Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 14 18 Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO! FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO T á talan er um brúdleyp og brúdleyps ráðlegging, er tað ofta brúðurin, ið er mið­ punkt. Man sær ofta í filmum, at kvinnan sigur okkurt í stíl við, at hon hevur lagt henda dag til rætt­ is síðani hon var smágenta, og tí halda vit kanska, at hetta fyrst og fremst, er dagurin hjá brúðrini. Tí kann tað fyri brúðgómin kenn­ast sum, at hann skal fylgja við av síðulinjuni ímeðan av­gerðir­ nar verða tiknar. Hesin passitivitetur er als ikki neyðugur, tá talan er um brúd­leypsráðlegging. Tað kann í roynd og veru gerast ein stuttlig uppliving fyri brúðgómin at verða ein aktivur partur í ráðleggingini. Hvørjum skal brúðgómurin standa fyri ? Brúðgómurin hevur nakrar upp­ gávur sum – trúgv tí ella ei – brúðurin ikki hevur nakað ávirk­ an á…. Í teoriini ;) Nakrar av uppgávunum, ið tú, sum brúðgómur, skalt standa fyri, eru hesar: Brúðgómurn skal sjálvur gera av, hvørji klæðir hann skal í á hes­um stóra degi. Sjálvandi kann hetta gerast í samráð við brúðrina, men í síðsta enda er hetta avgerðin hjá brúðgóminum. Minst til, at hetta eisini er tín stóri dagur, tí er týdn­ingarmikið, at tú velur klæðir, sum tú følir teg væl í. Keyp skógvar í góðari tí, og syrg fyri at ganga teir til. Hetta kemur at verða ein laaangur dagur, so tú ynskir ikki at skógvarnir skulu gnaga. Minnst til at heinta ringar­nar einar 2-3 vikur áðrenn brúd­leyps­ dagin. Kanna eftir um alt er sum tað skal vera, og um tað ikki er, er tíð til at ornað tað. Tað er heilt upp til tín at finna eina morgungávu til brúðrina. Ein morgun­gáva er ein gáva í brúðar­ parið gevur hvørjum ørðum, morgun­in eftir brúdleypið. Um tú skal klippast er smart, at hetta verður gjørt umleið eina viku áðrenn stóra dagin, so hárið nær at ’fella uppá pláss’ og ikki sær so nýklipt út. Dagin fyri brúdleypið skal tú sikkra tær, at alt er klárt. Klæðini, slips­ið, vesturin og skjúrtan skal vera strokin. Um tú skalt í føroysk klæðir, skal silvurið verða pussað og ringarnir leggjast fram, so teir ikki verða gloymdir eftir. Eisini skal brúðgómurin ringja til blómuhandilin við­víkj­andi brúðarbukettini og knappa­ hols­blómunum, so hesar verða koyrdar til rætt stað. Á sjálvum degnum, send eina gávu og eina romantiska heilsan til brúðrina. Tað nýtist ikki at verða nakað stórt. Tað kann vera ein fløska av champag­nu til hennara og teirra, sum hjálpa henni við at gera seg klára. Tá tú kemur í kirkjuna, bjóða tá mammu tíni armin hjá tær og fylg henni til henn­ara pláss. Hetta verður ein heilt serlig móður/sonur løta fyri tykkum á hesum stóra degi. Eftir er bert at anda djúpt nakrar ferðir og bíða til hurðarnar verða latnar upp, og komandi kona tín kem­ur gangandi inn eftir kirkju­gólvinum. GÓÐ RÁÐ TIL BRÚÐGÓMIN