt kunnu
broyta ella sleppa og siga sama ger.
Tann livsvísdómur, sum liggur í, at
einki av tí vit møta í lívinum kann
í sær sjálvum geva okkum pínu,
kann gerast ein stór umbroyting
fyri eitt menniskja. Tað er okkara
mótstøða, sum gevur pínuna og
hinvegin at sleppa gevur linna.
Innara mótstøða ímóti lívinum
soleiðis sum tað er, kann vera
eitrandi fyri okkara sálarheilsu
og fyri tey sambond, vit dagliga
eru í. Fyri nøkur kann tað koma til
sjóndar sum grenj, negativitetur
ella beiskleiki. Ella tað setur seg
sum muskulspenningar ella í
kroppin á annan hátt, sigur hon.
“sama ger”
Veruleikin er, at vit av sonnum bæði hava tamarhald á okkara lívi, samstundis sum
vit als ikki hava tað. Victor Frankl vildi sagt, at vit einki tamarhald hava á lívinum,
men vit hava tamarhald á, hvussu vit vilja fyrihalda okkum til tað, sum vísir seg í
okkara lívi
Tað finnast tveir broytingarháttir. Tann eini er
tann aktivi, har ein aktivt setir sær mál og ger
tað, sum skal til fyri at náa tað. Hin er, tá ein
sleppur stríðnum fyri at náa okkurt ávíst, velur
at viðurkenna og siga sama ger. Hvønn hátt ein
velur er tengt at støðuni ein er í. Báðir háttirnir
gera, at lívið flytir seg víðari